mikudagur 4. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 23 - 4. februar 2004
Nr. 23 - 4. februar 2004
3
Tríggir eykamenn úr
Fólkaflokkinum verða
at síggja í tinginum, nú
flokkurin hevur kosið
sær landsstýrismenn:
Jákup Mikkelsen fyri
Jógvan við Keldu, Poul
Michelsen fyri Bjarna
Djurholm og Kjartan
Joensen fyri Jógvan á
Lakjuni
NÝTT LANDSSTÝRI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í Norðoya valdømi gjørdist
Anfinn Kallsberg stóri
atkvøðuslúkurin.
Hann
fekk 819 persónligar at-
kvøður. Næstur honum var
Jógvan við Keldu við 198
og bert fýra atkvøður aftari
var Jákup Mikkelsen, sum
nú altso skal røkja ting-
sessin fyri Jógvan við
Keldu.
Í Suðurstreymoyar val-
dømi var Bjarni Djurholm
fremstu
av
fólkafloks-
monnunum. Hann fekk 595
persónligar
atkvøður.
Næstur honum var Óli
Breckmann við 450 at-
kvøður. Síðani kom Poul
Michelsen við 335 at-
kvøðum. Hann tekur í
morgin sæti á tingi fyri
Bjarna
Djurholm,
sum
heldur fram í landsstýrin-
um.
Í Eysturoyarvaldømi var
Jógvan á Lakjuni fremstur
á fólkaflokslistanum. Hann
fekk 409 persónligar at-
kvøður, og næstur honum
var Kjartan Joensen í Leir-
vík. Hann fekk 155 atkvøð-
ur - og verður tað hann, ið
fer at røkja tingstarvið, nú
Jógvan á Lakjuni verður
landsstýrismaður.
Varatingmenn hjá
Johan Dahl og
Bárði Nielsen verða
ávikavist Olav Eno-
moto úr Vestmanna
og Jaspur Vang á
Tvøroyri
NÝTT LANDSSTÝRI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú Bárður Nielsen og
Johan Dahl fara í lands-
stýrið, koma Jaspur Vang
og Olav Enomoto á ting
Báður Nielsen fekk eitt
sera gott persónligt val í
Norðstreymoyar valdømi
á valinum 20. januar.
Hann fekk heilar 357
atkvøður. Næstur á list-
anum var Olav Enomoto,
sum við 78 atkvøðum er
næstur – og fær hann tí
sæti á tingi so leingi
Bárður Nielsen er lands-
stýrismaður.
Johan Dahl var við 245
persónligum atkvøðum
fyrstur á sambandslist-
anum í Suðuroy. Næstur
honum er Jaspur Vang
við 174 atkvøðum, og
verður hann løgtings-
maður fyri Sambands-
flokkin í Suðuroy so
leingi Johan Dahl er
fiskimálaráðharri.
Johan Dahl í Vági og
Bárður Nielsen í
Vestmanna verða
landsstýrismenn
Sambandsfloksins
NÝTT LANDSSTÝRI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Bárður Nielsen í Vest-
manna verður landsstýris-
maður í fíggjarmálum, og
Johan Dahl úr Fámjin
verður landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Bárður Nielsen er 31 ára
gamal. Hann er sonur
Gunnvá Winther og Boga á
Steig. Hann er giftur Rakul,
sum er dóttir Jórun og Jóan
Magnus Lamhauge í Havn.
Bárður er roknskapar-
leiðari hjá Kollafjord Pela-
gic síðani 2001. Framman-
undan var hann grann-
skoðari hjá P/F Rasmussen
og Weihe frá 1993-2000.
Báður
Nielsen
varð
valdur á ting í 2002 og varð
afturvaldur á valinum 20.
januar við 357 persónligum
atkvøðum.
Johan Dahl er 44 ára
gamal. Hann er sonur
Ebbu, f. Albinus, nú Hov-
gaard, og Jógvan Dahl úr
Vági. Hann er giftur Lindu
Herdalur.
Johan er útbúgvin banka-
maður í 1981 og hevur ávís
prógv innan merconomút-
búgving. Hann var stjóri
hjá A/S J. Dahl Gørðum og
Vágs Skipasmiju frá 1982-
90, stjóri í World Seafood
1991-1992, í Spf. Faromar
frá 1997 og síðani 1998 í
Faroe Coldstores.
Johan Dahl varð valdur á
ting í 2002 og afturvaldur á
valinum 20. januar við 245
atkvøðum.
Fólkaflokkurin hevur
kosið sær Jógvan á
Lakjuni og Jógvan við
Keldu sum lands-
stýrismenn aftur at
Bjarna Djurholm,
sum heldur fram í
Vinnumálastýrinum
NÝTT LANDSSTÝRI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni fer at um-
sita mentanarmál, Bjarni
Djurholm vinnumál, og
Jógvan við Keldu fer at
umsita nýggja aðalráðið,
Innlendisráðið.
