Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 4. februar 2004 15 Fyrrverandi lands- stýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, er sera harmur um, at Almannaráðið og Heilsumálaráðið verða løgd saman aftur. Hann skjýtir upp, at ráðini fram- haldandi verða tvey í tali, men við einum landsstýrismanni SAMANLEGGING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Samanleggingin er burtur úr vón og viti. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fam- iljumálum, Bill Justinussen er sera harmur um, at Javn- aðarflokkurin, Sambands- flokkurin og Fólkaflokkur- in hava avgjørt at leggja Heilsumálaráðið saman aftur við Almannaráðnum. Miðflokkurin heitti í farnu viku á umboðini í ABC-samgonguni um at umhugsa samanleggingina, men uttan úrslit. Samgong- an hevur avgjørt, at aðal- ráðini fækka úr níggju nið- ur í sjey og at Almannaráð- ið og Heilsumálaráðið leggja saman aftur. Verri tænasta Bill Justinussen rør framm- undir, at játtanin á fíggjar- lógini til almanna- og heilsu økið er so stór, at borgarin hevur krav um eina góða tænastu á økin- um. Javnan verður ført fram, at almenna fyrisiting- in skal gerast so einfald sum gjørligt. Hesum er Bill Justinuss- en samdur í, men hann hel- dur ikki, at ein samanlegg- ing av Almannaráðnum og Heilsuráðnum ger fyrisit- ingina einfaldari – heldur tvørturímóti. – Mann tosar um at gera alt einfaldari. Føroyska samfelagið er alt annað enn einfalt og tí er neyðugt við eini sterkari fyrisiting við nógvum góðum útbúnum fólki, tí nógv orka skal til at fyrisita økið, sigur Bill Justinussen. Við at leggja ráðini sam- anaftur, væntar Bill Justin- ussen, at fleiri mál detta niður í millum, tí arbeiðs- trýstið verður ov stórt, og hetta heldur hann verða sera harmiligt. Spilt tíð Seinastu tvey árini hava embætisfólk hjá Bill Justin- ussen í Heilsumálaráðnum sett nógva tíð og orku av til at menna Heilsumálamálá- ráðið sum sjálvstøðugt ráð eftir, at undanfarna sam- gonga gjørdi av at býta Al- manna- og Heilsumálaráðið sundur. Bill Justinussen er ógvu- liga harmur um, at rúgvus- mikla embætismannaar- beiðið nú nærmast fer fyri skeytið. – Vit hava tikið eitt stórt tak fyri at menna Heilsu- málaráðið sum eitt sjálv- støðugt ráð. Nú skal mann aftur brúka tíð til at koyra ráðini saman aftur, og tað er nógv tíð og orku sum kundi verið nýtt øðrvísi, greiðir Bill Justinussen Kemur Miðflokkurin í samgongu aftur, verða so ráðini skild aftur? Tað veit eg ikki. Tað skapar stóra ónøgd millum fólkið, sum starvast í ráð- unum, um tey enn einaferð skulu í holt við at umstilla seg til at verða tvey ráð. Eg haldi persónliga, at saman- leggingin er burtur úr vón og viti. Sum eina neyðloysn skjóti eg upp, at ráðini framhaldandi verða tvey í tali, men við einum lands- stýrismanni, sigur Bill Justinussen fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum at enda. Burtur úr vón og viti Atlantic Airways og eysturíkska Austrian Airlines samstarva um flúgving FLOGFERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Atlantic Airways og eyst- uríkska tjóðarflogfelagið Austrian Airlines eru farnir at samstarva innan flog- ferðlu. Nøkur flogfør hjá Austrian Airlines vóru her- fyri tikin úr flúgving í eitt tíðarbil, og eysturíkarar hava tí leigað m. a. Atlantic Airways at flúgva fyri seg. í tvær vikur. Annað av flogførunum hjá Atlantic fór við tveim- um manningum til Wien í gjár, og skal hagani flúgva fyri Austrian Airlines í Europa. Flogfarið hjá At- lantic var eisini mesta part- in av síðstu viku í flúgving fyri eysturríkska felagið og fleyg úr Wien til ymsar europeiskar býir, so sum Athen, Brússel, London, Milano og Nice. – Tað hevur stóran týdn- ing fyri felagið at fáa slíkar uppgávur, tí tað er eitt gott íkast til raksturin í lágárs- tíð, sigur Magni Arge, stjóri. – Men tað er eisini eitt herðaklapp og ein viður- kenning til øll tey, sum hava lagt rygg til at menna føroyska flogfelagið, at eitt altjóða flogfelag í Star Alli- ance samtakinum setir sítt álít á føroyska felagið á henda hátt, sigur Magni Arge. Flogfarið hjá Atlantic verður aftur í Føroyum fríggjamorgunin. Atlantsflog samstarvar við Austrian Airlines Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipari hjá Atlantsflog, á veg í flogfarið á flogvøllinum í Nice Fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinus- sen, er harmur um, at Heilsumálaráðið fer í søguna. Hann skjýtir upp sum eina neyðloysn, at ráðini framhaldandi verða tvey í tali, men einum landsstýrismanni Mynd: Savnsmynd 15 14 Nr. 23 - 4. februar 2004 Nýggi Fiskimálaráð- harrin, Johan Dahl, skilir ikki skuldset- ingarnar um hansara ivasomu fortíð sum stjóri á Vágs Skipa- smiðju. Hann sigur seg vera reinsaðan bæði í Frágreiðingini um 80 árini og í sam- band við skipamálini IVASOM FORTÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Leitið í 80 ára frágreið- ingini, har finna tit