Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 Sosialurin Nøvn TØKK 21. juli fyllir Sam Olsen 70 ár og er burturstaddur á degnum. Hann er føddur í Sørvági har mamman Sigga kemur frá. Hon kom til Havnar at arbeiða hjá Zakarias Niclasen (Zakaris á Skipafelagnum), og eftir eina tíð fór hon í starv hjá Edith og Magnus Skæling. Edith hevði ein beiggja Adler Olsen. Tað gekk ikki long tíð, so rann saman teirra millum og tey giftust 1. februar 1941. Anna Sam átti Portugálið tað tíðina, og hon bjóðaði son­inum og sonarkonuni íbúð har. Úti á Reyni búði familjan til 1955, tá flutt var niðan á Tinghúsvegin. Okkara familja búði eisini í Portugálinum til vit ár seinni fluttu niðan í Lon, og vit vóru tá tveir javnaldrar ið aldust upp úti á Reyni, og sum smádreingir vóru vit dagliga fleiri ferðir um dagin inni hjá hvørjum øðrum. Mangan havi eg siti væl inni hjá Siggu og Adler, tey vóru ógvuliga góð við okkum piltar, og drekkamunnurin frá Siggu við putusukur uppá breyðið var hæddarpunktið. Mamma tín Sam, ið fyri stuttum doyði, var eitt ótrú­ liga gott menniskja. Úti á Reyni vóru fleiri barna­familjur, so fleiri vóru javnaldrarnir at spæla við. Nú eg skrivi, minnist eg millum fleiri Kára Reynheim, Inga Mohr, Virgar Poulsen, John Wilhelmsen, Hans Poulsen (á Kák) og Mikkjal Olsen (á Húsabrúgv). Foreldrini hjá piltunum vóru elskulig menniskjur, so vit vóru sum ein stór familja, men tað hendi meiri enn so at onkur klandursdagur var, har serstakliga kvinnur brustu saman í hørðum orðadrátti. Tá stóðu vit piltar kvirrir í skotunum og lurtaðu eftir boðskapi teirra. Sam hevði tveir beiggjar, Arnbjørn og Vagn sála. Á ungum árum royndi hann sjógvin sum messu­ drongur við “Tjaldri­num”, áðrenn hann fór í prent­ aralæru í 1957 á “Dagprent” á Eystaru bryggju. Hann hevur eisini arbeitt á “Einars prent” og “Klaksvíkar prentsmiðju”. Síðani bar leiðin aftur til “Dagprent”, áðrenn hann í 1978 byrjaði prentsmiðju í húsi sínum í Gundadali. Í 1964 giftist hann við Hjørdis Hansen frá Gøtu­ gjógv, og har hevur familja nú summarhús í húsinum hjá Hans bónda og konuni Biritu, har Hjørdis vaks upp. Tey hava verið gift í 47 ár, og Hjørdis hevur roynst honum ein sera góð kona. Mangan havi eg sitið væl í heimi tykkara, har blíðskapur altíð hevur verið í hásæti. Tey fingu døturnar Bjørg, ið býr í Havn, og Lindu ið doyði sum ung genta av ferðslu­óhappi í 1986, og tað er væl skiljandi at tað var ein dyggur smeitur fyri tykkum. Hóast eg búgvi í Oslo og frástøðan sostatt er stór okk­ ara millum, so hava vinar­ bond ikki slitnað. Ofta tosa vit saman í telefon, og tá eg eri heima fara vit okkum ein túr út á Reynin “bygdina í býnum” har vit hugna okkum og dvølja við barnaárini, teir góðu gomlu dagarnar. Har úti búðu í sannleika litríkar familjur frá tann­ lækna Kaaber, familjan Brockie, Hansina og Karl á Kák, Hanna og Gerhard Tell­ ing, familjan Askham, Hed­ vig og Juul Olsen, Johanna og Asbjørn Poulsen, Juul Poulsen við fam., Poul Jo­ hannes Lindberg, Herdis og Tummas á Kák, Thomasia og Oddvald Ørvarodd, Mikkjal Thors­vig, Rakul og Chr. Ludvik Wil­ helmsen, Kathrina og Karl Reynheim, Juli­anna