Hvørki Jógvan við Keldu
ella Jógvan á Lakjuni hava
áður roynt seg í landsstýri,
men báðir hava hollar
royndir frá tingarbeiði – og
Jógvan við Keldu hevur
harumframt drúgvar roynd-
ir í kommunalpolitikki í ein
mansaldur. Hann hevur
verið borgarstjóri í Klaks-
vík í 16 ár.
Jógvan á Lakjuni er 51
ára gamal og úr Fuglafirði.
Hann er sonur Mariu og
Jákup Oluf á Lakjuni og er
giftur Odvør, sum er dóttir
Herborg og Gunnar Gunn-
arsson í Havn. Jógvan er
útbúgvin lærari. Hann var
sjómaður frá 1969-72 og
fólkaskúlalærari frá 1977-
89 og lærari á Handils-
skúlanum á Kambsdali
síðani 1989.
Hann hevur verið løg-
tingsmaður síðan mai 1998.
Hann sat sum varamaður á
tingi í styttri og longri
tíðarskeið frá 1989 til 1996.
Jógvan við Keldu er 60
ára gamal. Hann er úr
Klaksvík, sonur Giggu og
Theodor við Keldu. Hann
er giftur Betty, sum er dóttir
Betty og Peter Skaale av
Toftum. Hann er útbúgvgin
innan skrivstovu- og handil
frá 1961-64 hjá J. F. Kjøl-
bro í Klaksvík.
Jógvan hevur verið bý-
ráðslimur í Klaksvík síðani
1971,
býráðsformaður
1981-88 og aftur frá 1993-
2000. Hann hevur verið
løgtingsmaður frá 1988-90
og aftur síðani 1998.
Bjarni Djurholm er 46
ára gamal. Hann er úr
Kollafirði, sonur Gündu og
Niels
Paula
Djurholm.
Hann er giftur Eydnu Djur-
holm, f. Jacobsen.
Bjarni Djurholm er út-
búgving
lærari.
Hevur
starvast sum lærari á Skúl-
anum á Trøðni 1982-84 og
á Tekniska Skúlanum í
Havn frá 1984-96. Síðani
1996 hevur hann verið
varaskúlastjóri á Eystur-
skúlanum, higani hann
hevur havt farloyvi síðani
hann varð landsstýrismaður
í august 2000.
Johan fiskimálaráðharri og
Bárður fíggjarmálaráðharri
Jógvan, Bjarni og Jógvan í landsstýrið
Olav Enomoto
og Jaspur Vang
á ting
Jákup, Poul og Kjartan á ting
Nýggju tingmenninir hjá Sambandsflokkinum eru Jaspur
Vang av Tvøroyri og Olav Enomoto úr Vestmanna
Mynd: Jens Kristian Vang
Kartin Hansen, fráfarni
fíggjarmálaráðharrin, ynskir
nýggja mentamála-
ráðharranum, Jógvani á
Lakjuni, tillukku
Mynd: Jens Kristian Vang
Johan Dahl
Bárður Nielsen
Creamy mamman:
Eg fari aftur at syngja
Hon bleiv heimskend í
Danmark fyri nøkrum
árum síðani, tá hon
saman við vinkonu
síni Rebecca myndaði
duettina Creamy. Á
sumri í 2002 fór
Creamy í søguna, og
fyri trimum mánað-
um síðani fekk
Rannvá Joensen ein
son. Men hon hevur
framvegis ætlanir um
at fara aftur at syngja
og framføra
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Rannvá Joensen er 18 ára
gomul og júst vorðin
mamma til ein fittan drong,
sum eitur Victor. Hann varð
føddur tann 30. november í
fjør, og Rannvá gongur nú
heima og hugnar sær saman
við soninum. Hon hevur
ikki sungið nakað serligt
síðani tær seinastu kon-
sertirnar við Creamy, sum
vóru á sumri í 2002.
Men
Rannvá
hevur
kortini ikki slept tónleikin-
um heilt. Henni dámar
framvegis líka væl at
syngja, men hon tekur tað
bara róligt fyri tíðina. Hon
veit ikki, nær hon fer aftur í
holt við tónleikin, men tann
stóri dreymurin hjá henni er
at geva eina jazz fløgu út.
– Tað kann fara at verað
um eitt ár, og tað kann eis-
ini verða, tá eg eri fylt 30
ár, sigur songkvinnan, sum
býr hjá foreldrunum hjá
sær í Aalborg.
Bíðistøða
Rannvá sigur, at henni dám-
ar sera væl at framføra og
syngja, men hon kann sigast
at vera í eini bíðistøðu nú. Tí
hugurin til sang og fram-
førslur er har enn, men ikki
nóg góður til, at hon veru-
liga ger nakað við tað.
Henni hevur altíð dámt
væl at framføra og syngja,
men tað, sum kom í kjalar-
vørrinum av Creamy og at
blíva kend, var minni gott,
heldur hon.
