mikudagur 4. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 23 - 4. februar 2004
Nr. 23 - 4. februar 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mánadagin 2. februar
var móttøka í
Mjørkadali í sam-
bandi við at Ove
Ritter, senior-
sersjantur, hevði 25
ára starvsdag. Ove
hevur búð í Føroyum
síðan 1982 og er
kanska mest kendur
fyri sín áhuga fyri
motorsúkklum,
serliga Harley David-
son
Ove er upprunaliga út-
búgvin sum amboðssmiður.
Nakað eftir at hann varð
útlærdur, bleiv hann inn-
kallaður til hertænastu.
Sína sersjantútbúgving
hevur hann fingið innan
danska herin, har hann
byrjaði fyri 25 árum síðan.
Hann var á Cypros í ST-
tænastu, áðrenn hann kom
til Føroyar í 1982 og bleiv
settur sum leiðari av "Be-
vogtningstjenesten"
á
Flyvestation
Tórshavn.
Hann kom eisini at standa
fyri
eftirútbúgving
av
starvsfólkum á støðini.
Fyrst í 90-unum arbeiddi
hann í trý ár á Flyvestation
Værløse. Í hesum tiðar-
skeiði var hann eisini í
Kuwait í ST- ørindum.
Í 1995 byrjaði hann aftur
í Mjørkadali. Tó var hann, í
1997, eitt ár á "Eskadrille
500" í Vedbæk, og í 2002
var hann við í altjóða
friðardeildini í Kirgisistan.
Ove Ritter er annars best
kendur fyri sín stóra áhuga
fyri motorsúkklum, serliga
Harley Davidson, sum hann
í dag selur og leigar út.
Hann hevur eisini skipað
fyri fleiri motorsúkklutúr-
um bæði í Føroyum og í
grannalondum okkara.
Ove Ritter, seniorsersjantur, 25 ára starvsdag:
Kendur motorsúkklumaður
heiðraður í Mjørkadali
Stjórin fyri Færøernes Kommando, J.T. Leisborch,
kommandørur, handar her Ova Ritter diplom í sambandi við
25 ára starvsdagin
Mynd: Færøernes Kommando
Familjan var eisini við til móttøkuna, Anna og Ove Ritter saman við synunum Petur, 18 ár, og Hans Kristian, 13 ár
Mynd: Magnus Gunnarsson
Ove Ritter og Thomas Michael Smith, frá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, sum segði nøkur
góð orð um Ova
Mynd: Magnus Gunnarsson
Ina og John Christiansen høvdu eisini leitað sær niðan í
Mjørkadal hendan dagin
Mynd: Magnus Gunnarsson
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
1. februar 2004 var
eitt ár liðið síðan
Bussleiðin í Havn
bleiv umskipað so-
leiðis, at ein buss-
eigari eigur og rekur
allar býbussarnar
Bussleiðin
byrjaði
fyri
skjótt 25 árum síðan. Tá var
tað P/F Bil sum rak buss-
arnar fyri Tórshavnar Bý-
ráð.
Fyri 20 árum síðan, í
1984,
bleiv
Bussleiðin
umskipað soleiðis at fýra
busseigarar áttu og róku
hvør sínar tveir býbussar,
teir vóru: Arni Berg, Gunn-
leif Danielsen, Sámal Blá-
hamar og Mourits Mourit-
sen.
Síðan 1. februar 2003
hevur Mourits Mouritsen
átt og rikið allar býbussar-
nar í Havn.
4. februar verður jarnstoyparin
Henning Eysturoy úr Havn 70 ár.
Henning er elsti sonur stoyparan
Absalon og Gertrud Eysturoy, og tí
fall tað í hansara lut -at fáa somu
útbúgving sum pápi okkara, at
gerast formari ella sum vit siga,
jarnstoypari. Tá pápi okkara í 1973
var farin undir grønu torvu, tók
Henning yvir. Stoypivirkið var yviri
við Strond til fyrst í 80-unum, tá
kommunan keypti øki.
Um somu tíð hevði hann keypt
eina ogn við Marknagilsvegin og
bygdi har eitt serstakt hús til
Stoypivirki. Tíverri brendi nýbygda
stoypivirki fá ár seinni í grund, og
tað var aðru ferð, at tú stóð við
einum niðurbrendum húsum, tí í
1968
brendu
sethúsini
í
Vaktarhúsbrekku eisini í grund. Í
slíkum umstøðum er skjótt at falla í
fátt, men í tí støðuni vísti tú tína
serstøku styrki og títt lyndi til
ongantíð at falla í fátt, men fór við
áræði at byggja uppaftur.