Ras­ mussen og son­urin Arthur, familjan Gregorius­sen, Cerina og Zakaris Reynagarð, Elisabeth og Palli Henriksen, Aksel Poulsen lækni við familju, og ikki at forgloyma familjan Mohr. Fóru vit longur niðan so vaks talið, tí nógv vóru børn­ ini. Litríkir persónar ið settu sín serstaka dám á Reynin. Hvør minnist ikki tá vit sigldu við flakum í víkini við Skinnarasker og har droymdu okkum út við út­ havsins strendur og heims- høvini miklu. Ella tá vit stóðu úti á Nes­ inum við tráðu í hond og fong­urin var bæði seiður, berggylta, toskur og sjálvsagt var hin forvitna ulkan har. Sporini vóru nógv um alt Nesið, og forvitnir vóru vit tá vit stardu at sólurinum á fløtuni vestantil. Vit klóraðu okkum í nakkanum og vóru sannførdir um at forfedrar okkara vóru gløggir sum fáir. Ein rættur Reynadrongur rann skjótt eftir bjálkanum út á Vippusteinin, og rætt sum var kláraði ein ikki teir fýra metrarnar, tá tók sjógv­urin ímóti, og teir hjá Brockie hava bjarga mong­ um Reynadreingi. Teir eru heldur ikki fáir ið Jóanes hjá Gynnu og arbeiðsmenn har drógu upp úr sjónum við Müllers­brúgv. Fongslið var í aðru hædd har Brockie helt til. Niðanfyri bakaríið hjá bakar Hansen stóðu vit piltar mangan og lúrdu við stakittið tá fang­ arnir fóru út at fáa sær fríska luft. Vit fingu ofta eitt lítið prát við onkran. Tað var bert ein fangavørður til arbeiðis, og minnist tú Sam tá fangavørðurin skuldi om­an i “Perluna” eftir døg­ urða hvat hann tá gjørdi? Jú hann stongdi hurðina og hekk lykilin uttanfyri, tí kom eldur í so mátti onkur læsa teimum upp, men tað var ikki fyrr enn seinni á okkara dreingjadøgum, at ein fremmandur brennivargur kom til landið og stórskaði hendi í Tinganesi. Ì sannleika, Reynurin var ikki sum aðrir býlingar í Havnini. Skemtiligt er at minnast aftur á tá vit skuldu liggja náttina yvir í Havnardali í tjaldi ið Adler átti. Tá vit á kvøldi komu út í dalin vóru smádreingir av Tinghúsvegnum har eisini í somu ørindum. Spentir vóru vit tá vit krupu niður í soviposan nú náttin nærkaðist. Hon var ikki meiri enn komin, so brast ódnarveður á við grimdarregni. Alt endaði við at tjøldini fóru um koll og piltarnir í soviposum smoygdu tjald­ dúkin yvir seg, og tá heiða­ fuglar boðaðu frá morgni, og Adler kom á súkklu út, sótu vit har sum kulda­krákur, vátir og snópusligir. Fyri tveimum árum síðani fóru vit báðir út í Havnadal at minnast aftur á gamlar dagar. Minnist tú hvussu hugna­ ligt tað var tá vit vassaðu í ánni og hugdu eftir sílum, og síðani settu okkum á fløtuna har sunnudagsskúlin hjá Frelsunarherinum hevði út­ ferðir sínar? Flestu Reynadreingir vóru sannir sunnudagsskúla­ dreingir. Í kirkjutíð sluppu vit ikki út at spæla, men aftaná runnu vit niðan í sunnu­dagsskúlan. Í sannleika Sam, vit Reyna­dreingir hava nógv at minnast aftur á bæði í skemti og álvara; slíkir dagar koma ongantíð aftur. Nú tú er farin um tey sjeyti sigi eg: Vælkomin eft­ i­r! Takk fyri trúfesti og vin­ skap sum hevur verið og kemur at vera so leingi hjarta slær. Má Harrin vælsigna teg og geva familjuni nógv góð ár og góðan byr framyvir. Vinur tín Njál Sam Olsen 70 ár TØKK TØKK