mikudagur 20. juli 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
Sosialurin
Stuttligt at lesa eitt so
øðrvísi innlegg sum hetta
hjá Niels Midjord. Og gott
er at fáa mál lýst úr ymsum
sjónarhornum. Tó má eg
beinanvegin siga, at partur
av tí, Niels førir fram, byggir
á minst eina fullkomna
misskiljing, um ikki fleiri.
Tí aldri havi eg havt
nakað ímóti mentanarligari,
sosialari ella fíggjarligari
javnvág millum miðstaðar
økið og restina av landinum.
Og ongantíð havi eg sagt, at
Havnin er einasti miðdepil í
landinum.
Okkara páhald um tað
neyðuga í at menna høvuðs
staðin sosialt og útbúgvingar
liga byggir als ikki á nakað
ynski um at tøma útjaðaran
fyri fólk. Tvørturímóti byggir
tað á nakrar veruleikar, vit
tíverri mugu taka støðu til.
Millum 7 og 8 av 10 ungum
undir og eftir útbúgving
uttanlands
í
kanningum
svara, at um tey yvirhøvur
skulu flyta heimaftur, so er
Havnin einasta val. Tey seta
rætt og slætt sum treyt fyri
at flyta heimaftur, at tey
kunnu búgva í høvuðsstaðar
økinum.
Tað noyðast vit at taka
støðu til. Og tí er tað eg
ferð eftir ferð endurtaki, at
í hesum arbeiði kappast vit
hvørki við ella ímóti bygdum
ella býum í Føroyum, men vit
noyðast at fyrihalda okkum
til henda veruleika, at skapa
vit ikki rætta umhvørvið í
høvuðsstaðnum, so fáa vit
als ikki hesi ungu heimaftur.
Skemtiliga
dømið
hjá
Niels Midjord um, at Havnin
við 10 ferðir so nógvum
fólki sum ein meðal føroysk
kommuna, eigur at hava 10
ferðir so nógv fótbóltstalent
sum hini, prógvar jú bara, at
kvantitetur ikki altíð er tað
sama sum kvalitetur.
At fólk í Havn bara gjalda
atgongugjald og seta seg
uppafturá og fáa alt borðreitt,
meðan fólk á bygd mugu
”skapa hana (upplivingina)
sjálvi” er rættiliga langt skotið
yvir mál. Felagslívið blómar
á øllum økjum í høvuðsstaðn
um og skapandi kreftirnar
eru ikki minni dugnaligar og
ídnar enn aðrastaðir.
Hetta við at ein býur dreg
ur fólk úr útjaðaranum til sín
er eftir hvat eg skilji eitt nátúr
ligt fyribrigdi um allan heim.
Í Tórshavnar kommunu hava
vit bæði útjaðara og útoyggjar,
sum vit royna at hjúkla um av
øllum alvi, til tess at varðveita
bæði bygdamentan, búpláss
og felagslív uttanfyri sjálva
Havnina.
Okkara stremban er sovítt
møguligt at útvega øllum
borgarum
í
kommununi
somu tilboð, soleiðis at fólk
trívast í sínum heimliga
umhvørvi.
At
enda
setir
Niels
Midjord spurningin, hvat
fyri býarmenniskja tímir at
búgva í einum pinkalítlum
provinsbýi langt úti í Atlants
havinum. William Heinesen
skrivaði, at Havnin var ein
lítil staður, men kortini “den
største by i mange hundrede
kilometers omkreds”.
Og áhuga hevur høvuðs
staðurin fyri mong, og tá nú
hagtøl og kanningar vísa,
at vit kunnu fáa 70 – 80%
av okkara ungu útisetum
heimaftur, um vit skapa
røttu umstøðurnar í høvuðs
staðarøkinum, har tey treyta
sær at búgva og virka, um tey
koma aftur, ja, so eiga vit at
gera júst tað!
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Provinsbýurin og hini
Stutt viðmerking til Niels Midjord
Fríðleif Lydersen
guðfrøðingur
Saklig náttúruvernd tænir
føroyskum grindadrápi
Náttúruverndarfelagsskapir
hava síðani 1983 stríðst ímóti
føroyskum
grindadrápi,
summir teirra hava veri
sakligir ímeðan aðrir hava
veri ósakligir. Teir sakligu
felagsskapirnir
hava
við
sínum
stríði,
fingið
føroyingar, at ganga í seg
sjálvar og gera nakað við
grindadrápi. Grindadrápi er
blivi nakað heilt annað, enn
tað var tá ið felagsskapirnir
byrjaðu stríð sítt. Grindarakst
urin
og
grindadrápi
er
nógv betri skipa nú enn
fyrr, samstundis sum sjálvt
grindadrápi er blivi nógv
meira humant enn fyrr.
Nú hevur náttúruvernd
arfelagsskapurin Earthrace
Conservation fingið deild í
Føroyum, sum stríðist ímóti
føroyskum grindadrápi og
fyri heilsu føroyinga. Eg
haldi tað vera áhugavert, at
tað eru føroyingar, ið taka
stig til, at stovna eina slíka
deild. Eg haldi tað tó vera
týdningarmiki, at slíkir felags
skapir eru sakligir, um teir
vilja verða tiknir í álvara.
