mikudagur 20. juli 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
16
Sosialurin
Diplomatiskir tónar
Eyðun Klakstein
Tíðindini fingu bein at
ganga á, tá ið umhvørvis
skipið Brigitte Bardot, sum
er partur av átakið hjá
Sea Shepherd, í gjár var at
síggja millum oyggjarnar.
Skipið kom siglandi suður
gjøgnum Kalsoyarfjørð, og
tá ringdu fleiri fólk fyri at
boða frá, at tey høvdu sæð
skipið.
Hetta er tað, sum før
oyingar hava bíðað eftir í
eina tíð. Sea Shepherd hev
ur lagt alla sína orku í eitt
summartiltak í Føroyum,
og tá ið Brigitte Bardot nú
var at síggja sigla millum
oyggjarnar, var tað tekin
um, at sokallað grinda
kríggið hjá Sea Shepherd í
Føroyum veruliga er byrjað.
Brigitte Bardot stevndi
inn á Havnina, har løgregla
og tollvald tóku ímóti fyri
at fremja passeftirlit og at
kanna skipið.
Dimplomatiskar
orðingar
Sea
Shepherd
hevur
á
heimasíðu sínari kunngjørt
fyri allari verðini, at tað
nyttar ikki at tosa við føroy
ingar longur, tí føroyingar
lurtar ikki. Tí er neyðugt
við veruligum átøkum fyri
at steðga grindadrápinum í
Føroyum, og verður neyðugt
at leggja upp í grindadrápi,
so sær Sea Shepherd ongan
annan møguleika enn at
gera tað.
Men á bryggjuni í Havn í
gjárkvøldið var tónin mun
andi meira diplomatiskur.
Peter Hammerstedt, sum
hevur verið í Føroyum áður
umboðandi Sea Shephard,
førdi orðið fyri tey 12, sum
manningin umborð á Bri
gitte Bardot telur. Hann
segði við Kringvarpið, at tey
fara at virka innanfyri gald
andi lóggávu og ynskja ikki
at bróta nakra lóg.
Peter
Hammerstedt
greiddi frá, at tey hava
filmslið frá Animal Planet
við og at túrurin fyrst og
fremst er gjørdur fyri teirra
skyld. Í tí sambandi segði
hann, at tey meta tað vera
umráðandi, at føroyingar
eisini verða hoyrdir, soleiðis
at føroyski vinkulin eisini
sleppur upp í part.
Stóri spurningurin er nú,
hvat hendir, tá ið grindaboð
verða. Tá liggur Brigitte Bar
dot neyvan við kai í Havn og
tosar diplomatiskt við før
oyingar.
eydun@sos.fo
GRINDAKRÍGGJ Í gjárkvøldið kom umhvørvisskipið Brigitte Bardot á Havnina,
har løgregla og tollvald tóku ímóti. Boðskapurin til føroyingar var í fyrstu syftu
diplomatiskur, men spurningurin er nú, hvat hendir, tá ið grindaboð verða
Fakta
Skip: Brigitte Bardot
Slag: Tríkilja
Longd: 34,9 m
Breidd: 14,1 m
Ferð: 24 knots (44 km/t)
Manning: 12-16 fólk
Nógvir føroyingar vóru í gjárkvøldið á bryggjuni og hugdi eftir
skipinum, sum fer at stríðast ímóti grindadrápi í summar