Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 Sosialurin Áki Bertholdsen – Koma Vestmanna og Kvívik upp í Tórshavnar Kommunu, verður tað ein dýr søga fyri havnarfólk. Tað staðfestir Jan Chris­ tian­sen, býráðslimur í Havn. Nú talan hevur verið um at leggja kommunur saman, hevur nógv verðið tosað um at leggja Kvívík og Vestmanna afturat Tórs­ havnar Kommunu. Tað hevur verið mest sum góðikið, at soleiðis verður og borgarstjórin í Havn hevur alment boðað frá, at hann dugir ikki at síggja, hvat skuldi verið í vegin fyri tí. Men Jan Christiansen heldur, at tað er nógv, sum er í vegin fyri tí. – Eg eri ikki so heitur fyri at leggja Vestmanna og Kvívík afturat Tórshavnar Kommunu, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann er als ikki einsamallur í Tórshavnar Býráði um hetta sjónrmiðið. Skatturin upp Jan Chtistiansen vísir á, at tað er rættiliga stórur munur á fíggjarligu viðurskiftunum hjá Havnini og Vestmanna og Kvívík. Men verða kommunurnar lagdar saman, skal tann fíggj­ arligi ójavnin javnast, so at øll kommunan er javnt­sett. Men tað verður ein útjavn­ ing, sum verður dýr fyri havnarborgarar, staðfestir hann. Eitt, Jan Christiansen vís­ur á, er, at Í Vestmanna er komm­ unuskatturin heilt uppi á 23% og í Kvívík er tað 21%. Í Havn er skattaprosentið 20,75%, men samgongan í Tórshavnar Býráð hevur boðað frá, at tá ið ellisheimið, Boðanesheimið, er liðugt, skal skatturin í Havn niður á 19,75%. - Verða Kvívík og Vest­ manna løgd upp í Tórshavnar Kommunu, verður sjálvandi talan um eitt og sama skatta­ prosent í allari kommununi. Samstundis hava vit ein barnadrádrátt í Havn upp á 5000 krónur fyri hvørt barnið, men í Vestmanna og í Kvívík er hann 4000 krónur. Jan Christiansen stað­ festir eisini, at Vestmanna og Kvívík hava eina nettoskuld upp á 52 milliónir krónur, sum skal leggjast afturat skuld­ini hjá Tórshavnar Kommunu. Og at enda staðfestir hann, at verða Kvívík og Vest­ manna lagdar afturat Tórs­ havnar Kommunu, skulu allir borgarar í kommununi sjálv­ andi hava somu tænastur. - Tí er tað sjálvsagt, at ókeypis bussleiðin eisini fer at fevna um Kvívík, Stykkið, Leynar, Skæling. Válin og Vestmanna og tað verður ikki bíligt, tí hon kostar skattaborgarunum í Havn yvir 20 milliónir, longu sum nú er, sigur býráðslimurin. Jan Christiansen er tískil komin til ta niður­ støður, at skal talan verða um samanlegging ímill­um Vestmanna, Kvívík og Havn­ ina, verður talan um eina rættiliga stóra eyka út­reiðslu hjá Havnarborgarum. Tað er í øllum førum púra greitt fyri mær, at so verða vit noydd at hækka skattaprosentið í Havn. – Eg haldi, at skatturin í Havnini er ivaleysa høgur, so tað smakkar mær illa at leggja fleiri fíggjarligar byrðar á havnarfólk, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo Skattaprosentið í Havn má hækkað KOMMUNUSAMANLEGGING Koma Vestmanna og Kvívik upp í Tórshavnar Kommunu, verður tað neyðugt at hækka skattaprosentið, staðfestir Jan Christiansen, býráðslimir Jan Christiansen heldur, at verða Vestmanna og Kvívík løgd afturat Tórs­­­havnar Kommunu, verður kommunan so víð­ før, at tað er ringt at fáa eyga á nakra skil­bót fyri kommunu­raksturin. Skulu kommunur verða lagdar saman, mátti tað verið meiri nátúr­ligt at javna út ístað­in fyri at økja um munin. Tí hevði eg skilt tað betri, verða Vestmanna og Kvívík løgd afturat Vágum, tí so fáa vit eina vesturkommunu við 5000 fólkum. Tað er tað saman sum Klaksvíkar Kommuna. – Verður Vágar ein komm­una einsamøll, verður talan um eina lítla komm­unu upp á 3000 fólk og eg ivist í, hvussu burðar­dygg hon verður, skal talan verða um at leggja fleiri øki undir kommunurnar at umsita. – Eg dugi ikki at síggja nakran sum helst fyrimun við at leggja Vest­manna og Kví­vík upp í Tórshavnar Kommunu. - Kommunan veksur nógv í vídd, men eg veit ikki, hvat vit skulu brúka tað til, leggur hann afturat. Tvørtur ímóti verður tað ein stórur fyrimunur fyri Vestmanna, sum hevur stóra skuld at dragast við. Jan Christiansen sigur, at hetta er eitt mál, Tórs­ havnar Kommuna má taka støðu til og tí skal tað verða tikið upp í býráðn­ um í heyst at vita, hvørja støðu, býráðið hevur. 5000 Fólk – Eg dugi ikki at síggja nakran sum helst fyrimun við at leggja Vestmanna og Kvívík upp í Tórshavnar Kommunu Dýr søga Tað er ikki nátúrligt at leggja Vestmanna og Kvívík upp í Tórshavnar Kommunu, men hendir tað, verður tað dýrt hjá havnarborgarum, sigur Jan Christiansen, býráðslimur, sum ikki er so heitur talsmaður fyri at gera Havnina enn størri