mánadagur 18. juli 2011síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
26
Og levera aftur
við dyrnar
turka, strúka
Og leggja saman
sóttreinsa,
vaska Og skOla
vit heinta
klæðini
Ein dúndýna verður oyðiløgd, um hon
ikki verður vaskað og luftað út, tí sveitti og
kroppshitin gera at dún og fjaðrar kollapsa,
soleiðis at dýnan við tíðini missur síni evni
og verður ikki so heit at sova undir meira.
Væta og sveitti geva góðan gróðrarbotn hjá
bakterium og skriðkyktum, vísir kann ingin sum
Interresearch hevur gjørt fyri Søndagsavisen.
Ráðini eru at vaska dýnuna og koddan minst tvær ferðir um árið. Tað, at dýnurnar
ikki verða vaskaðar, ger tær til livandi bakteriubumbur. Ringast er hjá teimum,
sum eru allergisk yvir fyri hesum skriðkyktum. Tey reagera við skriða í eygunum og
astmasymptomum sum hosta og trupulleikum við at anda, sigur Betina Hjorth,
ráðgevingarstjóri í Astma Allergi Forbundet.
Nógv lata vera við at vaska dýnur, tí tey halda tað vera trupult og strævið, ella tí
tey halda, at tað er nóg mikið at skifta seingjarklæði aðru hvørja viku. Eisini eru
tað mong sum halda, at tað er nokk bara at hanga dýnuna út á snór. Um ein dýna
ikki er vaskað í eini 10 ár, vigar hon 10 prosent meira, enn tá hon var nýggj. Hetta
kemst av skitti og skarni frá hesum skrið kyktum. Tvey skriðkykt verða skjótt til
milliónir, um dýnan ikki verður vaskað javnan. Stórar dýnur krevja at vera vaskaðar
í eini ídnaðar vaskimaskinu. Tað hevur eins stóran týdning at dýnurnar verða væl
turkaðar í eini turkitrumlu.
Tváttur hevur førleika til at vaska dýnur, koddar og topp madrassur við teldu
stýrdum dampvaskimaskinum, sum liva upp til strangastu krøv til vasking. Við
framkomnari tøkni kunnu vit tryggja, at allar vaski uppgávur verða loystar á fult
tryggan hátt til kappingarføran prís.
tváttur hevur spesialiserað seg í at vaska klæði til einstaklingar,
vinnufyritøkur Og almennar stOvnar við nútímans tøkni Og høgum
tænastustøði eins Og fyritøkan lýkur øll krøv til umhvørvisvernd
Dýnur, sum ikki verða vaskaðar, eru góður gróðrarbotnur hjá bakterium og
skriðkyktum, vísir ein nýggj kanning sum Interresearch hevur gjørt fyri danska
blaðið Søndagsavisen. Tváttur hevur førleika til at loysa hendan trupulleika
Dýnur fyltar við skriðkyktum
Vit heinta og levera fyri vinnukundar: