mikudagur 4. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 23 - 4. februar 2004
Nr. 23 - 4. februar 2004
11
Um alt gongur sum ætlað, er nýtt landsstýri
valt, tá hetta blað er komið á gøtuna. Talan
er um eitt skifti, men ikki um nakra koll-
velting. Í stóra málinum um viðurskifti við
Danmark verður sum heild hildin sama kós,
sum hjá undanfarnu samgongu, og hetta er
ivaleyst størsta diplkomatiska bragdið hjá
fráfarandi løgmanni.
Broytingin er at finna á almannaøkinum og
á vinnu- og búskaparøkinum. Tað tykist,
sum nýggja samgongan tekur pensións-
málið í størsta álvara, og má hetta sigast at
vera eitt satt frambrot.
Pensiónsmálið hevur verið ein sonn marra
tey seinastu mongu árini, og hetta mál má
og skal loysast. Eisini familjupolitikurin
verður lyftur upp og lætt verður um hjá
barnafamiljunum. Hetta eiga øll at fegnast
um.
Vinnu- og búskaparpolitikurin miðar ímóti
at skapa hóskandi karmar um vinnuna uttan
at geva studning. Hetta verður alt annað
enn lætt, men kunnu flokarnir semjast, so
skal tað nokk eydnast. Eitt er vist, ein stjórn
kann ikki sita hendur í favn, meðan stórir
partar av vinnuni skrambla saman. Kreppu-
teknini eru sýnlig og seinastu tølini frá ALS
vísa eitt skjótt vaksandi arbeiðsloysi. At
hetta fyri stóran part stavar frá atgeraloysi
og politiskari líkasælu hjá fráfarandi sam-
gongu er óneyðugt at nevna.
Nú fer nýggja samgongan so til verka.
Flokkarnir eru sera ymiskir, men teir
tykjast uppsettir upp á at fáa tað at ganga.
Alt veldst um samstarvsviljan og evnini,
eisini bendir mangt á, at teir tríggir hava eitt
felgas áhugamál í at fáa samstarvið at
ganga. Teir vita, at landið tolir ikki meira
klandur og ófrið. Tað er búskaparliga støð-
an heilt einfalt ikki til.
Vit ynskja nýggja landsstýrinum hepna
hond og fara at venda aftur til politikkin í
komandi oddagreinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skifti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
A. Guttormur
Djurhuus
Lítil munur á flokkunum
Í samband við løgtingsval-
ið, hava útlendsk tíðinda-
fólk vitjað. Eitt sum hevur
gjørt tey bilsin, er at so lítil
munur er á føroysku polit-
isku flokkunum.
Sjálvur kann eg bert
halda við tíðindafólkunum.
Samgongusamráðingarnar
aftaná valið, vátta bert at so
er. Javnaðarflokkurin, sum
leiddi samráðingarnar, helt
at at tað kundi loysa seg at
tosa við allar flokkar á tingi
um samgongu. Eingin av
flokkunum varð hildin at
vera so langt frá Javnaðar-
flokkinum, at mett var at
møguleikar fyri samstarvi
ikki vóru til staðar.
Tjóðveldisflokkurin, sum
var mettur at vera mest
frælslynti flokkur í Føroy-
um, sat í undanfarna lands-
stýri í samgongu við tveim-
um av mest ófrælslyntu
flokkum í Føroyum. Og so
einum afturat, sum letur
seg brúka til hvat sum helst.
Sig mær hvørjum tú kemur
saman við og eg skal siga
tær hvør tú er, sigur gamalt
orð. Ikki gevur tað Tjóð-
veldisflokkinum
gott
skoðsmál.
Sostatt kann staðfestast
at føroyska polittiska skip-
anin er ein savnan kontur-
leysum amøbulíkum flokk-
um, har lítið skilur.
Tørvur á nýggjum flokki
Omanfyri sagda vísir greitt
at stórur tørvur er á flokki
við greiðari skrá, sum uttan
himpr og uttanumtos, torir
og vil siga hvar hann stend-
ur í týðandi spurningum.
Ein flokkur sum stendur
savnaður í etiskum og
moralskum spurningum og
ikki, sum nú er, noyðir hin
einstaka limin at taka støðu
á økinum, fyri at sleppa
flokkinum undan at vísa
hvar hann stendur. Ella at
hann ikki hevur nakra
støðu.
Tørvur er einum flokki
sum hevur greiða støðu til
loysingarspurningin.
Einum flokki sum hevur
greiða støðu til fosturtøku.
Einum flokki sum hevur
greiða støðu til samkynd.
Einum flokki sum torir at
nema við ES-spurningin.
Einum flokki sum ikki
vil vevja saman átrúna og
politikk.
Tað verður av nógvum
hildið at vit hava ov nógvar
flokkar
frammanundan.
Men
Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin
og
Sjálstýrisflokkurin eru so
líkir, at teir eins væl kundi
verið ein flokkur. Munurin
millum flokkarnar er minni
enn munurin millum veing-
irnar í somu flokkum.
Fyri mær at síggja er
munurin millum Fólka-
flokkin
og
Tjóðveldis-
flokkin minkaður burtur í
lítið og einki. Tó hevur
Fólkaflokkurin lættari við
at skifta ham.
Miðflokkurin
skarar
einsamallur framúr við
einum greiðum boðskapi.
Við at fáa sess í undanfarna
landsstýri,
fekk
hann
møguleika at fáa boðskapin
út, og er tað helst frágreið-
ingin til at hann hevði
framgongd á valinum.
Vinstrivonguri slepptur
uppá fjall
Sporadiskar royndir, við
misjøvnum úrsliti, hava
verið gjørdar at stovna
nýggjar flokkar. Tað hava
verið mótmælisflokkar við
eingari ella ógreiðari floks-
skrá. Teir hava tí syndrast
eftir stuttari tíð, hóast onk-
ur av teimum hevur havt
hampuliga undirtøku, og
fingið menn á ting.
Í dag laga flokkarnir
skránna eftir hvat ið hildið
verður at fólk flest ynskja
og halda og sum gevur flest
atkvøður, heldur enn at
flyta fram ein boðskap.
Hetta er orsøkin til at flokk-
arnir eru farnir at líkjast so
nógv hvørjum ørðum at tú
sær ikki munin. Uttan at
verða valdur á ting kann tú
lítið gera. Tí verður dyrgt
eftir atkvøðum, sum av
røttum hava heima í ørðum
flokkum. Ein ampi við
demokratinum.
Lat okkum slíta tey bond
sum heimastýrislógin hev-
ur fjøtrað okkum í, kundi
duna frá eini tjóðveldisrødd
fyri nøkrum árum síðani. Í
dag er røddin spøk og
ljóðar: Latum okkum tøma
heimastýrislógina.
Veljarafjøld uttan
heimvist
Sum nú er, er helst stór
veljarafjøld á vinstraveing-
inum heimleys. Ikki fyrr
enn vit fáa javnvág á polit-
isku skipanini, við einum
flokki á vinstraveinginum,
hava vit møguleika at
byrgja uppfyri at afturhald
og
átrúnaðarlig
funda-
mentalisma breiðir seg í
samfelagnum.
Olaus Jespersen
deildarstjóri
Mentamálaráðið
Í grein í Sosialinum nr. 17
frá 27. januar 2004 ynskir
Eli Hentze, skúlastýrislim-
ur, alment svar um, hví
Sands skúli hevur fingið
boð um at taka nakrar tímar
av tímatalvuni. Sum skilst
av greinini, so hevur hetta
millum annað havt við sær,
at ítróttur er ikki á tíma-
talvu skúlans longur.
Skúlaárið 2003/04 er
tímatalið til Sands skúla
játtað eftir somu reglum,
sum til allar aðrar skúlar á
somu stødd. Tá ið skúlin í
september
2003
sendi
Mentamálaráðnum yvirlit
yvir tímanýtsluna sást, at
nýtslan var hægri enn
játtaða tímatalið, og tí
hevur skúlin fingið boð um
at taka nakrar tímar av
tímatalvuni, til tess at fáa
samsvar millum játtan og
nýtslu. Skúlin ger sjálvur
av, hvussu hetta verður
gjørt, men hevur ikki heim-
ild til at víkja frá galdandi
tíma- og lærugreinabýti og
harímillum frá ásetta tíma-
talinum í ítrótti. Rætta
mannagongdin í hesum føri
er tí at senda fyrispurningin
til skúlaleiðaran í Sands
skúla, av tí at tað er hann,
sum hevur ábyrgdina av at
gera ítøkiligu tímatalvuna.
Vónandi hevur Menta-
málaráðið uppfylt ynski frá
skúlastýrisliminum um eitt
svar, ið vanlig fólk skilja,
sum kravið frá greinskriv-
aranum var. Um ikki, so eru
tygum altíð vælkomin at
venda tygum til Menta-
málaráðið fyri at fáa greiði
á tí, tygum ikki skilja.