nógvar góðar krimisøgur. Nakað soleiðis tók formaður Mið- floksins, Jenis av Rana til, tá málið um Anfinn Kalls- berg var í hæddini í desem- ber mánað í fjør. Um fjølmiðlarnir hava fylgt ráðunum hjá Jenisi skal verða ósagt, men eitt nýtt mál um eina ivasama fortíð spøkir aftur føroysk- um politikki. Ivið hevur leingi verið sáddur fortíð- ina hjá nýggja Fiskimála- ráðharranum, Johan Dahl. Í áttatiárunum var Johan Dahl stjóri á Vágs Skipa- smiðju og spurningar hava verið reistir um hansara leiklut í samband við skipa- smíð og almenn veðhald. Útvarp Føroya segði í tíðindunum mánakvøldið, at veðhaldsgrunnurin misti 74, 9 mio krónur upp á Vágs Skipasmiðju í árun- um 1988, 1989 og 1990 í veðhaldsútleggum. Reinsaður Johan Dahl sigur seg ikki skilja skuldsetingarnar um hansara ivasomu fortíð. Hann heldur ikki tað tað er rætt at sáa iva um hansara leiklut á Vágs Skipasmiðju. – Eg var stjóri á Vágs Skipasmiðju og í 1989 fór hon á heysin. Tað er keðil- igt at vit mistu pengarnar, men tað var ikki tað stóra, vit kundu gera, sigur Johan Dahl Johan Dahl fortelur, at hansara persónur bæði er nevndur í Frágreiðingini um 80 árini og í samband við skipamálini, men eing- in ákæra varð reist og tí hel- dur hann ikki tað rætt at sáa iva um hansara leiklut. Hetta líkist eini hetz ímóti mær. Eg kann standa við tað, eg havi gjørt. Eg havi einki at goyma, tí bæði 80 ára frágreiðingin og skipamálini siga tað sum sigast skal um málini, greiðir hann frá. Líkist ikki Anfinni Í Útvarpi Føroya í gjár kom fram, at serliga Fólkaflokk- urin setur spurnartekin við leiklutin hjá Johan Dahl og um hesin er skikkaður til ein landsstýrissess. Fólkaflokkurin hevur undir samgongusamráðing- unum stríðst við Javnaðar- flokkin og Sambandsflokk- in um at tryggja Anfinni Kallsberg ein landsstýris- sess, men bæði Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin søgdu seg ikki hava álit á Anfinni. Undir samgongusamráð- ingunum heitti Fólkaflokk- urin staðiliga á Sambands- flokkin at taka fyrilit fyri ivasomu fortíðini hjá Johan Dahl, tí fekk fyrrverandi stjórin á Vágs Skipasmiðju ein landsstýrissess, kundi Sambandsflokkurin verða við til at seta samgonguna, løgmann og Johan sjálvan í eina trupla støðu. Fleiri vilja vera við, støð- an hjá Johan Dahl minnir nógv um støðuna hjá An- finni Kallsberg. Fólk seta spurning við, hvørt Johan Dahl er skikkaður til ein landsstýrissess, tá Anfinn Kallsberg ikki er tað. Høvuðspersónurin sjálv- ur hevur onga viðmerking til samanberingina og vísir til formannin í Sambands- flokkinum, sum hevur meldað greitt út, at flokk- urin ikki hevur álit á An- finni Kallsberg. Hvussu er og ikki, so kann ein róliga staðfesta, at ABC-samgongan ikki fing- ið bestu byrjanina upp á samgonguskeiðið Herferð ímóti mær Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sigur seg ikki hava nakra orsøk til at halda, at Johan Dahl ikki er skikkað- ur til ein landsstýris- sess. Fólkaflokkurin sigur, at endaliga avgerðin um lands- stýrisessin hjá fyrr- verandi stjóranum á Vágs Skipasmiðju liggur hjá løgmanni Jóannes Eidesgaard IVASOM FORTÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrsti knúturin í nýggju ABC-samgonguni er veru- leiki. Ivasama fortíðin hjá Johan Dahl á Vágs Skipa- smiðju spøkir og spurning- urin verður reistur um Joh- an Dahl er skikkaður til at gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Útvarpið Føroya førdi fram mánakvøldið, at veð- haldsgrunnurin misti 74, 9 mio krónur upp á Vágs Skipasmiðju í árunum. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, vil ikki gera stórvegis viðmerkingarnar ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl. – Tað stutta av tí langa er, at Sambandsflokkurin hev- ur mælt til Johan Dahl sum landsstýrismann í fiski- vinnumálum og vanlig praksis er at fylgja tilmæl- unum hjá teimum ymisku flokkunum. Teir hava víst honum álit og eg síggi onga grund til at halda, at hann ikki er egnaður til ein landsstýrissess, sigur Jóannes Eidesgaard. Borðið hjá Eidesgaard Í Fólkaflokkinum siga teir seg hava ein greiða hugsan um ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl. Flokkurin vil kortini ikki siga, hvør støð- an er, men vísir til løgmann Jóannes Eidisgaard, sum hevur seinasta orðið í mál- inum. – Jóannes Eides- gaard má gera av um somu reglur sum galda fyri Johan Dahl sum Anfinn Kalls- berg, sigur Óli Breckmann. Fólkaflokkurin hevur ikki viðgjørt málið innan- hýsis, men bíðar eftir støð- uni hjá Jóannesi Eidesgaard í málinum. Eidesgaard hevur álit á Johan Dahl Nýggi landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Johan Dahl, skilir ikki skuldsetingarnar um hansara ivasomu fortíð Mynd: Savnsmynd Fyrsti knúturin í ABC-samgonguni er veruleiki. Ivasama fortíðin hjá Johan Dahl á Vágs Skipasmiðju spøkir. Løgmaður Jóannes Eidisgaard sigur seg kortini hava álit á Johan Dahl sum landsstýrismanni Mynd: C M Y K 14