Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 23 - 4. februar 2004 Nr. 23 - 4. februar 2004 9 Á páskum fara tveir havnabólkar, Monkey Mongolia og Speaker, til Íslands at royna seg. Teir vera har eina góða viku, og fara at spæla allastaðni teir sleppa framat TÓNLEIKUR Jan Rúni Poulsen jan_runi@hotmail.com Á páskum fara tveir havna- bólkar til Íslands. Talan er um Monkey Mongolia og Speaker. Báðir bólkarnir halda til og venja í Margar- infabrikkini. Karl Anton Klein er høvuðsfyriskipari, men leggur stóran dent á, at bólkarnir eru við í fyri- reikingini. Speaker Bólkurin bleiv stovnaður í 2002, og er manningin næstan tann sama í dag. Bert tað, at ein guittar- spælari fór burturúr. Nú eru teir fýra ungir mans, ið manna bólkin. Speaker nevna teirra slag av tón- leiki, alternativan rock. Bólkurin leggur stóran dent á at skriva egin løg. Gjøgn- um hesi góðu tvey árini, bólkurin hevur spælt sam- an, hava teir spælt til einar tíggju til fimtan konsertir. Hesar vóru næstan allar fyriskipaðar saman við Karl Antoni, ið eisini skipar fyri túrinum til Íslands. Manningin í Speaker gleðir seg óført til at fara til Íslands og fara teir at spæla nakrar konsertir í Føroyum, áðrenn teir fara, fyri líka- sum at hita upp. Teir hopa uppá at fáa gott samband við onkran íslendskan bólk ímeðan teir eru har. Og ætlanir eru síðani, at bjóða hesum bólkum til Føroya at spæla. Spurdir um framtíð- arætlanir siga teir, at teir fara at herja á aftur,og koyra á víðari, tá ið teir koma aftur til Føroya. Monkey Mongolia Bólkurin var stovnaður í ár 2000. Hetta er ein bólkur, ið ofta hevur skift limir út. Bólkurin lýsir sítt slag av tónleiki sum friðarligan harðan rock. Byrjaðu at venja í kjallarunum hjá hvørjum øðrum, men fingu so einaferð eitt høli í Marg- arinfabrikkini. Hetta var júst tað, ið skuldi til fyri at reiðiliga at fáa gongd á. Nú venja teir fleiri ferðir um vikuna og spæla ofta til konsertir. Í mai mánaði í síðsta ár vunnu Monkey Mongolia Pop Top kapp- ingina og vunnu sær pláss til Ólavsøkukonsertina av tí sama. Eisini hava teir spælt nógvar konsertir á Margar- infabrikkini, á Vertshúsin- um, á jazz-festivalinum og á Meiarínum. Teir fara saman við Speaker at spæla nakrar konsertir áðr- nn teir fara til Íslands. Og teir fara somuleiðis bara at koyra á, tá teir koma aftur. Bólkurin hevur í løtuni einki ordiligt navn og manningin er skift út sein- astu dagarnar. Tað er so at siga ein nýggjur bólkur skilst. Næsta konsertin í Margarinfabrikkini verður 20. Februar. Ølkl eru væl- komin. Íslandstúrurin ,,Føroyar er so lítlar, hetta er ein grundin. Her upplivir man tað sama allatíðina. Pluss tað, at hetta er ein mennandi túrur fyri bólk- arnar. Hetta er sera gott fyri teir!" sigur Karl Anton. Høvuðsfyriskiparin aft- anfyri hetta megnar tiltakið er sum sagt, Karl Anton Klein. Hann fortaldi okk- um, at hann hevur skipað fyri tílíkum tiltøkum fyrr. Tá ið vit spurdu Karl Anton, hvat ið hann ger á Margarinfabrikkini, svaraði hann okkum, at hann hevur eitt felag ið eitur ART. Áhugafelag Rock Tónleik- ara. Hetta er eitt felag ið roynir at gera alt hvat ið tað kann fyri at bøta um korini hjá tónleikarum í Havnini. T.v.s. skaffa teimum hølir, skipa fyri konsertum har bólkarnir spæla og sum t.d. nú, ein uttanlandsferð. Tað er konsert í