Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 18. juli 2011 27 Rein tænasta á høgum stigi Tváttur á Skála er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg í at vaska klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar við nútímans tøkni og høgum tænastustigi eins og fyritøkan lýkur øll krøv til umhvørvisvernd. Ein sera framkomin og væl virkandi vaskifyritøka í Føroyum er Tváttur á Skála. Tváttur byrjaði í 2002 sum eitt vaskarí, men hesi seinastu árini er fyritøkan eisini vorðin veitari av klæðum. Talan er um eitt kent handilskonsept, sum verður nevnt Textile Service við fleiri ymiskum konseptum til bæði vinnu­ og privatkundar. Í sambandi við at krøvini til reinføri í matvøruframleiðslu herðast alsamt, er hetta eisini galdandi fyri, hvussu arbeiðsklæðini hjá starvsfólkum á virkjum verða vaskað og viðlíkahildin. Fyri flakavirkir og alivinnuna vaskar og sóttreinsar Tváttur øll vanlig arbeiðsklæði so sum kitlar, oljuklæði, handskar, draktir o.s.fr. Vit leggja stóran dent á at halda ásett krøv, og kunnu skjalprógva hvørt einstakt vask sum t.d. hitan, sápuevni, sápumongdina og vatnnýtsluna, sigur Hjalmar Kollslíð, stjóri í Tvátti. Ein tænasta, ið Tváttur kann bjóða, er at taka sær av koyggjuklæðu­ num hjá sjófólki. Tá ið skipini koma inn, tekur Tváttur sær av brúktu klæðunum og letur rein koyggjuklæði umborð til næsta túrin. Til gistingarhús, matstovur, ellisheim o.a. veitir Tváttur eina serstaka tænastu fyri at gera tað ómakaleyst hjá hesum fyritøkum og stovnum, hvørs virksemi fevnir um sovikømur, bað og matstovur. Tváttur heintar, vaskar og leggur saman seingjarklæði, handklæði, dúkar og annars tey klædnapløgg, ið avtala er gjørd um. Útleigan er eisini ein partur av virkseminum hjá fyritøkuni, ið leigar út dúkar í besta kvaliteti, sum hóska væl til ymisk høvi sum barnadóp, føðingardagar, brúdleyp og aðrar veitslur. Eisini ber til at senda egnar dúkar til at vaska og rulla, tá ið veitslan er av. Tváttur vaskar eisini dýnur, koddar og toppmadrassur við teldu­ stýrdum dampvaskimaskinum, sum liva upp til strangastu krøv til vasking. Hjalmar Kollslíð sigur, at á Tvátti eru vit tilvitaði um, at vaskievni kunnu vera skaðilig fyri umhvørvið. Tí arbeiða vit dúgliga við at tryggja, at okkara virksemi ikki er skaðiligt á nakran hátt. Í hesum sambandi hava vit fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvis­ stovuni. Nýliga hevur fiskasjúkudeildin á Heilsufrøðiligu starvs­ stovuni góðkent Tvátt til at flyta og vaska arbeiðsklæði, sum verða nýtt í alifyritøkum. Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kunnu vit tryggja at allar vaskiuppgávur verða loystar á fult tryggan hátt til kappingarføran prís uttan mun til um talan er um veitingar til virki, skip, stovnar ella privatar kundar, sigur Hjalmar Kollslíð. Tekstur: Magnus Gunnarsson / Sosialurin 341800 Sp/f Tváttur Sýnávegur 2 FO- 480 Skála Tel. 441840 www.tvattur.fo Meira upplýsingar, um tænasturnar sum Tváttur veitir, eru at finna á heimasíðuni