mikudagur 20. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
12
Sosialurin
Kjak
Nú uppskot um komm
unusamanleggingar er
komið úr landsstýrinum,
hevur mikið kjak stungið
seg upp í samfelagnum,
hvørt samanleggingar er
ein gongd leið ella ikki.
Málið er als ikki ókent
og innihaldið heldur ikki
nýtt, men longu tykjast
løgtingslimir at hokna.
Undirritaði er rímu
liga nýggjur í politikki,
og møguliga er hetta við
at mynda støðutakan
mína í hesum máli.
Sum partur av einum
samdum kommunustýri
á Sandi, varð eg í farnu
viku við til at melda
greitt út, at eg taki
undir við at Sandoyggin,
Skúgvi og Stóra Dímun,
verða lagdar saman í
eina felagskommunu.
Man kann altíð seta
spurnartekin við, um
skipanin við eini felags
kommunu verður betri
enn verandi skipan.
Mín spurningur er hin
vegin, hvørt verandi skip
anin við nógvum smá
um kommunum gagnar
Sandoyarøkinum?
Mær vitandi hevur
økið verið fyri støðugari
afturgongd í fólkatali
seinnu árini. Samstørvini
í økinum, læknin, skúlin
o.o, hava verið merkt av
innanhýsis
ósemjum.
Samanlagt liggur økið
á knøunum av skuld.
Almennar íløgur eru so
at siga ongar fingnar til
økið. Hetta ber ikki júst
brá av at skipanin hevur
gagnað økinum.
Tað er lætt at finna
argumentini fyri hví vit
eiga at vera ein felags
kommuna, men higartil
hava sera fá argumentir
verið frammi fyri, hví
vit skulu halda fast
við verandi skipan, tó
Skúvoyar
kommuna
hevur meldað út, at tey
vænta at hvørva í eini
felags kommunu.
Eg vænti ikki at komm
unusamanlegging eina
kemur at venda gongd
ini í økinum, tí tað skal
munandi sterkari lútur
til. Men kommunusam
anleggingar er ein for
treyt fyri, at vit sum øki
kunnu gera okkum gald
andi við krøvum okkara
mótvegis restini av landi
num. Kommunusaman
legging snýr seg ikki um
at missa teritorium mót
vegis hvør øðrum, men
sum øki at vinna land,
sum vit hava mist undir
verandi skipan.
Spurningurin er so
um vit lokalt í økinum
eru bangin fyri hvat
fólkið hevði sagt, um
so varð at fólkið fekk
møguleikan at siga sína
meining. Spurningurin
er um vit eru bangin
fyri at lokalar alliansur
fara fyri skjeytið, um
bólturin varð tveittur
upp heilt av nýggjum?
Málið um kommunu
samanleggingar er sera
stórt og principielt mál.
Eg fari tí at mæla til, at
fólkið í økinum sleppur
til
orðanna,
soleiðis
at vit sum eru vald av
fólkinum vita hvør fólk
sins vilji í hesum máli
er, og hvat vit tí skulu
arbeiða fram ímóti.
Sands
kommuna
hevur fyri rúmari tíð
síðani samtykt at halda
fólkaatkvøðu um málið,
og um so er at kommunu
stýrið velur at halda fast
við hesa samtykt, verður
væntandi skipað fyri
fólkaatkvøðu í heyst.
Kommunu
saman
leggingar
Brandur Sandoy
borgarstjóri á Sandi
Eyðun á Lakjuni
býráðslimur í Fuglafirði
Tað, at málið verður lagt út
til hoyringar í bert 14 dagar
í bestu feriutíð, er eftir míni
metan ein stór vanvirðing
av politisku skipanini í síni
heild, og átti als ikki at komið
fyri. Beinanvegin her sæst, at
okkurt er spinnandi galið, og
tú fært ein ringan smakk í
munnin.