Margar- infabrikkini annaðhvønn fríggjadag. Her sleppa bólkarnir at royna seg, Og tiltøkini hava higartil fingið góða undirtøku. Høvuðs- grundin, til at Karl Anton valdi at fara uttanlanda við Speaker og Monkey Mong- olia er hon, at hann heldur at bólkar hava nøkur spæli- støð her í Føroyum, men tá ið ein bólkur hevur spælt líka nógv og leingji sum hesir báðir, er tíð at fara uttanlanda. Tí tá er ikki serliga nógv spælistøð eftir fyri teir her í Føroyum. Hann heldur eisini, at hetta verður ein mennandi túrur fyri bólkarnar. Eitt annað teir hopa uppá, er at fáa gott samband við Ísland. T.v.s. kanska fáa íslendskar bólkar hendan- vegin eisini. Ferðin verður fíggjað av bæði almennum stovnum, og av privatfólki. Allir í bólkunum siga, at teir eru virkuliga glaðir fyri at hava Karl Anton har, tí hann er ein so góður stuðul at hava. Hann arbeiðir sum tónleikari fyri tónleikarar. Monkey Mongolia og Speaker til Íslands Karl Anton Klein er fyriskipari Monkey Mongolia: Frans Galán, Bartal Læarson og Eyðun Müller Speaker: Sigurd Justinussen, Jan Joensen, Janus Rasmussen og Bogi Berg Arbeiðarafeløgini, Klettur og Hæddin, sum bæði umboða arbeiðsmenn og kvinnur í Runavíkar kommunu, hava nú samtykt, at limirnir hjá Kletti gerast limir í arbeiðarafelagnum, Hæddini. Samstundis verður felagið Klett- ur, sum er nøkur fá ár eldri enn Hæddin, niðurlagt ARBEIÐARAFELØG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríggjakvøldið var eykaað- alfundur í arbeiðarafelagn- um, Hæddini í Saltangará. Á skránni var samanlegg- ing av arbeiðarafelagnum, Kletti við arbeiðarafelagið, Hæddina. Í november var fundur í Kletti, har felagið einmælt samtykti at niðurleggja fel- agið og leggja saman við Hæddini, og á eykaaðal- fundinum í Hæddini fríggjakvøldið samtykti fel- agið einmælt at taka limir- nar í Kletti uppí sítt felag. Klettur hevur limir í innaru bygdunum í Runa- víkar kommunu, og Hædd- in hevur limirnar av Glyvr- um, eystur til Rytuvíkar og suður til Æðuvíkar. Størri ábyrgd Karla Einarsson, formaður í Hæddini, sigur, at lógirnar hjá feløgunum siga í hvørj- um feløgum, arbeiðsfólk í ymisku bygdunum eiga at verða limir í. Hon vísir á, at bæði ar- beiðarafeløgini hava sín uppruna í tríatiárunum, men Klettur er nøkur fá ár eldri enn Hæddin. – Okkara felag hevur stívliga 600 limir, meðan Klettur er eitt minni felag. Samanlagt verður limatalið nú størri, og fleiri limir og arbeiðapláss verða at taka hond um og hava eyguni eftir, nú allir limirnir verða undir einum "hatti". Karla vísir á, at flestu ar- beiðsplássini í kommununi liggja á Glyvrum, Saltang- ará og Runavík, og fleiri limir hjá Kletti arbeiða í økinum hjá Hæddini. – Nøkur arbeiðspláss eru innari á fjørðinum, men hesi eru ikki so nógv í tali. Hon vísir á, at nú feløgini verða løgd saman, verður ábyrgdin mótvegis limun- um, sum koma úr Kletti, uppaftur størri. Ikki beinanvegin Tað gongur helst ein tíð, áðrenn feløgini endaliga verða løgd saman, tí nøkur formell viðurskifti skulu avgreiðast fyri ta tíð. Karla væntar ikki, at samanleggingin verður framd, fyrr enn regluligi aðalfundurin hjá Kletti hevur verið í vár, hóast bæði feløgini nú einmælt hava samtykt samanlegg- ingina. Arbeiðarafelagið Hæddin hevur egin høli og tvey fólk á skrivstovuni í Saltangará. Formaður í Kletti er