Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 59

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 18. juli 2011 23 Tíðindi Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch vil hava Barack Obama, forseta at geva løgregluni boð um at kanna, um undanmaður hansara, George W. Bush, gav heimild til, at yvirgangsmenn kundu pínast. Kanningin skal eisini umfata fyrrverandi varaforsetan Dick Cheney, fyrrverandi verjumálaráðharran Donald Rumsfeld og fyrrverandi CIA- stjóran George Tenet. HRW almannakunngjørdi í gjár eina drúgva frágreiðing, sum hevur heitið »Getting Away with Torture: The Bush Administration and Mis­treatment of Detainees«. Sambært fe­lags­skapinum er innihaldið sera tyngjandi fyri um­dømið hjá USA úti í heimi. Kenneth Roth, sum er formaður í Human Rights Watch, sigur, at USA kann ikki tosa við tveimum tungum, tá tað snýr seg um manna­rættindi. – Tað er rætt av okkum at fordøma píning og yvirgang í eitt nú Darfur, Libya og Sri Lanka, men vit mugu eisini síggja bjálkan í okkara egna eyga, sigur hann. Inuittar krevja endurgjald Inuittarnir í Labrador í Kanada vilja hava umbering og endurgjald frá myndug­ leikunum, tí nógv fólk vórðu koyrd í kost­ skúlar í seinastu øld, uttan at myndug­ leikarnir góvu sær far um, hvørt tað var tað rætta ella ikki. Í felag hava tey nú stevnt kanadisku stjórnini fyri rættin. Inuittar aðrastaðni í Kanada hava fing­ ið umbering og endurgjald, tí tey vórðu tvungin í kostskúlar, har tey ofta vórðu illa viðfarin. Men kanadiska stjórnin sigur seg ikki hava nakra endurgjaldsskyldu mótvegis inuittunum í Labrador, tí hon hevði ikki ábyrgd av teimum fimm kost­ skúlunum í Labrador og Ný Funna­landi. Men inuittarnir í Labrador halda uppá, at teir hava sama rætt sum aðrir inuittar í Kanada. Á fundum hava fólk greitt frá, hvat teimum var fyri, tá tey vóru í kostskúla í 1970-unum og 1980- unum, og frásagnirnar eru tær somu sum hjá inuittum aðrastaðni. Uppihaldið á kost­skúlunum gjørdi millum annað, at fólk vórðu misbrúkt, tey mistu teirra móðurmál og sambandið við skyldfólk og heimbygdina. Vilja rannsaka Bush og píning Fólkatalið veksur 1. mai í ár var fólkatalið í Føroyum 48.629. Tað eru 87 fleiri enn 1. Januar í ár.186 børn vórðu fødd fyrstu fýra mánaðirnar, meðan 124 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 62. 328 fólk fluttu av landinum, meðan 353 fluttu til Føroya. Fólkatalið minkaði í Sandoyar sýslu, meðan tað vaks í hinum økjunum. Størsti vøksturin var í Norðoyggjum.