Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 23 - 4. februar 2004 Nr. 23 - 4. februar 2004 5 Føroysku gistingar- húsini verða í næst- um støðismett eftir donsku HORESTA skipanini. Tað merkir, at tey fara at fáa stjørnur, eftir hvussu støðið er HOTELVINNA Edvard Joensen Føroysku gistingarhúsini verða nú støðismett eftir danskari skipan, sum gevur stjørnur eftir, hvussu fys- iska støðið er. Fyrr hava tey verið mett eftir skotskari skipan, ið gongur eftir tænastuni. Jeffrei Johannesen, leið- ari á Hotel Tórshavn, Tórs- havnar Sjómansheimi, er formaður í Gistingarhús og matstovufelagnum. Hann sigur, at í heyst var ein maður frá donsku HOR- ESTA skipanini í Føroyum og metti um støðið á før- oysku gistingarhúsunum. Hann gav ikki stjørnur á hesi ferðini, men kom við vegleiðingum og greiddi frá teimum krøvum, sum sett verða teimum gisting- arhúsum, ið eru við í skip- anini. Tað eru nevniliga ikki øll tey føroysku gistingarhús- ini, ið hava havt vitjan av hesum eftirlitsmanninum, sigur Jeffrei Johannesen. Summi teirra heildu best vera at bíða eina tíð og síggja, hvussu onnur vórðu støðismett, áðrenn tey meldaðu til, sigur hann. Øll gistingarhúsini, hesin eftirlitsmaðurin vitjaði, kenna krøvini, sett verða teimum, sigur Jeffrei Jo- hannesen, og nú verður so bíðað eftir, at eftirlitið kem- ur aftur einaferð í vár og rættiliga fer at døma hotell- ini og geva teimum stjørnur hareftir. Tað eru í fyrsta umfari bara hotell, sum eru við í støðismetingini hjá HOR- ESTA. Matsovurnar eru ikki við enn, sigur formað- urin í felagnum hjá gisting- arhúsum og matstovum. Jeffrei Johannesen sigur, at støðið á føroysku gist- ingarhúsunum er bara heilt hampiligt. Vit kunnu væl vera við í altjóða meting- um, sigur hann. Hann heldur ikki, at nøk- ur grund er til at fara at til- laga føroysku gistingarhús- ini til nakra serføroyska skipan. Vit vilja verða al- tjóða mett, og tí skulu vit eisini hava gistingarhús á sama støði, sum onnur lond hava. Hann metir donsku skip- anina at vera góða. Eitt nú hava bæði sviar og ís- lendingar eisini støðismett síni hotell eftir hesi skip- anini, vísir hann á. Fleiri av føroysku hotell- unum hava longu stjørnur, sum fingnar eru eftir eini skotskari skipan. Tey vórðu støðismett fyri nøkrum árum síðan, og tey klára eisini øll hesi krøvini enn. Men hendan skipanin gekk meira upp á tænast- una. Tann danska gongur hinvegin upp á tað fysiska, so sum hvussu nógv øsku- bikar skulu vera, ella hvussu baðirúmið skal síggja út o.s.fr. sigur Jeffrei Johannesen. Gistingarhúsini fáa stjørnur Leiðarin á Kunning- arstovuni í Tórshavn hevur júst verið í Spania eftir virðisløn, sum Kunningarstov- an hevur fingið fyri gongutúrarnar, skip- að hevur verið fyri. Virðislønin er ein gyltur tarvur FERÐAVINNA Edvard Joensen Leiðarin á Kunnignarstov- uni í Havn hevur verið í Spania og tikið í móti viðr- isløn, Kunningarstovan hev- ur fingið tilluttaðað fyri at skipa fyri gongurtúrum við ferðaleiðara bæði í Havn og kring landið annars. Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni, er í hesum døgum í Dnamark á veg heim aftur úr Spania. Hon greiðir frá, at hon fekk fráboðan um, at Kunn- ingarstovan hevði fingið hendan heiðurin tillutaðan, og at takast skuldi í móti virðirslønini í Spania, um Kunningarstovan skuldi hava hana. Tað vóru latnar virðisløn- ir til umleið 130 fólk, ið møtt vóru á samkomu í Sania, sigur Ingigerð á Trøðni. 150 fólk og stovnar vóru innstillað, men tey, sum ikki møttu, fáa so onga heiðursløn. – Eg eri ógvuliga fegin um hesa viðurkenningina, og eg kenni meg at vera komna í sera gott selskap, sigur Ingigerð á Trøðni. Har vóru fólk úr mest- sum øllum heiminum, sigur hon. Nógv vóru úr Karibia, og sera nógv vóru bæði úr Afrika og úr Eystureuropa. Ein teirra, sum fekk hesa virðislønina, var ein suður- afrikanari, sum hevði ein heldur øðrvísi matstovu. Talan var um eina matstovu, um lá inni í eini gjógv, sum siglast mátti til, og har inni lá so matstovan sum á einum kópalátri, greiðir Ingigerð á Trøðni frá. Í hesum sambandi kemur hon inn á, at tað kanska kundi verið stuttligt at roynt okkurt sovorðið her hjá okkum. Vit hava umstøður- nar at gera tílíkt, vísir hon á. Ein teirra, sum fekk virð- islønina, var ein gamal fransmaður, sum í áravís hevur skipað fyri einum pianofestivali, ið er vorðin eitt tiltak, ið heimskendir pianistar kappast um at sleppa við á. Kunningarstovan í Tórs- havn hevur fingið virðis- lønina fyri teir gongutúrar- nar við ferðaleiðara, sum skipað hevur verið fyri í áravís. Bæði gongutúrarnar út í Tinganes eins og teir túrarnar, skipað hevur verið fyri kring landið, sigur Ingigerð á Trøðni frá. Hóast virðislønin er latin Kunningarstovuni eftir innstilling, ber ikki til at fáa at vita, hvør tað er, sum innstillað hevur, sigur Ingi- gerð á Trøðni. Men hon tekur aftur í aftur, at hon er sera errin og fegin um hesa viðurkenningina.å Ingigerð fingið gyltan tarv Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni í Tórs- havn, hevur verið í Spania og tikið í móti virðisløn, sum latin er fyri gongutúrar við ferðaleiðara, ið Kunningar- stovan skipar fyri Samgongan váttar: Góðar inntøkur fáa mest í skattalætta – Endamálið við ætl- aða skattalættanum hjá samgonguni, er at stimbra vinnulívið, sigur Bárður Nielsen SKATTALÆTTIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er rætt, at tað verða tær góðu inntøkurnar, sum fáa tann størsta skattalættan í krónum og oyrum. Tað váttar Bárður Niel- sen, úr sambandsflokkin- um. Eftir ætlan skuldi hann veljast til landsstýrismann í fíggjarmálum seinnapartin í gjár og sostatt verður tað hann, ið kemur at standa á odda fyri skattapolitikkin- um hjá samgonguni. Síðani samgongan varð skipað, hevur nógv verið tosað um ætlaða skattalætt- an, sum samgongan ætlaði at lata. Útrokningar, sum Út- varpið og Sjónvarpið fingu Toll- og skattstovuni at gera mánadagin, vísa, at hetta ein skattalætti, sum mest kemur teimum góðu inn- tøkunum til góðar. Hinvegin fáa vanligar verkamannalønir lítlan og ongan skattalætta. Tí hava vit spurt høvuðs- mannin aftanfyri skatta- lættan, Bárð Nielsen úr sambandslfokkinum, um hann er samdur við útrokn- ingunum. Og hann váttar, at í krón- um og oyrum verða tað tær hægru inntøkurnar, sum fáa teir størstu skattalættarnar. Hann sigur eisini, at