Tummas Jacobsen, og hev- ur hann saman við skrivara felagsins syrgt fyri skriv- stovuhaldinum. Karla Einarsson er eisini stjórnarlimur í Føroya Ar- beiðarafelag. Arbeiðarafeløg á Skálafjørðinum leggja saman Flestu arbeiðsplássini í Runavíkar kommunu liggja á Glyvrum, Saltangará og Runavík, og fleiri limir hjá Kletti arbeiða í økinum hjá Hæddini. Nøkur arbeiðspláss eru innari á fjørðinum, men hesi eru ikki so nógv í tali Trupulleikar við arbeiðsgevara eru loystir – Tað er friður á ar- beiðsmarknaðinum, og arbeiði er til flest allar vinnuførar hendur, sigur Karla Einarsson ARBEIÐSMARKN- AÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri jól hevði arbeiðarafel- agið, Hæddin, trupulleikar við einum arbeiðsgevara, sum hevur 14 limir hjá felagnum í arbeiði. Karla Einarsson sigur, at málið snúði seg um, at sátt- málin ikki varð yvirhildin til fulnar. Trupulleikar vóru við lønum, eftirløn og lívs- trygging hjá limunum. – Men lønar-og trygging- arviðurskiftini millum ar- beiðsgevaran og arbeiðs- fólkið eru nú komin uppá pláss, og vit vóna, at ar- beiðsgevarin nú fer at halda sínar skyldur, sigur hon. Frægari í vetur Karla heldur ikki, at nógvir limir í arbeiðarafelagnum, Hæddini, eru arbeiðsleysir. Tað hevur felagið ikki var- hugan av. Hon heldur hinvegin, at væl av arbeiði hevur verið higartil í vetur, kanska meira enn onkran vetur frammanundan, tá ið tað viðraði illa, og minni fiskur kom uppá land. Tað er altíð skiftandi hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjunum, tí veður- líkindi, fiskiskapur og eitt nú fiskaprísir hava sína ávirkan á, hvussu nógv kemur uppá land. – Men eg haldi ikki, vit kunnu lata illa at higartil í vetur, sigur Karla Einars- son, formaður í arbeiðara- felagnum, Hæddini. – Verður hetta skattapolitikkurin hjá nýggju samgong- uni, beri eg ótta fyri, at tað verður arbeið- arin, sum noyðist at gjalda fyri lættan hjá teimum høgu inn- tøkunum við nýggj- um inntøkulógum, heldur Karla Einars- son, formaður í ar- beiðarafelagnum, Hæddini og stjórn- arlimur í Føroya Arbeiðarafelag SKATTALÆTTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í arbeiðara- felagnum, Hæddini, held- ur lítið um ætlaða skatta- lættan hjá nýggju sam- gonguni millum Javnað- arflokkin, Sambands- flokkin og Fólkaflokkin. Karla Einarsson heldur lítið um, at tað verða tær høgu inntøkurnar, sum fáa lættan – og ikki tey, sum skulu liva av eini vanligari arbeiðaraløn. – Hetta boðar avgjørt ikki frá góðum, heldur hon. Verri fyri Karla Einarsson, sum eisini er stjórnarlimur í FA, heldur lítið um, at lættin, sum ætlandi fellir vanliga arbeiðaranum í lut, ikki røkkur til fýra sig- arettpakkar um mánaðin – og neyvan heldur til tvær fløskur av bíligum víni, sum sagt hevur verið. – Verður hetta úrslitið av skattalættanum hjá nýggju samgonguni, verður hetta als eingin lætti at tosa um. Tað eru ikki okkara limir, sum tjena hálva miljón um árið, leggur hon dent á. Karla Einarsson ber hinvegin ótta fyri, at verð- ur hetta skattapolitikkur- in, verður tað arbeiðarin, sum noyðist at gjalda fyri lættan hjá teimum høgu inntøkunum við nýggjum inntøkulógum. Skattalættin einki verdur - Eg haldi ikki, vit kunnu lata illa at við arbeiði higartil í vetur, sigur Karla Einarsson, formaður í arbeiðarafelagnum, Hæddini C M Y K 9 8