Vinstrivongur ongan góðan
Tímatalið í Sands skúla
Jógvan Jacobsen
Aftursvar til viðmerk-
ing til mín frá Niels
Kára
Nielsen
sam-
bandsmann.
Eg skrivaði herfyri við-
merking í Dimmalætting
og á heimasíðuna hjá
Unga
Tjóðveldinum,
www.ut.fo, um úrslitið av
løgtingsvalinum.
Eg
legði dent á, at loysing-
arflokkarnir fingu meir
enn helmingin av atkvøð-
unum.
Viðmerkingin hjá mær
fekk Niels Kára Nielsen
sambandsmann upp úr
stólinum. Hann er ikki
samdur við mínari tulk-
ing av løgtingsvalúrslit-
inum. Og tað er eisini í
lagi.
Niels Kári Nielsen
heldur áfram við at
brigsla mær nøkur ting
um førda politikkin hjá
Fólkaflokkinum og Full-
veldissamgonguni. Tað
er ikki í lagi.
Hvørki eg ella Unga
Tjóðveldið hava nakað
við Fólkaflokkin at gera.
Eiheldur vóru eg ella
Unga Tjóðveldið partur
av fullveldissamgonguni
frá 1998 ella 2002.
Tað tykist sum Niels
Kári eisini hevur hug at
blanda Unga Tjóðveldið
við Tjóðveldisflokkin og
meg sjálvan við Høgna
Hoydal. Tað er heldur
ikki í lagi.
Unga Tjóðveldið er
sjálvstøðugt ungmanna-
felag, hvørs endamál at
virka fyri føroyskum
fullveldi.
Tjóðveldis-
flokkurin er politiskur
flokkur við sama enda-
máli. Unga Tjóðveldið
stendur ikki til svars fyri
útsagnir og gerðir Tjóð-
veldisfloksins. Tað sama
er galdandi hinvegin.
Eg er eg. Høgni er
Høgni. Vit eru hvør sín
persónur. Eg standi ikki
til svars fyri gerðir ella
útsagnir Høgna Hoydals.
Og tað sama er galdandi
hin-vegin.
Hevur Niels Kári nakr-
ar
viðmerkingar
til
Høgna Hoydal ella til
Tjóðveldisflokkin,
so
hevði verið snildari at
latið tær til Høgna og
Tjóðveldisflokkin
og
ikki til mín og Unga
Tjóðveldið. Men tað torir
hann kanska ikki. Og tí
leggur hann eftir mær.
Men eftirsum, at Niels
Kári absolut vil sleppa at
kjakast um fólkaatkvøð-
ur í Føroyum, so vil eg
upplýsa honum nøkur
ting.
Unga Tjóðveldið bard-
ist av øllum alvi fyri at
fólkaatkvøðan um full-
veldistilgongdina skuldi
fara fram. 3. mars 2001
hevði Unga Tjóðveldið
stóran fólkafund á Vagl-
inum í Havn fyri at mót-
mæla
afturtøkuni
av
fólkaatkvøðuni.
Hvat
síðani hendi hevur einki
við meg ella Unga Tjóð-
veldið at gera.
Stóð tað upp til mín,
fekk Anfinn Kallsberg
sekkin sama dag, sum
hann avlýsti fólkaat-
kvøðuna. Men soleiðis
bleiv ikki og eg fái einki
gjørt við tað.
Ein fólkaatkvøða var
leygardagin 14. septemb-
er 1946 um heimastýri
ella loysing. Fólkið vrak-
aði heimastýri og valdi
loysing. Menn fóru bein-
anvegin í gongd við at
fremja fólksins vilja.
Men fólkið var sett til
viks av Sambandsflokk-
inum, Javnaðarflokkin-
um og danska yvirvald-
inum við danskari her-
megi. Soleiðis virkar
fólkaræði í danska ríkin-
um.
Danska
grundlógin
hevur fleiri ferðir verið
til fólkaatkvøðu í Føroy-
um í sambandi við at
broytingar hava verið
gjørdar. Svarið hevur
verið nei hvørja ferð.
Men hóast hetta eru
broyttar danskar grund-
lógir lýstar at galda í Før-
oyum.
Erlendur
Patursson
segði í 1946, at fólkaræði
uttan fult fólkaræði er
sum bátur uttan nøgl. Eg
eri so púra samdur.
Tað einasta sum eg og
Unga Tjóðveldið vilja, er
at skipa fult føroyskt
fólkaræði. Eina føroyska
republikk. Eins og t.d.
Ísland og Finnland.
Men Niels Kári, um tú
hevur nakrar viðmerk-
ingar til mín, so kom
endiliga við teimum.
