mánadagur 18. juli 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
6
Tíðindi
Tíðindi
Góð ráð til brúdleypið
Hetta er háárstíð fyri brúdleyp, men skalt tú í brúdleyp í summar, mást tú eisini
ansa eftir, hvussu tú uppførir teg. Danski brúdleypsfyriskiparin Signe Marie
Jeppsen hevur gjørt eina vegleiðing um, hvat fólk skulu ansa eftir í sambandi
við brúdleypsveitslur. Tað hevur hon gjørt fyri heimasíðuna alive.dk
Her eru so nøkur ráð um, hvat fólk skulu minnast til at gera ella ikki gera í einum brúdleypi
Ikki hvítt og svart
Brúðurin skal hava loyvi at strála í
sínum egna brúdleypi, og tí skalt tú
royna at sleppa undan at fara í hvítt
og svart. Fert tú í ein svartan kjóla so
sendir tú tekin um, at tú ert forelskað
í brúðgominum – og ert tú vermóðir,
so merkir ein svartur kjóli, at tær ikki
dámar giftarmálið.
Tú mást ikki verða fínari
Brúðarparið skal verða fínari enn øll
hini í brúdleypinum. Tí mugu menn ikki
fara í smoking, og kvinnurnar mugu
ansa eftir stórslignum kjólum. Men
hinvegin mugu fólk heldur ikki møta í
brúdleyp í gerandisklæðum. Tað er ein
veitsla, og tað skulu gestirnir virða.
300 krónur eru ikki
nóg mikið
Er talan um eitt stórt brúdleyp, har
nógv verður gjørt burturúr, er tað
ikki nóg mikið at lata eina gávu á
300 krónur – heldur ikki, um tú ert
við í felagsgávu. Ein ábending um,
hvat gávan skal kosta, er prísurin fyri
kuvertin. Ofta er hann hægri enn 300
krónur.
Ansa eftir kossum
Tað er traditión, at menn ella kvinnur
kunnu kyssa ávíkavist brúðrina ella
brúðgomin, um annar er farin út úr
veitsluhølinum. Tað er tó ópassandi
at fara í køini, um mann ikki kennir
brúðrina ella brúðgomin væl.
Innsløg eru ikki altíð góð
Tað er einki krav ella nøkur sjálvfylgja,
at tú skalt halda talu. Tað verður
roknað við, at pápar, systkin, nærm
astu vinfólkini og góðir starvsfelagar
halda røðu. Tú skalt umhugsa, um
tú veruliga hevur nakað at siga til
brúðarparið. Tað er sjáldan eitt gott
hugskot at halda eina spontana røðu
í einum brúdleypi.
Vís virðing
Um brúðarparið ikki hevur hug at
verða við í spølum, so mást tú virða
tað. Hetta er teirra kvøld, og hava
tey ikki hug at verða við í
festligum spølum, skulu
tey sleppa undan.
Tú mást ikki
verða fullur
Hóast nógv brúdleyp
eru veruligar veitslur
við brennivíni, víni og øli,
so eigur tú í grundini ikki
at verða fullur. Í øllum førum
skulu fólk ikki verða drukkin
fyrr enn eftir brúðarvalsin. Um
tað ikki verður skokt brennivín, men
bert øl og vín í brúdleypinum, so er
tað eitt tekin frá brúðarparinum um,
at tey ynskja ikki eina apufest.
Ikki mussast
Hóast tú ert stakur ella støk og fært
eitt gott eygað á onkran av hinum
gestunum til brúdleypið, mást tú ikki
flirta ov nógv ella mussast við nakran.
Verður veitslan lívlig út á náttina, er
eitt sindur meira loyvt.
Brúðarparið avger nær
veitslan endar
Fyristøðufókið til brúdleypið kemur við
boðum frá brúðarparinum – eisini um
nær veitslan fær ein natúrligan enda.
Og tá ið brúðarparið leggur upp til, at
veitslan er liðug, skulu fólk virða tað.
