mánadagur 18. juli 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
12
út at eta
Dagfinn Olsen
Café Chill byrjaði í 2008 og opið
hvønn dag í vikuni, og døgurði fæst
3 dagar um vikuna, mikudag, hósdag
og fríggjadag.
Hølini eru hugnalig og eru sera
hóskandi til eittnú barnadóp, kon
firmatión og tílíkt.
Til ber at fáa mat út úr húsinum, og
hølini hóska eisini sera væl til smærri
eindir á eini 15 – 20 fólk, har Chill fyri
350 krónur stk. bjóðar 3 rættir.
Sum nakað nýtt hevur Chill sera
góðar fyltar pannukøkur við salati og
sós.
Tey ungu
Fyri ung og ungar sálir bjóðar Chill
fríggjakvøld og leygarkvøld, at ein
kann koma kl. 21:00 og drekka tað ein
klárar av vøru, sum tey á staðnum hava
valt út, til klokkan 24:00, og tá kemur
ein limosina og koyrur til Havnar. Alt
fyri 400 krónur, og til hetta skulu í
minsta lagi vera 16 fólk.
Frá september til apríl er quiz hvørt
fríggjakvøld klokkan 21:00, og hetta
er sera væl umtókt. Til yngra ættar
liðið er ungdóms quiz hvørt mikukvøld
klokkan 19:00.
Café Chill er eitt av støðunum, sum
telist millum teirra, ið hevur livandi
tónleik at bjóða gestunum. Livandi
tónleikur er á leið einaferð um mánan
á Café Chill í Kollafirði.
Café Chill er hugnalig
café í Kollafirði, har
tey eisini hava ymisk
tiltøk og tilboð til
ung og eldri, hvørt
talan so er um
konfirmatión ella
eitt hugnakvøld
við livandi tónleiki
ella annað.
Góð tilboð á Café Chill
Café Chill hevur
livandi tónleik at
bjóða gestunum
Mynd: Jens kristian vang
Túrarnir verða bert gjørdir,
um veðrið er til vildar og
nóg nógv tekna seg
Nú ber til at koma upp á
heimsins hægsta forberg við
staðkendum ferðaleiðara