Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 23 - 4. februar 2004 Nr. 23 - 4. februar 2004 7 Fyri fyrstu ferð nak- rantíð varð ting- formaðurin einmælt valdur av Føroya Løgtingi. Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen og Óli Breckmann halda fram í formansskap- inum í løgtinginum TINGIÐ SETT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Klokkan tíggju týsmorg- unin setti aldursforsetin, Sverre Midjord nýggja tingið. Á skránni var góð- kenning av valbrøvum og val av tingformanni og for- manskapi. Ikki heilt óvænt- að varð Edmund Joensen afturvaldur sum tingfor- maður. Allir 32 tinglimirnar at- kvøddu fyri Edmundi og okkum kunnugt er tað fyrstu ferð í søgu Føroya løgting, at tingformaðurin verður einmælt valdur. Seinastu 80 árini hevur Føroya løgting valt tingfor- mannin. – Eg eri ótrúliga fegin um at verða afturvaldur. Ser- liga fegin eri eg um, at eg varð einmælt valdur og tað taki eg sum eitt herðaklapp frá bæði samgongu og and- støðu frá farna tingskeiði, sigur Edmund Joensen Afturat Edmundi Joensen í formansskapinum, vórðu Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen og Óli Breck- mann allir afturvaldir. Her- geir Nielsen er fyrsti næst- formaður, Vilhelm Johann- esen annar og Óli Breck- mann triðji næstformaður. Heidi og John nýggj Øll 32 andlitini, sum Før- oya fólk valdi á ting 20. januar, møttu á fyrsta ting- fundinum. Tinglimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum møttu øll í føroyska búnanum. Av teimum 32 tinglimunum, vóru tað bert tjóðveldis- tingkvinnan, Heidi Peter- sen og javnaðartingmaður- in, John Johannessen, sum aldri áður hava verið á tingi. Siðvenjan er at aldurs- forsetin setur nýggja tingið. 70 ára gamli javnaðarting- maðurin, Sverre Midjord, er elsti tingmaður og tí fall tað honum í lut at seta tingið. Heðin Mortensen sigur, at tað, sum er hent í sambands- flokkinum hesar seinastu dagarnar, líkist einum kvetti. Men tað fer at koma flokkinum aftur um brekkur LANDSSTÝRIS- MENN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta fer at koma okk- um aftur um brekkur. Tað heldur Heðin Mor- tensen. Hann hevur verið løg- tingsmaður fyri sam- bandsflokkin, men varð ikki afturvaldur hesu- ferð. Og hann dylir ikki fyri, at eftir hansara tykki er tað ein vanlukka fyri sambandsflokkin, at hann ikki hevur fer at hava landsstýrismann úr Suðurstreymoy í hesum valskeiðnum. – Suðurstreymoy er nógv størsta valdømi í landinum. Her býr ein triðingur av øllum veljar- unum og tað er ein takt- iskt mistak av teimum stóru, at sambandsflokk- urin ikki hevur landsstýr- ismann úr Suður- streymoy, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur, at tað verður ógvuliga tungt at vinna álitið á flokkin aftur í Suðurstreymoy og tað heldur hann fer at kosta flokkinum nógvar atkvøður á næsta løg- tingsvali. Samstundis er Suður- streymoy fullkomiliga slept upp á fjall og tað fer at merkjast aftur, tí tað skerst ikki burtur, at illviljin ímóti Suður- streymoy er stórur ímill- um aðrar politikarar, tí her skal bara onki fremj- ast. Tí hevur tað stóran týdning at verja økið og tað gerst bara við sterkari umboðan. Líkist einum kvetti Heðin Mortensen heldur, at tað, sum er farið fram innanfloks í sambands- flokkinum hesar seinastu dagarnar, líkist mest av øllum einum kvetti, har tað eru ávísir tingmenn, sum hava sligið seg sam- an um egin áhugamál. – Tað kann so ikki vera við atliti at, hvat er best fyri sambandsflokkin, at Johan Dahl og Bárður Nielsen skulu manna flokkin í Tinganesi. – Her hava persónlig viðurskifti gjørt seg galdandi, heldur hann. Hann ivast ikki í, at hetta er ein liður í einum taktikki, sum varð lagdur til rættis beinanvegin, samráðingarnar um nýggja samgongu byrj- aðu. – Tað sæst týðiliga av, at virkandi formaðurin í flokkinum las onga undirtøku fekk frá sínum floksfeløgum