Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 Sosialurin Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Nær væntar tú valið verður? Tað er ilt at siga. Stendur tað til løgmann, so verður tað ikki enn, men tað kundi hent seg, at valið kom munandi skjótari. Tjóð­veldi má í sam­bandi við fiski­dagarnar prógva, at flokkurin kann okk­urt annað enn undanfarin sam­gonga, og megna tey ikki tað, má flokkurin taka seg aftur, og so kann sam­ gongan ikki halda fram. Nær heldur tú, at val skal verða? Eg kundi hugsað mær, at valið varð í oktober ella í sein­asta lagi 8. november, sum plagdi at verða dagur til løgtingsval. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Vit hava eina samgongu, sum í desperatión roynir at fáa onkur ting ígjøgnum, men tað gongur einki við tí. Og eg haldi eisini, at høv­uðsarbeiðið skal ikki gerast á veg út ígjøgnum hurðina. Tí átti til dømis ein kommunureformur at bíða til eftir eitt løg­tings­ val. Sam­gongan og løg­ maður eru eisini viknað eftir málið um setanina av aðalstjóra í Uttan­ríkis­ ráð­num, og makrel­málið er ein stór fiasko. Tað, sum skuldi skapa arbeiði til arbeiðsleysar føroyingar, er endað sum eitt arbeiðs­ skap­andi tiltak fyri út­lend­ ingar. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Tað verður eitt valstríð frá byrjan og til valið verður. Sam­gongan fer at royna at fáa okkurt ígjøgnum, men vit síggja hvussu tað gongur við málinum um komm­unu­samanlegging. Feløg, komm­unur og eisini sam­gongu­limir renna und­an upp­skotinum, og eg rokni við, at soleiðis fer gongdin eisini at verða í heyst. Trúfesti hjá ting­lim­ unum til samgonguna er nógv viknað hesa seinastu tíðina. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum Nær væntar tú, at tað verður val? Eg rokni við, at vit fara at nærkast 19. januar, áðrenn tað verður val, men vit hava eina minnilutasamgongu, sum hevur brúk fyri semj­ um við partar av and­ støðuni, og letur tað seg ikki gera, so kann eitt val koma fyrri. Nær heldur tú, at val skal verða? Generelt haldi eg, at val eigur at verða um heystið heldur enn tíðliga á árin­ um, tí annars skal eitt nýtt lands­stýrið liva í eitt heilt ár við eini fíggjarlóg, sum eitt ann­að landsstýri hevur gjørt. Hvussu sært tú støð­una, nú nýtt tingár byrjar? Nú eru fíggjarkarmarnir sam­tyktir, og tí átti tað ikki at verið nakar stórur trupulleiki at fingið fíggj­ ar­lógina sam­tykta. Men tað eru onnur mál, sum kunnu koma at órógva – eitt nú fiskidagarnir og komm- unusamanleggingin – og sum kunnu gera, at val má útskrivast í heyst. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Eg vænti, at tað verður eitt rokaligt heyst. Higartil hev­ ur landsstýrið serliga sam­ starvað við Tjóðveldi og fyri ein part við Framsókn, men eg rokni við, at teir flokkarnir í andstøðu, sum eru uttan fyri ávirkan í løt­ uni, fara at royna at leggja okkum fót­onglar í vegin, so vit fáa eitt val skjótari, enn ætlanin er. Heystið verður valstríð Vænti rokaligt heyst flokk­inum. Torbjørn Jacobsen, løg­ tings­mað­ur fyri Tjóðveldi, held­ur, at løgtingsvalið átti at verið beinanvegin, og Jenis av Rana heldur, at valið skuldi verið í oktober. Kári P. Højgaard, løg­tings­maður fyri Sjálvstýrið er meira avgjørdur. – Valið skuldi verið skjót­ast gjørligt. Ja, satt at siga burdi val longu havt verið, sigur hann. Poul Michelsen, sum hevur stovnað sín egna flokk, Framsókn, stúrir fyri, at heystið kann enda í berum kegli og valstríði. – Uttan iva verður tað mest valstríð at síggja. Teir ymsu politikararnir fara at vilja markera seg. Man fer at síggja nógv til politiskt dugnasemi og snildi. Um man fer at duga at finna tær til tey ymisku stórmálini, so verður tað eitt spennandi heyst. Um tað hinvegin einans verður valstríð, so fara vit ikki at síggja annað enn keglarí, sigur Poul Michelsen. eydun@sos.fo yvirlivir stið