Tá
áttamannafarið
hjá
tær
"Havreki" á vári 1975 sakk við
Gjógv, vísti tú aftur áræði og
viljastyrki at fáa bátin aftur at sigla,
og tað eydnaðist tær.
Hóast hettar og aðrar trupuleikar í
lívinum hevur tú ongantíð verið
mótfallin. Tú hevur við tínum
skemtingarsama lyndi víst okkum,
at ikki er vert at falla í fátt, men at
síggja tað positiva í lívinum. At vert
er at herja á fyri at betra um
umstøðurnar og royna at gloyma
trupuleikarnar, ið stinga seg upp.
Sum ungur vart tú ein sera góður
svimjari, og tí fóru vit í felag at
undirvísa í vaksnamanna-svimjing í
Tórshavnar
Kvøld-
og
Ungdómsskúla.
Teir
tímarnar
gloymi eg ongantíð og hoyri
mangan næmingarnar okkara siga
frá, hvussu stuttligt tað var.
Ítróttur og serstakliga hondbóltur
var títt hjartamál, og tú brúkti nógva
tíð og orku at faa alt samskipað.
Nevndarlimur vart tú í fleiri
ítróttarfeløgum og sambondum, ið
gjørti at tú eitt árið setti Ólav-
søkuna.
Hetta var áðrenn ISF varð
stovnað, men sum tú – við tínum
áræði - ótilvitað hevur verið við til
at fáa sett á stovn.
Henning, eg kundi skriva so
mangt til tín og um teg, men
umstøðurnar hjá mær eru í løtuni
ikki tær bestu, men kortini skalt tú
hava nøkur takkarorð frá mær.
Hjartaliga tillukku við teimum 70
árunum og eg vóni at tú fært ein
góðan og hugnaligan dag.
Hjartaliga tillukku frá systir tíni
Solveig
Dagurin
4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgikvinnu
uttan tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein, ið fylgdist
við Jesusi, og at hon á leiðini út til Golgata turkaði
sveittan av andliti hansara. Tá ið hon fekk turruklæði
aftur, stóð mynd frelsarans á tí, og tað varð síðani
varðveitt sum ein dýrur gripur. Hann varð róptur vera
ikon, sum merkir tann sanna myndin. Harav kemur eisini
navnið á halgikvinnuni.
Eitt ár síðan Bussleiðin bleiv umskipað
Fríggjadagin 30.
januar lat Maria
Johannesen úr Leir-
vík upp eina máln-
ingaframsýning í
Smiðjuni í Líluvík í
Havn
Í sambandi við ferniser-
ingina
var
livandi
tónleikur, har Høgni
Lisberg sang við gittar-
spæli og Maria sjálv
sang eisini við gittar
undirspæli av Tórfinni
Jákupsson.
Talan er um religiøsar
myndir í sterkum litum.
Maria hevur gingið á
Rønde Højskole í Dan-
mark, har hon hevur lært
seg meira innan máln-
inga- og leirlist og tón-
leik.
Maria er 20 ára gomul
og úr Leirvík, dóttir
Simonu og Tom Jo-
hannesen. Yngra systir-
in, Jonna, hevur eisini
havt framsýning í Gallarí
Ribarhús í Fuglafirði.
Framsýningin í Smiðj-
uni er opin til og við í
dag, mikudagin 4. febr-
uar, frá kl. 17.00 til
umleið kl. 20.00.
Starvsfólk hjá SB Bussum: f.v. Jákup Danielsen, Jónlaug Danielsen, Sámal Bláhamar og
Annfinn Bláhamar. SB Bussar var ein av fyritøkunum sum rak Bussleiðina frá 1984-2003
Maria Johannesen
í Smiðjuni
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt heiðraðu meg á 80 ára degnum
27. januar, og ikki minst tykkum, sum komu
úr Havn og annars tykkum mongu, ið stukku
inn á gólvið.
Ein serstøk tøkk til døturnar við familju fyri
ein minnisríkan dag.
Vinarlig heilsan
Groth Larsen
Til stórabeigga mín
Henning Eysturoy
á føðingardegnum 4. februar
C
M
Y
K
13
12