Tí undrar tað meg, at odd
kvinnan í føroysku deildini
hjá Earthrace Conservation,
Turid Christophersen í út
varpinum segði, at tað er
øgiliga ofta, at tað verða
dripnir yvir túsund hval um
árið í Føroyum. Tí sambært
hagtølunum, sum liggja úti á
heimasíðuni hjá Hagstovuni,
so er hetta ikki heilt rætt,
sum
Turid
í
Earthrace
Conservation hevur sagt.
Tí sambært hagtølunum, so
eru tað frá og við 1998, bara
tvey ár, har tað hava veri
dripnir yvir túsund. Frá 1951
til 1997 vóru yvir túsund
hval dripnir tey flestu árini,
tvs. av 47 árum so vóru bara
10 ár har ársveiðan var undir
túsund hval. Hagtølini vísa at
miðalveiðan pr. ár fyri 10 ára
skeiði 1951-60 var 1877 hvalir,
men fyri 10 ára skeiði 2001-10
var miðalveiðan pr. ár bara
627 hvalir. Miðalveiðan minka
við tveimum triðingum, tá
ið vit samanbera fyrra og
seinna 10 ára skeiði.
Heilsufrøðiliga
Starvs
stovan mælir sambært Turid
Christophersen frá, at drepa
meira enn 300 hvalir um
árið, tí føroyingar eiga heilsu
frøðiliga ikki at eta meira
grind enn tað. Tí drepa vit
helvtina meira grind, enn
tilráðiligt er at eta, sambært
heilsufrøðiligu mynduleik
unum. Eg haldi tað er gott,
at vit hava slíkar stovnar,
sum koma við ávaringum og
tilráðingum, men í sísta enda
mugu tað vera fólk sjálvi,
sum avgerða um tey vilja
eta meira grind enn tilrátt
verður ella ikki.
Eg meini sjálvur at vit
framhaldandi eiga at drepa
grind, so leingi vit troyta
stovnarnar á ein burðar
dyggan hátt. Eg meini eisini,
at vit alla tíðina eiga, at
royna, at betra grindadrápi,
tí tað er av stórum týdningi,
at grindadrápi er so humant
sum tilber. Eg haldi eisini,
at vit eiga at fegnast um,
tað jaligu ávirkan sakligir
umhvørvisfelagsskapir
hava havt, og koma at hava
á føroyska grindadrápi í
framtíðini.
Grindadráp
Uttanlandsnevndin við
gjørdi makrelin, nýggj
asta tilfeingið føringa,
bæði
leingi
og
væl.
Tilmælið til landsstýris
mannin var nærum ein
mælt, tíðin og álvarsemið
í málinum viðvirkaðu til,
at menn boygdu seg og
funnu saman tvørturum
floksmørk.
Eftir øllum at døma
var alt til fánýtis, nú to
talt hugsjónarloysi tyk
ist hava avloyst vanligt
vit og skil.
Sjálvandi skal høvuðs
stavnhaldið verða, at
makrelurin
verður
maximalt
viðgjørdur
og virðisøktur av føroy
skum hondum- og at
virðisøkingin
kemur
føroyska samfelagnum
til góðar. Hagtølini vísa,
at fleiri enn 3000 føroy
skar hendur leingjast
eftir arbeiði, men hvat
hendir?
Jú,
bráddliga
vita
heimsins
fremstu
spekulantar
alt
um
Føroyar,
og
stuðlaðir
av ”altíð- tilreiðar strá
monnum” leggjast teir
á grunnarnar okkara.
Herar av undirløntum
fremmandum
standa
til reiðar, við vælsignilsi
landsstýrisins, at virka
virðir okkara, meðan
fleiri enn túsund føring
ar mugu lata sær lynda
at troyta teir grunnar,
sum verða umsitnir av
arbeiðsloysisskipanini.
At teir fáu føringar,
sum verða tvangsbjóð
aðir
umborð
á
hesi
útlendsku ( ! ) skipini,
sum umgirða land okra
sum ravnur um deyðs
seyð, eisini fáa undirløn,
ger bert sorgarleikin og
skommina enn størri.
Hvussu leingi tolir ein
tjóð at verða stjórnað av
amatørum?
Eitt er vist, hesir
summardagar ár 2011
hava váttað fyri føring
um, at tjóveldi hevur
onga nýtuliga nýhugsan
at bjóða.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Amatørar á
hægstu rók
Hvør er politiska hugsjónin
aftanfyri at birta stríð við
fremstu samstarvslond okkara,
bjóða ivasomum spekulantum
og stráðmonnum til ( makrel
) borðs og stuðla misbrúki av
útlendskari arbeiðsmegi?
Eftir øllum at døma
var alt til fánýtis, nú
totalt hugsjónarloysi
tykist hava avloyst
vanligt vit og skil