Men eg eri bara eg, og
standi ikki til svars fyri
gerðir og útsagnir hjá
øðrum fólkum. Tað má
einhvør klára at skilja.
Skeiv adressa,
Niels Kári
Zakarias Wang
Alkunnugt er, at fyri ár
1600 høvdu vit ein ódnar-
storm á kyndilsmessu, har
stórur skaði stóðst.
Nú í ár er eisini ein ring
kyndilsmessa, tí tann meiri-
luti av Føroya fólki, sum er
fyri at vit skulu gerast ein
sjálvstøðug tjóð, er syndrað
og farin í hvør sína ætt.
Hvat er tað sum er hent?
Fyri brátt seks árum síðani
høvdu vit val, har ein
meiriluti
atkvøddi
fyri
Fólkaflokkinum, Tjóðveld-
isflokkinum og Miðflokk-
inum, øllum teimum flokk-
um á tingi, sum ikki høvdu
verið við til at gjøgnumføra
heimastýrisskipanina. Tí-
verri varð Miðflokkurin
ikki tikin við í samgonguna
1998, og tað gjørdi hana
veikari beinanvegin.
Harumframt vísti tað seg
skjótt, at nøkur av umboð-
um Fólkafloksins, høvdu
misskilt hvat tað var flokk-
urin stóð fyri. Fólkaflokk-
urin varð jú stovnaður í
1939 við Jóannesi Paturs-
syni sum formanni fyri at
vinna Føroyum fullveldi.
Nú ið høvi var at røkka
hesum máli, vóru tað nakrir
fólkafloksmenn ið tóktust
at hava kálvahjarta.
Orsøkin til hetta er, at tað
eru alt ov nógv fólk í Før-
oyum, ið halda at vit hava
tað gott undir núverandi
skipan okkara. Tað, hesi
fólk føra fram, er, at vit
sum er fáa pengar úr
Danmark, og at tað er gott
fyri okkum at fáa hesar
pengar og at vit høvdu liðið
hungur og hall, og í hvussu
so er farið á húsagang, um
so var at vit ikki fingu
hendan stuðul.
Tað krevur eitt ávíst ar-
beiði at læra at skilja, at
hetta er lygn. Vit vita, at
teir, ið stýra Danmark og
gera av hvat skattakrón-
urnar hjá donsku skatt-
gjaldarunum fara til, hava
slíkt búskaparligt innlit,
men teirra fremsta áhuga-
mál er ikki at síggja til, at
Føroya land og tjóð trívast
væl. Teir skulu hugsa um,
hvat ið er best fyri teir, og
tað er møguligt at tað er
betri fyri teirra skatt-
gjaldarar at tað ikki gongur
væl í Føroyum. Teir vóru í
hvussu so er ovurhonds
glaðir, tá tað eydnaðist
teimum at koyra okkum á
húsagang
fyri
nøkrum
árum síðani, so at teir fingu
hópin av góðari arbeiðs-
megi úr Føroyum.
Somuleiðis mugu tað
vera nógvir føroyingar við
útbúgving, sum hava lært
hvørjar skaðiligar avleið-
ingar danski stuðulin til
Føroyar hevur fyri okkara
vinnulív. Men hesir føroy-
ingar siga ikki serliga nógv,
og fáir eru at síggja millum
okkara politikarar. Onkur
glotti er tó, og serliga minn-
ist eg við frøi eina fráboð-
an, sum Unga Sambandið
kom við fyri nøkrum árum
síðani, har teir hildu at vit
ongan blokk skuldu hava.
Men annars sleppa po-
litikarar okkara sær undan
at seta seg inn í viður-
skiftini, og greiða ikki tjóð
okkara frá, at skulu vit liva
við sømd í føðilandinum,
so skulu vit hava eitt kapp-
ingarført vinnulív, og fáa
vit stuðul uttanífrá, gerst
vinnulívið ikki ført fyri at
standa seg í nakrari kapp-
ing, men noyðist sjálvt at
fáa studning. Hetta vil siga,
at tær almennu inntøkurnar,
sum annars høvdu kunnað
verið nýttar til tey endamál,
sum veljararnir vilja hava
at tað almenna tekur sær av,
ikki eru nóg stórar, tí tær
fara í tað botnleysa karið,
ið almennur stuðul til
undirskotsvinnur er.
Men av tí at teir, ið skil
hava fyri hesum saman-
hanginum, ikki stíga fram
og greiða fólki frá, at so-
leiðis er verðin nú einaferð,
so liva fólk í tí sáligu trúgv,
at tey gerast betri fyri við at
fáa studning úr Danmark.
