mánadagur 18. juli 2011síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
13
út at eta
Dagfinn Olsen
Matstovan Hjá Elisabeth er á Eggjar
vegi á Viðareiði. Tað er Elisabeth Nybo,
ið eigur og rekur matstovuna.
Mest er tað í summarhálvuni, at
opið er, og tá er eisini opið hvønn
dag frá klokkan 12:00 til 21:00. Men
annars ber altíð til at bíleggja, og
matstovan verður nýtt til eittnú brúd
leyp og konfirmatiónir, og tað hóskar
hon sera væl til.
Rúm er fyri einum 40 fólkum.
Elisabeth Nybo sigur, at sera nógv
hevur verið at gera í ár.
– Árini 2008 og 2009 vóru ikki
so góð ár, men í fjør var ein vøkstur
upp á 25%, sigur Elisabeth Nybo, ið
fylgir væl við talinum av gestum í
matstovuni.
Elisabeth er løtt av lyndi og løtt at
práta við, og henni dámar væl at fáa
vitjandi á matstovu sína.
Hon sigur, at fólk úr øllum heimsins
londum vitja á matstovuni.
– Tað er sera stuttligt og hugaligt.
Tað er bara tað, at sjálv dugi eg ikki so
væl enskt, men hinveginer tað jú so,
sum ferðafólkini eisini vísa á, at tey
duga ikki føroyskt. Men tað gongur
væl hóast hetta, sigur Elisabeth
læandi.
Elisabeth hevur allar vanligar
búffar at bjóða, umframt lambasteik.
Og tað kann eisini henda, at hon kann
bjóða nakað so forkunnugt, sum
lundabringur.
Sera nógv vitjandi á Viðareiði
Fólk úr øllum
heimsins londum
vitja matstovuna Hjá
Elisabeth á Viðareiði.
Fólk úr øllum
heimsins londum
vitja á matstovuni
Opið er:
Kolla
fjørð
ur c
hill
@ch
ill.
fo
Opið er:
Mánadag og týsdag
17.00-23.00
mikudag og hósdag
12.00-23.00 (døgurða)
fríggjadag
12.00-02.00 (døgurða)
leygardag
14.00-02.00
sunnudag
14.00-23.00