Tað viðurkenda læknatíðarritið The
Lancet skrivar, at altjóða fíggjar
kreppan hevur elvt til fleiri sjálvmorð
millum fólk í arbeiðsførum aldri.
Niðurstøðan byggir á eina uppgerð
yvir sjálvmorð í tíggju evropeiskum
londum. Kanningin umfatar londini
Eysturríki,
Bretland,
Finnland,
Niðurlond, Írland og Grikkaland,
sum vóru limir í ES undan 2004, og
Kekkia, Ungarn, Rumenia og Litava,
sum eru komin upp í samveldið
aftan á 2004.
Uppgerðin vísir, at í teimum
sekst fyrstu londunum vaks talið á
sjálvmorðum millum fólk yngri enn
65 ár sjey prosent í 2008 samanborið
við 2007. Vøksturin var størstur í
Grikkalandi og Írlandi við ávikavist
17 og 13 prosentum. The Lancet
vísir á, at júst hesi bæði londini fingu
álvarssamar trupulleikar av fíggj
arkeppuni við veksandi útreiðslum,
minni løn og arbeiðsloysi.
Í hinum fýra londunum, sum eru
komin upp í ES aftan á 2004, vaks talið
á sjálvmorðum bara eitt prosent frá
2007 til 2008. Men tá arbeiðsloysið
fór at gera um seg har seinni, valdu
eisini fleiri har at beina fyri sær.
Tølini hjá The Lancet vísa, at
Eysturríki er tað einasta av teimum
tíggju kannaðu londunum, sum hevði
lutfalsliga færri sjálvmorð í 2009 enn
í 2007. Í øllum hinum níggju londunum
vaks talið.
Fíggjarkreppan elvdi til fleiri sjálvmorð
Taka pínu
tablett
annan
hvønn dag
Tøl hjá danska apotekarafelagnum
vísa, at danir taka í meðal 175
pínutablettir um árið ella eina ann
an hvønn dag. Á Statens Institut
for Folkesundhed siga tey, at
fólk, sum eru strongd, brúka fleiri
pínutablettir, og at nógv 25 til 44
ára gomul taka pínutablettir sum
fyribyrgjandi fyri at sleppa undan
av fáa høvuðpínu ella magapínu.
At doyva trupulleikarnar í ger
andisdegnum við pínutablettum
lekir ikki orsøkina til eitt nú høvuð
pínu. Peter la Cour, lektari á Syd
dansk Universitet, sigur við blaðið
Information, at høvuðpínutablettir
viðgera ikki orsøkina til, at fólk
hava ilt í høvdinum. – Men kunnu
tablettirnar doyva pínuna, velja vit
ta loysnina, tí vit vilja ikki góðtaka,
at vit hava ilt, sigur hann.
Matvørur
og orka
dýrka
Hóast tíðirnar ikki eru, sum tær
onkuntíð hava verið, er framvegis
prisvøkstur í samfelagnum.
Hagstova Føroya hevur gjørt
upp, at annan ársfjórðing í ár vóru
brúkaraprísinir 2,2 prosent hægri
enn sama tíðarskeið í fjør.
Tað eru orka og matvørur, sum
fáa brúkaraprísirnar at hækka.
Prísirnir á orku eru hækkaðir
mest. Hesin prísvøkstur kemur
bæði frá príshækkingum uttanífrá
og frá avgjaldshækkingunum á
diesel og øðrum oljuúrdráttum.
Harumframt er prísurin á ravmagni
farin munandi upp.
Brennioljan til húsarhald er farin
16,1 prosent upp og ravmagn 11
prosent. Og prísirnir á brennievni til
akfør eru hækkaðir 17,5 prosent.
Prísirnir í flestu matvørubólkum
eru farnir upp seinasta árið, og
samanlagt eru matvørur dýrkaðar
2,3 prosent.
Mesta príslækking hevur verið í
nýtslubólkinum Samskifti.