til at verða landsstýrismaður. – Tað sæst eisini við, at sambandsflokkurin mið- víst fór eftir teimum málsøkjum, sum hóskaði best til Bárð Nielsen og Johan Dahl. Samstundis varð dent- ur lagdur á at fáa løg- tingsformannin, sum ikki hevur nakran politiskan týdning. Heðin Mortensen hel- dur, at tað hevði verið rættari at bjóða fólka- flokkinum løgtingsfor- manninum, sum fegin vildi hava hann og so sett upp á at fingið tríggjar landsstýrismenn ístaðin. – Eftir tí, sum er komið fram, vóru tað eisini tríggir tinglimir, Bárður Nielsen, Johan Dahl og Edmund Joensen ið slógu seg saman um, hvør skuldi í landsstýrið og at Edmund Joensen skuldi verða løgtingsfor- maður. – Men tað hevði tænt flokkinum betri at sett Kaj Leo Johannesen til fiskimálaráðharra. – Í ítróttinum hava vit eitt hugtak, sum nevnist »ærligt spæl«. Tað haldi eg, at ávísir tinglimir í sambandsflokkin um kundi lært eitt sindur av, leggur hann afturat. Er orsøkin til at tú sig- ur hetta ikki tann, at varð Kaj Leo settur í lands- stýrið, so hevði tú slopp- ið aftur í Løgtingið? – Eg veit, at tað fer at verða uppfatað soleiðis. Men tað hevði heldur ikki verið órímiligt, um eg kom aftur á ting. Eg hevði hóast alt 400 at- kvøður, men verðið kort- ini settur uttanfyri. Nú verða umboð vald á ting við nøkrum og 70 at- kvøðum. – Sostatt havi eg ein stóran veljaraskara aftan- fyri meg og tað er ikki bara eg, sum verði vón- brotin. Tað eru eisini allir mínir veljarar og síðani tíðindini bórust, hava hundraðtals fólk vent sær til mín at geva vart við sína ónøgd, sigur Heðin Mortensen. Tingmenn hjá sambandsflokkinum hava ikki spælt ærligt spæl Søguligt formansval Óli Breckmann er royndasti tinglimurin. Seinni í ár kann hann hátíðarhalda 30 ára dagin á Føroya Løgtingi Aldursforsetin, Sverre Midjord, setti tingfundin. Her fær hann vegleiðing frá Súsonnu Danielsen og Edmundi Joensen Og harvið er Jørgen Niclasen eisini næstformaður Fólkafloksins POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Jørgen Niclasen verður nýggjur formaður í ting- bólkinum hjá Fólkaflokk- inum. Hóast Anfinn Kalls- berg, floksformaður, nú verður partur av tingmann- ingini, so verður tað ikki hann, sum verður formaður í tingbólkinum. – Vit hava ta skipan, at formaðurin í tingbólkinum er tann organisatoriski for- maðurin hjá flokkinum. Anfinn Kallsberg er floks- formaður, sigur Jørgen Niclasen. Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins er samstun- dis næstformaður í Fólka- flokkinum – og tí er spurn- ingurin nátúrligur, um Jør- gen Niclasen hervið er krúnprinsurin hjá Anfinni Kallsberg. – Nú ganga vit ikki so høgt upp í hatta við prins- um, men soleiðis hava vit nú valt at býtt arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen er 35 ára gamal. Hann varð valdur á ting í 1994. Men hann hevi eisini fast sæti á tingi fyri Svend Åge Ellefsen, sum var landsstýrismaður frá 1991-1993. Hann var eisini inni sum varamaður fyri tað í 1989 – sum einans 20 ára gamal. Jørgen Niclasen gjørdist eisini landsstýrismaður í 1998, tá John Petersen noyddist at leggja frá sær, og hann sæt í landsstýrin- um, til hann sjálvur noydd- ist at leggja frá sær 15. januar í fjør. Hóast ungur, so hevur Jørgen Niclasen longu drúgvar royndir í politikki – og tí er hann kanska eitt veruligt boð upp á nýggjan formann, tá Anfinn Kalls- berg einaferð leggur for- mansstarvið frá sær. Her er so nýggja tingið. Á fremstu røðu síggja vit umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum í føroyskum búna Bert tríggir kvinnur vórðu valdar á ting 20.januar. Her eru tær avmyndaðar í gongini í Løgtinginum, f.v. nývalda Heidi Petersen, Lisbeth L. Petersen og Annita á Fríðriksmørk Jørgen formaður í tingbólki Fólkafloksins Fyrrverandi tíðindamaðurin, John Johannessen tók fyri fyrstu ferð sætið á tingið fyri Javnaðarflokkin týsmorgunin. C M Y K 7 6