mánadagur 18. juli 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
14
Tíðindi
Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre, sum serliga arbeiða við stuttfilmum,
hava av álvara fingið vind í seglini. Filmurin »Magma« , sum varð upptikin í
Føroyum í fjør, er við á hópatals filmsfestivalum. Hann
er eisini úttikin til fleiri stuttfilmskappingar.
Amerikan
arar liva
styttri
Amerikanarar liva yvirhøvur styttri
enn fólk í øðrum londum í Vestur
heiminum. Í meðal liva amerikanskir
menn 75 ár ella hálvt annað ár
styttri enn menn í Bretlandi og trý
ár styttri enn menninir í Avstralia.
Hjá kvinnunum er myndin tann
sama, Amerikanskar kvinnur liva í
meðal 81 ár ella trý ár styttri enn
kvinnurnar í Avstralia.
BBC veit at siga, at meðallivi
aldurin hjá amerikanarum er hækk
aður tey seinnu árini, men ikki
líka skjótt sum í øðrum londum í
Vesturheiminum. Roykingin er ein
orsøk. Hagtølini vísa, at royking er
orsøk til fimmta hvørt deyðafall í
USA, og at sætti hvør amerikanari
doyr av ov høgum blóðtrýsri, sum í
flestu førum kemst av, at fólk eta
alt ov nógv salt.
Ovurfiti er eisini ein stórur
heilsutrupulleiki í USA. Triði hvør
amerikanari líður av ovurfiti, og tað
er tríggjar ferðir meiri enn í eitt nú
Japan, sigur BBC.
Noreg
skal selja
meiri vápn
Á altjóða pallinum er Noreg kent fyri
sítt arbeiði at royna semju ímillum
stríðandi bólkar í nógvum londum
kring heimin. Men samstundis er
Noreg eitt land, sum framleiðir
og útflytur vápn og lóður, og nú
hevur landið sett sær fyri at økja
júst hendan útflutningin. Orsøkin
er, at ES hevur samtykt nýggjar
reglur um vápnainnflutning, og
broytingarnar geva Noregi nýggjar
møguleikar á einum marknaði, sum
keypir fyri millum 250 og 300
milliardir krónur um árið, skrivar
Aftenposten.
Tær nýggju reglurnar gera,
at lond uttan fyri ES fáa betri
møguleikar at selja londum í sam
veldinum vápn. Men teir norsku
myndugleikarnir kenna seg ikki
heilt tryggar. Teir bera ótta fyri,
at tey stóru ES-londini fara at
verja sín egna vápnaídnað ímóti
kapping uttaneftir, soleiðis sum
tey hava gjørt, og teir vísa á munin
millum Noreg og Frakland. Meðan
Noreg keypir 60 prosent av allari
herútgerðini úr øðrum londum,
keypir Frakland at kalla bara frá
síum egna vápnidnaði.
Eydna Skaale
Tað gongur sum eftir ánni hjá Mar
ionnu Mørkøre og Ránnvá Káradóttir,
sum saman kalla seg Rammatik. Tær
hava veruliga gjørt vart við seg, eftir
at tær fóru at royna seg innan eksperi
menterandi stuttfilm. Tær hava longu
gjørt fleiri filmar ella installatiónir, har
tær sameina dans, forvitnisligar búnar
og føroysku náttúruna við einum
super 8 kykmyndatóli.
Í fjørsummar gjørdu tær ein stutt
film, Magma, sum varð upptikin í Før
oyum og sum skuldi vera tann fyrsti í
eini røð av átta.
Í vár kom so tann næsti í røðini,
nevndur Amohr. Har var bert ein leik
ari við, í mun til Magma, sum hevði
eina rúgvu av føroyskum leikarum og
statistum.
Nógv umbiðin
Síðani Magma kom út fyri einum
knøppum ári síðani, hevur hann verið
við á nógvum festivalum - og hann
verður framvegis umbiðin at koma
við á fleiri filmsfestivalar. Hann hevur
fingið bæði mong og
góð ummæli, og nú er
hann eisini úttikin at
vera við í fleiri stutt
filmskappingum.
Millum annað Nord
isk Panorama, sum
er tann norðurlendska
filmskappingin, hildin í År
hus. Har er Magma millum teir 33
filmarnar, sum eru valdir út av 600
innsendum filmum.
Hann skal eisini vera við í kapp
ingini á Artfilmfest, sum er ein slovak
isk filmskapping, í Film- og Videofesti
valinum, sum er í Athen, í kappingini
Explora Competition, sum er ein av
kappingunum á einum sponskum
filmsfestivali og í Flatpack Festivalin
um, sum er í Birmingham, bara fyri at
nevna nakrar.
Tá upptøkurnar til Magma vórðu
gjørdar, segði Marianna Mørkøre so
leiðis við Sosialin:
– Tað, sum vit miðja ímóti er, at
M a g m a
skal
verða
vístur á teimum góðu festivalunum.
Megna vit tað, kemur restin helst av
sær sjálvum.
Í dag kunnu vit staðfesta, at hetta
málið er nátt.
Nýggjar upptøkur
Ætlanin er, at tær báðar Rannvá og
Marianna koma aftur til Føroya í
august. Tá skal triðji stuttfilmurin í
røðini gerast, og tær fara tí aftur at
hava upptøkuroyndir, venjingar og
filmingar í allan august mánað.
Meiri verður helst at frætta um
upptøkuroyndirnar seinni.
Myndatøka / viðgerð: Katrin Svabo Bech
Bílagdur filmur
Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, ið saman kalla seg Rammatik,
hava fingið eina bílagda uppgávu, sum tær júst nú eru í gongd
við at klippa. Tað er eitt filmsverk, sum skal taka støði í evninum
»veðurlagsbroytingar«. Hetta filmsverkið skal frumsýnast á Berwick
Filmsfestival 23. september í ár.
Tað, sum vit miðja
ímóti er, at Magma skal
verða vístur á teimum
góðu festivalunum
Føroyskur stuttfilmur
fær altjóða rós