Fyrst eitt sindur um “burð
ardyggheit”, - hetta nýggja
orðið, sum øll nú eru farin at
láta sum papageykar. Eing
in veit veruliga, hvat tað
merkir. Eg havi t.d. roynt at
spurt - eisini millum hægstu
politikarar her á landi - nær
ein kommuna er burðardygg,
- men eg fái onki svar. Eg síggi
annars í hesum uppskotinum,
at Sandoyggin er burðardygg,
at Sundalagið er burðardygt,
men at Fuglafjørður er ikki
burðardygg. Gøta/Leirvík ella
Eysturkommuna er heldur
ikki burðardygg. Tá er tað,
mann spyr seg sjálvan: Hvar
er logikkurin.
Tað eru nógvir mátar at
argumentera uppá. Eg kann
t.d siga, at Fuglafjørður er
fimtstørsta pláss í landinum
– tí tað er tað. Vit hava so
at siga alt, ið skal til fyri at
reka eina kommunu. Her eru
skúlar, barnagarðar, eldra
sambýli, nógv arbeiðspláss,
ein rúgva av mentanarligum
og ítróttaligum tilboðum,
handlar - og eg kundi hildið
á. So kemur spurningurin
hjá mær: Er landið snikkað
saman á rættan hátt, tá ið
fimststørsta bygd ella staður,
sum annars klárar seg fínt
sjálvur, ikki kann vera ein
sjálvstøðug kommuna, - um
hon ynskir tað. Skal hon
ímóti sínum vilja verða av
tikin sum kommuna? Er tað
rímiligt? Eru landsins lógir
ikki tá tilpassaðar eftir onkr
um øðrum landi enn okkara
egna, kæra fosturlandi?
Eg kann halda fram at
argumentera. Í Fuglafjarðar
kommunu búgva uml. 1550
menniskju. Tað er uml. 3,1%
av samlaða fólkatalinum í
Føroyum. Sum flestum kunn
igt, so stendur Fuglafjørður
rímiliga sterkur reint vinnu
liga. Ein leyslig, men tó
realistisk meting sigur, at vit
eiga uml. 2 mia. av samlaðu
føroysku
bruttotjóðarúr
tøkuni, sum er uml. 13 mia.
Hetta umroknað í prosentum
er uml. 15. Tað vil so siga,
at Fuglafjørður við sínum
reiðiliga 3% av fólkinum og
15% av samlaða BTÚ’num í
Føroyum kortini sambært
skarpastu heilunum í Havn
ikki er burðardyggur. Tá
er tað aftur, eg spyrji meg
sjálvan: Hvar er logikkurin?
Hvat skal forða fyri, at
ein slík kommuna skal klára
at taka sær av sínum gomlu
sjálv, – serliga tá ið hugsað
verður um, at pengar fylgja
við til at gera hesa uppgávu
fyri? Eldraøkið í Føroyum
kostar uml. 400 mió. kr. Verða
pengarnir býttir javnt eftir
fólkatalinum, er okkara part
ur í Fuglafirði uml. 12,3 mió. kr.
um árið. Skulu vit ikki klára
hesa uppgávu sjálvi? Ella um
vit nú saman við grannunum
meta, at vit gera hetta best í
felag, lat okkum so sleppa at
gera tað í friði.
Og so eitt sindur um
fólksliga tilgongd.
Í februar mánað í ár fingu
kommunufeløgini skriv frá
táverandi landstýriskvinnuni
í innlendismálum, Anniku
Olsen, har tey verða biðin
um at taka støðu til eina
fólksliga tilgongd í hesum
máli. Í hesum sambandi
verður beinleiðis tosað um
fólkaatkvøður
í
einstøku
kommununum. KSF svarar,
at tikið verður undir við
eini fólksligari tilgongd, og
at stýrið tekur undir við, at
Innlendismálaráðið í samráð
við kommunurnar nýtir fólka
atkvøður í teimum einstøku
kommununum sum amboð í
fólksligu tilgongdini.
