mikudagur 20. juli 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
10
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Tær donsku KT-fyritøkurnar
hava fingið nógvar bílegg
ingar úr útlondum, men tær
hava ilt við at fylgja við, tí
tær hava ikki nóg nógvar
verkfrøðingar
og
aðrar
serfrøðingar.
Tað
skrivar
Jyllands-Posturin, sum eisini
veit at siga, at tørvur er á
millum 2.000 og 4.000 KT-
serfrøðingum í Danmark.
Tom Togsverd, sum er
stjóri á felagnum hjá teimum
donsku
KT-fyritøkunum,
sigur, at framleiðslumissurin
hjá fyritøkunum er millum
tríggjar og fýra milliardir
krónur um árið, tí tær fáa ikki
nóg nógvar serfrøðingar.
Fleiri
fyritøkur
royna
við ymsum serliga góðum
tilboðum fyri at fáa fatur
á teimum røttu serfrøðing
unum. Eitt dømi er fyritøkan
Secunia í Keypmannahavn,
sum hevur lovað sínum
medarbeiðarum
20.000
krónur í finningarløn, um teir
kunnu útvega fyritøkuni ein
KT-serfrøðing við tí neyðuga
førleikanum, sama um hann
er dani ella útlendingur.
Harumframt hevur Secunia
innrættað eina íbúð á sjálvum
Strøget í Keypmannahavn,
har ungir útlendingar kunnu
búgva
í
felag.
Umframt
bústað fáa teir eitt lønar- og
pensjónstilboð, sum í meðal
liggur langt oman fyri 50.000
krónur um mánaðin.
Stórt trot á KT-serfrøðingum
Oljuvinnan trýstir
húsaprísin upp ígjøgnum
Í norska býnum Stavanger og har um vegir er húsaprísurin hækkaður
90 prosent tey seinastu seks árini, og oljuvinnan er orsøkin
Við hesum prísvøkstrinum
verður
húsaprísurin
í
Stavanger-økinum skjótt líka
høgur sum í Oslo-umráðnum.
Eitt nú vísa tøl hjá norsku
hagstovuni, at síðani 2005
er húsaprísurin í økinum
rundan um Stavanger hækk
aður 74 prosent, meðan
prísvøksturin í Oslo-umráðn
um hevur verið 52 prosent í
sama tíðarskeiði.
– Hetta er heilt ótrúligt.
Sjálvt um húsaprísirnir fram
vegis eru hægri í Oslo og
Bærum, so vísa tølini, at hús
ini í Stavanger-økinum verða
líka dýr sum tey í høvuðs
staðarøkinum skjótt, sigur
Terje Strøm, búskaparfrøð
ingur, við Bergens Tidende.
Gongdin higartil í ár er
tann sama. Bæði í Stavanger
og í Sandnes er húsaprísurin
hækkaður 10 prosent síðani
á nýggjárinum, og Terje
Strøm ivast ikki í, at hetta
fer at halda fram. Hann vísir
á, at arbeiðsumhvørvið í
Stavanger-økinum er gott,
og at fleiri velja at stovna
nýggjar fyritøkur har. Tað
ger, at fólk flyta til økið,
og tað leggur aftur trýst á
bústaðarmarknaðin.
Men
onnur viðurskifti hava eisini
sína ávirkan.
– Stavanger er høvuðssæti
fyri norskari oljuvinnu, og
tí hevur oljuprísurin stóra
ávirkan har. Tey seinastu
fimm árini er oljuprísurin
næstan tvífaldaður, og tað
hevur havt størri virksemi
við sær, sigur búskaparfrøð
ingurin. Hann væntar, at
gongdin fer at standa við í
komandi árum, men kanska
við eitt sindur minni ferð.
Vøksturin er tó nær tengdur
at, nær rentan fer at hækka
aftur.
Kvinnur vilja eiga heima
Støðugt fleiri danskar
kvinnur velja at eiga síni
børn heima við hús. Tey
seinastu nógvu árini eru
umleið 600 børn fødd
heima árliga, men tøl hjá
heilsustýrinum vísa, at í
fjør vórðu 730 børn fødd
heima við hús.
Lillian Bondo, sum
er formaður í danska
jarðamóðurfelagnum,
er fegin um gongdina,
men Birgit Petersson á
Institut for Folkesund
hedsvidenskab á lærda
háskúlanum
í
Keyp
mannahavn heldur, at
hendan gongdin er eitt
úrslit av, at viðurskiftini
á
føðideildunum
eru
vorðin verri.
– Fleiri føðideildir
eru lagdar saman, og tað
hevur gjørt, at barnakon
urnar eru ikki nøgdar
við umstøðurnar, sigur
Birgit Petersen við DR.
Eiga at fáa rúsdrekka
til dyrnar
Í Svøríki ber til at
bíleggja
rúsdrekka
á
alnótini og at fáa vøruna
til dyrnar. Tað eru privat
ir innflytarar, sum veita
fólki ta tænastuna. Tann
almenna
rúsdrekka
sølan,
Systembolaget,
kann ikki veita hesa tæn
astu, men nú vil Folke
partiet hava, at tann
almenna fyritøkan skal
fáa sama møguleika.
Folkepartiet
vísir
millum annað á skipan
ina í Noregi, sum eisini
hevur almenna einkar
sølu. Har er tað so, at í
Oslo og Akershus kunnu
fólk fáa vørur frá Vin
monopolet til dyrnar,
meðan fólk aðrastaðni
í landinum kunnu fáa
tær við postinum.
Men Sven Andréas
son, sum er lækni og
nevndarlimur í System
bolaget, heldur lítið um
hugskotið hjá Folkeparti
et. Hann heldur, at betri
tænasta ger tað lætt
ari hjá fólki at fáa rús
drekka, og harvið veksur
sølan, og skaðarnir verða
fleiri, sigur hann.
Trolarar skulu hava
minnisvarða
Íslendingar hava nógv
hátíðarhald av ymsum
slagi, og millum teirra
er
hátíðarhaldið
hjá
monnum, sum sigldu við
teimum gomlu síðutrolar
unum. Nú um dagarnar
hittust millum 180 og 190
fólk til síðutrolarahald
á Akureyri, og har var
semja um at reisa ein
minnisvarða til minnis
um
síðutrolararnar.
Hugskotið varð handað
borgarstjóranum á Aku
reyri, og sambært fjøl
miðlunum tók hann væl
ímóti tí.