– Tá fólk kenna teg aftur,
mást tú altíð vera tilreiðar
við einum smíli ella einum
autografi, og tað kann vera
troyttandi ikki at kunna
ganga á gøtuni uttan at vera
steðgað, sigur hon.
Hóast hetta, so hevur
Rannvá ætlanir um at byrja
aftur at syngja, hon veit
bara ikki, nær tað verður.
Hon hevur góðar stundir og
dámar væl at ganga heima
og hugna sær við soninum.
Hon sigur, at tað var ein
stór broyting í lívinum at
gerast mamma, men hon
hevur fingið nógva og góða
hjálp frá mammu síni.
– Eg fari aftur á pallin,tá
stundin er til tað. Tað er ikki
nakað, sum eg hugsi um til
dagligt. Eg bíði bara til hug-
urin til tað kemur aftur av
álvara, og so fari eg í gongd
aftur. Eg veit, at eg fari at
tíma aftur, sigur føroyski
songfuglurin í Aalborg púra
avgjørd á málinum.
Vinkonur
Hin helvtin av Creamy,
Rebecca býr í Hirtshals, og
tær báðar síggjast ikki so
nógv fyri tíðina. Tær hava
hvør sítt lív. Rannvá við
sínum barni í Aalborg, og
Rebecca á einum skrædd-
araskúla í Hirtshals. Re-
becca hevur ætlanir um at
gerast sniðgevi, og Rannvá
hevur ikki enn tikið støðu
til, hvat hon ætlar sær, tá
Victor er blivin størri.
– Vit síggjast ikki so
nógv longur, men tá vit so
síggjast, so hava vit altíð
nógv at práta um. Vit eru
framvegis vinkonur, greiðir
Rannvá frá.
Tað er áleið ein tími
ímillum tær báðar at koyra,
og tað ger ivaleyst sítt til, at
tær ikki síggjast so ofta.
Hatta var tað
Creamy kom flúgvandi inn
á danska marknaðin í 1999,
tá tær góvu út fløguna
Æblemand. Árið eftir kom
so enska fløgan We got the
time og í 2001 góvu tær út
eina jólafløgu. Umframt út-
gávurnar hildu tær nógvar
konsertir, og tað var ein
strævin, men stuttlig og
spennandi
tíð,
minnist
Rannvá aftur á.
Tað vóru boð eftir gent-
unum allastaðni, og fløgur-
nar gingu sum heitt breyð.
Men á sumri í 2002 høvdu
tey øll fingið nóg mikið. Tey
hittust øll til eitt prát, um
hvat
tey
skuldu
gera
framyvir. Rannvá greiðir
frá, at tey vóru samd um, at
hatta var tað, og at Creamy
skuldi fara í søguna.
– Tað vóru sjálvandi
nógv børn og ung, sum eft-
irlýstu okkum og vóru
hørm, men hatta vóru vit
samdar um, var tað rætta at
gera, sigur Rannvá, sum als
ikki letur til at hava angrað
avgerðina eina løtu.
Aftaná fór Rannvá á eft-
irskúla í eitt ár, síðani ar-
beiddi hon sum húshjálp í
eina tíð.
– Og so var eg eisini við
barn, so nógv er hent hetta
hálva annað árið, og eg havi
ikki havt stundir at hugsa
um, um eg angri tað ella
ikki. Eg sakni tað ikki so
nógv, men tó sakni eg at
framføra, viðgongur unga
mamman.
Til Føroyar
Rannvá hevur júst verið í
Føroyum og vitjað. Elsti
beiggi hennara, Sámal, er
júst fluttur aftur til Føroya
at búgva, so hon og Victor
fóru at vitja hann.
– Eg eri sera tætt knýtt at
mínum trimum beiggjum, og
eg vildi sleppa at vitja hann.
Og so sjálvandi at vísa Vict-
or fram fyri familjuni í Før-
oyum, greiðir Rannvá frá.
Hon hevur sjálv ikki búð í
Føroyum, síðani hon var
fýra ára gomul, men hóast
tað tosar hon avbera væl før-
oyskt. Tey tosa føroyskt í
heiminum, men uttanfyri
heimið tosar Rannvá bert
danskt.
Hon sigur, at hon kundi
hugsað sær at komið til
Føroyar at búð í eina tíð.
– Serliga aftaná at eg fekk
Victor er hugurin og tørvur-
in til at vera saman við fam-
iljuni í Føroyum voksin
nógv, so tað kann væl verða,
at eg flyti heim í eina tíð,
sigur Rannvá Joensen.
– Eg njóti tíðina, sum eg havi saman við Victor. Og eg bíði tolin til hugurin at syngja og framføra av álvara kemur aftur. Tí tað veit eg, at hann ger, sigur Rannvá Joensen, sum bleiv kend í
Danmark sum onnur helvtin av duettini Creamy
C
M
Y
K
3
2