Í uppskotinum, vit nú fáa
til hoyringar frá Helenu Dam
á Neystabø, er alt tað fólksliga
– eg vil heldur kalla tað, alt
tað demokratiska - tikið út.
Nú skal alt bara tvingast
saman – um tú vilt tað ella
ikki. Lurtið eftir hvat §6 stk.
3 í lógaruppskotinum sigur:
“Fyri tær eindir, ið ikki innan
ásettu freist eru skipaðar við
sjálvbodnari samanlegging,
ger landstýrismaðurin sbrt.
§ 4 uppskot til avtalu um
samanlegging, sum avvarð
andi kommunustýri skulu
samtykkja innan eina freist,
ið landstýrismaðurin ásetir.”
Løgdu tit til merkis har
stendur
“kommunustýri
skulu samtykkja”. Í góðum,
gomlum sovjettstíli. Tað við
siga, at eg sum kommunu
stýrislimur veri tvingaður
at samtykkja nakað, sum
gongur djúpt ímóti míni egnu
sannføring og samvitsku. So
langt úti er tað. Nei, góða
Helena, den går ikke. Hatta
fært tú ikki meg til.
Tí var tað ikki minni hug
stoytt at hoyra fyrrverandi
landstýriskvinnuna og nú
løgtingskvinnuna,
Anniku
Olsen í ÚF tann 5. juni á
miðdegi siga, at hon fór at
taka undir við hesi lóg, tí,
sum hon segði, stórt sæð ikki
eitt komma var flutt í mun
til hennara egna uppskot.
Eg skilji einki. Fyri mær er
alt vent á høvdið. Er tað ikki
munur á at hava eina fólka
atkvøðu um eitt so týðandi
mál og so at gera tað beint
ímóti fólksins vilja. Ja, eg
spyrji bara!
Kommunustýrini,
sum
eru longdi armur borgar
ans, standa nú í kø at
fortelja tykkum, kæru lands
politikarar, at tey vilja ikki
tvingast saman við lóg. Í
Vági var fólkaatkvøða fyri
nøkrum árum síðani, og har
segði ein greiður meiriluti av
fólkinum, at tey ynsktu, at
Suðuroyggin var 2 kommunur
heldur enn 1. Tað eru bert
góðir 3 mánaðir síðani, at
6 borgarstjórar í 6 meðal
stórum kommunum alment
heita á løgting og landstýri
um at binda frið og gevast
við øllum tosi um tvungna
kommunusamanlegging,
samstundis sum kommunu
feløgini
ferð
eftir
ferð
hava boðað frá, at tær ikki
vilja kennast við tvungna
kommunusamanlegging.
Ávirkar
alt
hetta
einki.
Hevur hetta onki at siga?
Nei, tað tykist sum um, at
tað telur onki, hvat fólkið
heldur. Bara strikurnar passa
á onkrum skriviborði í onkr
um málaráði í Havn, so er alt
fínasta slag.
Mín áheitan á politiska
systemið skal vera, at tit sum
minsta mark lata fólkaviljan
ráða. Tað má tó vera tað
minsta! Hava tit ætlanir um
at leggja kommunur saman,
spyrjið so fólkið. Annars eri
eg sannførdur um, at um
uppleggið frá landstýrinum
var, at tað vóru einar 12 - 15
kommunur her á landi, og at
samstarvsøkini vóru á leið
tað, sum uppskotið leggur
upp til, var alt hetta als ongin
trupulleiki, og tað gekk sum
smurt ígjøgnum allastaðni.
Viðmerkingar til kjakið um
kommunusamanlegging
Okkurt er spinnandi
galið, og tú fært ein
ringan smakk í munnin
Fyri góðum 14 døgum síðani kom út til hoyringar uppskot frá
landstýriskvinnuni í innlendismálum, Helenu Dam á Neystabø, um
kommunusamanleggingar. Her eru nakrar viðmerkingar til málið