Av tí sama gerast politik-
arnir bangnir fyri at gera
tað sum rætt er, og tað
hevði verið umgangandi at
yvirtikið alt sum yvirtakast
kann, so vit ikki fáa so
nógvar pengar uttanífrá.
Tíverri hava vit longu
gloymt tey árini, ið vit
høvdu eina so stóra skuld,
at renta og avdráttur av
henni fór avstað við øllum
tí danska stuðlinum. Tá
høvdu vit ikki ráð at geva
stuðul til vinnulívið, og tá
gekk tað við rúkandi ferð at
fáa gongd í okkara vinnu-
lív. Hetta próvar betri enn
nakað annað, hvør dugna-
skapur býr í tjóð okkara,
bert vit høvdu slopppið
burtur úr tí hafti, sum
danski stuðulin til okkum
hevur lagt okkum í.
Men við at óttast tað, ið
einki er at óttast fyri, hava
nakrir politikarar í Fólka-
flokkinum sett allan flokk
sín í váða, tí tað er ikki at
spæla við hjá einum flokki
at ganga ímóti sjálvum
grundarlagi floksins. Tað er
tí mangt, sum bendir á, at
tann skaði, sum stendst á
hesi kyndilsmessu, fer at
verða Fólkaflokkinum fyri.
VIÐMERKINGAR
Kyndilsmessan harða
Óli Jacobsen
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á
Fiskirannsóknarstovuni,
leggur meg undir at siga
ósatt út frá eini forsíðutil-
vísan (!) á FF-blaðnum,
sum sigur, at fiskidaga-
skipanin verður mótarbeidd
av leiðandi fiskifrøðingum.
»Mótprógvið« hjá Hjalta
er, at teir hava verið tríggjar
ferðir uttanlands í 2003 og
greitt frá skipanina.
Hetta prógvar ikki nakað
sum helst. FF-blaðið hevur
í 10-tals greinum undirbygt
síni sjónarmið um leiklutin
hjá Hjalta & co. Og hetta
eru sjónarmið, sum fiski-
vinnufólk yvirhøvur taka
undir við.
Eftir øllum at døma
hevur Hjalti ikki lisið, hvat
ið hevur staðið inni í blað-
num um hetta mál.
Men her skal bert verða
nevnt, at meðan Hjalti í síni
grein skrivar, eins og hann
hevur ført fram ótaldar
ferðir, um ta "alsamt vaks-
andi veiðiorku í veiðuflot-
anum", so vísa almenn hag-
tøl hjá ICES, at veiðu-
trýstið á toski er lækkað við
36% síðan fiskidagaskip-
anin varð sett í verk. Hóast
hetta hevur tilmælið hjá
FRS hvørt ár verið ein
skerjin í dagatalinum við
20-30%. Hevði hetta verið
fylgt, hevði eingin fiski-
dagaskipan verið í dag.
So tað er spurningurin
um júst Hjalti er tann rætti
at gera meg til lygnara.
Meira skal ikki sigast um
tað.
Víst sigur Óli Jacobsen ikki ósatt!
Niels Uni Dam
Eg vil minna John Jo-
hannesen á, at hann fyri
tveimum
vikum
síðan
lovaði okkum c-vitaminir
til tónleikin. Tí tykist tað
heldur ódámligt, at hann
hevur avreitt tónleikaviður-
skiftini til ein flokk sum er
ímóti eini frælsari mentan,
til ein flokk sum kann finna
uppá at seta ein mann sum
Jógvan á Lakjuni at umsita
mentamál. Tað er John sum
hevur givið teimum full-
makt at velja Jógvan.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur umsitið mentamál í seks
ár. Hesi árini er játtanin til
tónleik fleirfalda, og stórar
ætlanir vóru fyri komandi
tíð. Nú sigur Anfinn Kalls-
berg at politikkurin skal
endurskoðast.
Hyggjast
skal hvat fæst fyri hvørja
krónu. Samgongan skal
spara fyri at fíggja ein
skattalætta til tey ríku.
Jógvan hevur fyrr úttala seg
ímóti tolsemi og fyri av-
markan av talifrælsinum.
Góði John hatta ljóðar
sum ræðuliga súrar c-vita-
minir. Tað tók ikki langa
tíð, áðrenn tíni lyfti duttu á
gólv, tínar c-vitaminir eru
klænkibollar.
Vinarliga ein skuffaður
Niels Uni Dam
C-vitaminirnar hjá John vóru klænkibollar
C
M
Y
K
11
10