mánadagur 18. juli 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
22
mótaprei
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
Tað rokaliga avloysir
glamourin
Skalt tú vera smart í summar, skal tú ikki lata teg alt ov pent
í. Nú skal tað vera rokaligt og ikki alt for perfekt og vakurt.
Sítt hár og fylla
Manglar tær sídd og fyllu til hesar
rokaligu flætturnar ber til at seta hár
upp í. Royal Hárfríðkan hevur hár í
alskyns litum og síddum og av góðari
góðsku frá merkinum Balmain.
Bundnar
troyggjur
Tað bundnað er
framvegis modernað.
Her eru tvær bundnar
troyggjur frá Isabel
Marant, við bundnum
mynstri og knubbum.
Onnur ljós hin
myrk og skjórut, og
mynstrið ger tær
eitt sindur 80'utar.
Blómumóti
Eitt annað rák, sum hevur verið nógv at sæð í summar eru
blómuprint. Dolce & Gabbana hevur eina kollektión, sum er
á tremor av løttum chiffonklæðum við blómuprinti í alskyns
litum. Fitt, men samstundis eisini smáfesjut við bæði sídd
og vídd. . Jil Sander hevur ewisini blómuprint til menn.
Jil Sander
Leysar flættur
Flættur síggjast nú allastaðni, enntá á reyðu teppunum í
Hollywood, sum annars hava verið merkt av krúllum og vøkrum
uppsetingum. Men her eru nakrar kendar filmsleikarinnur, ið
hava valt rokaliga stílin við frísutum og óperfektum flættum.