Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 8 Sosialurin Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Nær væntar tú valið verður? Eg vænti, at løgtingsvalið verð­ur í september/oktober. Tað er tíð upp á at fólkið slepp­ur at siga sína hugsan um, hvør skal stýra í Føroy­ um. Reint praktiskt er tað eisini betur við einum vali í heyst, so at eitt nýtt lands­ stýri kann gera eina skilagóð fíggjarlóg. Nær heldur tú, at val skal verða? Eg ynski, at valið verður so skjótt sum gjørligt. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Tingarbeiðið hevur seinastu tíðina verið merkt av kaos og ongari stýring, og tí er neyð­ugt við einum vali, so hetta ikki heldur fram. Sam­ bandsflokkurin og Javn­aðar­ flokkurin hava ligið skerflatir fyri Tjóðveldi og lata ymiskt fara ígjøgnum bara fyri at sleppa at sita við valdið. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Stóri spurningurin er, hvussu vit skulu fóta okk­ um fíggjarliga, og hvat vit gera í fiskivinnuni. Makrel­ málið bleiv kaos, og nú skulu fiskidagarnir ásetast. Vit fáa loyst upp fyri trupul­ leikunum við at fáa eitt val sum skjóast. Tað er avgerandi neyðugt. Kaj Leo Johannessen, Sambandsflokkurin Nær væntar tú valið verður? Eg arbeiði til 19. januar. Í politikki kann man ongantíð siga nakað við fullari vissu, men sum útgangspunkt arbeiði eg til 19. januar. Nær heldur tú, at val skal verða? 19. januar. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Eg vil lýsa hana stutt við trimum orðum: Hugalig, avbjóðandi og spennandi. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Eg vænti nokk eitt tað besta kjakið um kommu­ nala bygnaðin og burðar­ dygga fiskivinnu, vit nakrantíð hava havt. Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin Nær væntar tú valið verður? Eg vænti, at valið verður onk­ untíð í oktober ella november í sambandi við fíggjarlógina. Nær heldur tú, at val skal verða? Skjótast gjørligt. Ja, satt at siga burdi val longu havt verið. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Støðan er óalmindiliga iva­ som. Vit hava í verandi støðu tríggjar flokkar, sum hava gjørt avtalu um ávís mál, men eg sakni eina lang­ tíðar­avtalu. Sum nú er, veit veljarin ikki, hvat avtalan inniheldur, og hvønn veg tað ber. Við øðrum orðum sakni eg punktir, sum man kann fyrihalda seg til. Haraftrat kann eg nevna, at núverandi støða við vaktarskipinum er ein stór skandala. Vit sum fiskivinnutjóð eiga og mugu hava eitt gott og væl­ virkandi vaktarskip. At vit játta 200 milliónir til eitt fiskirannsóknarskip, meðan verjuskipið liggur lamið líkist ongum. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Stjórnin er ikki arbeiðsfør, so eg vænti ein forferdiligan hurlivasa. Eitt nú kann eg taka málið um fiskidagarnar fram, har eg vænti nógvar ósemjur um. Í stuttum verður tað eitt turbulent heyst. Tann stutta søgan vit hava havt við minnilutastjórn hevur so avgjørt víst okkum, at tað ikki er ein gongd leið- Tórbjørn Jacobsen, Tjóðveldi Nær væntar tú valið verður? 19. januar 2012. Eg trúgvi ikki, at val verður útskrivað fyrr enn tað, tí allir karmarnir fyri fíggjarlógina eru longu samtyktir. Nær heldur tú, at val skal verða? Valið burdi verið í dag. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Nøkur ting hava nú latið seg upp, og møguleiki er fyri ymiskum uppskotum. Samstundis er tað eisini møguleiki fyri ymiskum kon­sultatiónum, sum vit ikki hava havt fyrr. Tað er eingin loyna, at tað tey síðstu árini ikki hevur eydn­ast at fingið skil upp á búskaparligu støð­una. Inn­tøkurnar eru minkaðar, meðan útreiðsl­ urnar eru øktar. Tað er tann størsta avbjóð­ingin, vit hava í hesum landi. Reformurin á fiski­vinnu­økinum er eis­ini nakað, vit mugu fáa ígjøg­ num skjótt, tí sum nú er fáa vit alt ov lítið burtur úr okkara tilfeingi. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Tað eru serliga tvey mál, sum vit mugu fáa bilbukt við. Tað er ásetanin av fiski­ vinnudøgunum og fíggj­ ar­lógin. Eg vænti ikki teir stóru trupulleikarnar við tí síðstnevnda, tí sum áður sagt, so eru karmarnir um fíggjarlógina longu sam­ tyktir. Sjálvsagt kunnu smá­ mál koppa eini stjórn. Tað hava vit sæð meira enn eina­ ferð. Men eg vænti ikki, at tað verður tilfeldið her. Poul Michelsen, Formaður í Framsókn Nær væntar tú valið verður? Tað eru nøkur avgerandi mál, sum skulu fáast frá hondini so sum fiski­dag­ arnir, áðrenn nakað val verður. So eg trúgvi, at tað verður í oktober. Nær heldur tú, at val skal verða? Persónliga eri eg spent­ur upp á at hava minni­luta­ stjórn. Um man fær tað at virka ordiligt, so skal man geva tí ein kjans. Um ikki so skal val skrivast út skjótast gjørligt. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Tað sær spennandi út. Sum sagt er royndin við minnilutastjórn eitt nýtt átak, og tað er spenn­ andi. Føroyskur poli­ tikk­ur hevur í longri tíð ver­ið stagneraður, so vón­ andi hendir okkurt kon­ struktivt nú. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum? Uttan iva verður tað mest valstríð at síggja. Teir ymsu politikararnir fara at vilja markera seg. Man fer at síggja nógv til politiskt dugnasemi og snildi. Nú vit hava eina minnilutastjórn, eru nógvar spennandi kom­ bina­tiónir at spæla uppá. Um man fer at duga at finna tær til tey ymisku stórmálini, so verður tað eitt spennandi heyst. Um tað hinvegin einans verð­ ur valstríð, so fara vit ikki at síggja annað enn kegla­ rí. Val verður 19. januar Kann enda við berum kegli Serliga tvey mál av týdningi Mugu fáa val sum skjótast Ein stór skandala