skatta- lætti, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja, verður í høvuðs- heitinum veittur eftir teirri ætlan, sum sambandsflokk- urin hevur arbeitt við nú í langa tíð nú. Men samgongan hevur samstundis gjørt greitt, at skattalættin skal í mesta lagi kosta 60 milliónir um ári í hesum valskeiðnum, ella 240 milliónir tilsamans. Men í útrokningunum hjá Toll- og skatt, fer ætlaða skattalættin bara í ár at kosta yvir 100 milliónir, bara í ár. – Tað kemur hann ikki at kosta, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at samgongan hevur gjørt av, at skattalætt- in skal ikki kosta meiri enn 60 milliónir um árið. Vísa útrokningar, at ætlaði lættin fer at kosta meiri, verður skattalættin lækkaður, so at hann ikki kostar meiri enn 60 milliónir. – Tað er ein treyt í sam- gonguni. Endamálið er at lækka skattin við teimum prosentum, sum eru nevnd í undirskjalinum til sam- gonguskjalið, men fer kostnaðurin upp um 60 milliónir, verður skatta- lættin endurskoðaður. Stimbra vinnuna Bárður Nielsen sigur, at endamálið við skattapolit- ikkinum er at gera eina meiri proportionala skipan. – Tað gera vit, fyri at løn- takarar ikki skulu gjalda so nógvan skatt av teimum síðst vunnu krónunum, Hann sigur, at tað, sum er hent seinastu árini, er, at løntakarar hava goldið 55- ella 56% í skatti av teimum lønarhækkingum, teir hava fingið. – Tað merkir, at hvørja ferð, ein arbeiðari hevur fingið fimm krónur í løn- arhækking, eru tríggjar krónur farnar í skatti. – Hann sigur, at hetta førir við sær, at lønartrýstið alsamt herðist. Hann vísir eisini á, at hó- ast lønirnar eru nógv hækk- aðar síðani 1997, er keypi- orkan hjá einum arbeiðara lækkað. – Sostatt tekur skattapol- itikkurin, sum hevur verið rikin hesi seinastu árini, bæði kappingarførið undan vinnuni og arbeiðshugin frá fólki. Bárður Nielsen sigur, at endamálið við vinnupolit- ikkinum er at stimbra vinnulívið. – Tað gera vit við at forða fyri einum stórum lønar- vøkstri og tað gera vit best við at lækka skattin á teim- um seinast forvunnu krón- um. Hann sigur, at hetta er nú vent á høvdið, so at summi hava ført fram, at vit lækka skattin fyri at stimbra vinnulívið. – Tað er akkurát øvugt. Vit ætla at stimbra vinnulív- ið fyri at skapa vøkstur. Tá ið vøksturin er skaptur, koma vit at mangla arbeiðs- megi. Men fyri at fáa fleiri arbeiðstímar burturúr ar- beiðsstyrkini, sum er, mugu vit lækka skattiin á seinast forvunnu krónunum fyri at stimbra arbeiðshugin. – Sostatt ætla vit at stimbra vinnulívið við øðr- um tiltøkum, men fyri at tryggja vinnulívinum ar- beiðsmegi, lækka vit skattin. Natúrlig gongd Annars skilst á Bárði Nielsen, at hann heldur, at tað er natúrligt, at tey, sum forvinna nógv, eisini fáa størstan skattalættan í krónum. – Ein, sum forvinnur heilt lítið, betalir kanska bara 25-30% í skatti. Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at ein ein slík løn eigur at fáa skattalætta. Annars vísa talvurnar svart upp á hvítt, hvussu skattalættin hjá samgong- uni fer at ávirka ymsar lønarbólkar. Bárður Nielsen sigur, at hesi seinastu árini hevur lønarvøksturin verið so stórur, at skattalættarnir hava onki munað, soleiðis sum undanfarna samgonga skipað teir. Í veruleikanum er veruleikin tann, at saml- aða skattatrýstið er økt 3%. – Tí virkar skattaskipanin ikki, sum ætlanin var og tí er eisini neyðugt við eini kollveltandi broyting. Men hann vísir eisini á, at ætlaði skattalættin førir við sær, at øll fáa ein lætta. Í fleiri av talvunum hevur hann brúkt eini heilt vanlig hjún sum dømi og tær útrokningarnar vísa, at tey flestu fáa ein stóran skatta- lætta. Hjún Inntøka Hjún Kona Maður Íalt Minni skatt Inntøka Minni skatt 150000 250000 400000 150000 Verandi skattaskipan 45960 99360 145320 Verandi skattaskipan 45960 Nýggj skattaskipan 43200 84200 127400 17920 Nýggj skattaskipan 43200 2760 Inntøka Hjún Kona Maður Íalt Minni skatt Inntøka Minni skatt 100000 300000 400000 250000 Verandi skattaskipan 25260 127360 152620 Verandi skattaskipan 99360 Nýggj skattaskipan 23100 104700 127800 24820 Nýggj skattaskipan 84200 15160 Inntøka Hjún Kona Maður Íalt Minni skatt Inntøka Minni skatt 100000 200000 300000 350000 Verandi skattaskipan 25260 71360 96620 Verandi skattaskipan 155360 Nýggj skattaskipan 23100 63700 86800 9820 Nýggj skattaskipan 128700 26660 Yvirlit yvir skatt av arbeiðaralønum 1997-2004 (2008) Lønar- og skattabroytingar 1997-2004 (2008) Kommunuskt 20 % Nettoskattur Árstal Lønarh. Lønarh. Skattah. Hækking í Árstal Tímaløn Ársinnt. Skattur Nettoinnt.í % av innt. í % nettoinnt. av hækk. Marg.sk. 1997 75,86 136.548 42.999 93.549 31,49% 1997-98 1,0% 1.368 619 749 45,25% 1998 76,62 137.916 43.618 94.298 31,63% 1998-99 4,6% 6.390 3.348 3.042 52,39% 1999 80,17 144.306 46.966 97.340 32,55% 1999-00 4,4% 6.390 3.544 2.846 55,46% 2000 83,72 150.696 50.510 100.186 33,52% 2000-01 5,1% 7.632 2.084 5.548 27,31% 2001 87,96 158.328 52.594 105.734 33,22% 2001-02 4,8% 7.632 3.327 4.305 43,59% 2002 92,20 165.960 55.921 110.039 33,70% 2002-03 4,7% 7.740 2.858 4.882 36,93% 2003 96,50 173.700 58.779 114.921 33,84% 2003-04 4,5% 7.740 2.187 5.553 28,26% 2004 100,80 181.440 60.966 120.474 33,60% 2004-05 4,3% 7.740 4.335 3.405 56,01% 2005 105,10 189.180 65.301 123.879 34,52% 2005-06 4,1% 7.740 4.334 3.406 55,99% 2006 109,40 196.920 69.635 127.285 35,36% 2006-07 3,9% 7.740 4.335 3.405 56,01% 2007 113,70 204.660 73.970 130.690 36,14% 2007-08 3,8% 7.740 4.334 3.406 55,99% 2008 118,00 212.400 78.304 134.096 36,87% Hesar talvurnar hevur samgongan sjálv gjørt, fyri at vísa, hvussu ætlaði skattalættin fer at ávirka ymsar inntøkubólkar Tá ið hendan greinin varð skrivað, varð alt, sum bendi á, at tað verður Bárður Nielsen, sum skal standa á odda fyri fíggjarpolitikkinum hjá hesi samgonguni. Ætlaði skattapolitikkurin fer at geva øllum ein trivaligan skatta- lætta, men tað vil so vera, at tey, sum hava høgar inn- tøkur, fáa mest í skattalætta, sigur hann Um ongar broytingar verða gjørdar í landsskattastiganum, og lønarvøksturin verður tann sami í krónum, sum í 2004, verður skattatrýstið á eini arbeiðaraløn 37% í mun til núverandi 33,6% og var hetta í 1997 einans 31,5%. Henda talvan vísir, at um landsskattastigin verður óbroyttur komandi árini, verða 56% goldin í skatti av lønarhækkingum hjá einum arbeiðara. C M Y K 5 4