mikudagur 20. juli 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
Sosialurin
frá Sea Shepherd
Eyðkenda skipið Brigitte
Bardot liggur í løtuni við
bryggju í Havn, meðan
manningin er sædd
spáka í havnagøtum
fyrrapartin
Myndir Álvur Haraldsen
Áki Bertholdsen
Paul Watson og Sea Shep
herd eru komin í dýrastu
neyð.
Neyðin er so stór, at
felagsskapurin nú stendur
til at missa flaggskip sítt,
Steve Irwin, sum liggur
væl og virðiliga bundið
við bryggju í hetlendska
høvuðsstaðnum, Lerwick.
Sea Shepherd var annars
á veg til Føroya við Steve Ir
win at leggja seg út í okkara
grindadráp.
Men føroyingar hava
fingið eina hjálpandi hond,
sum var heilt óvæntað.
Eitt útgerðarfelag á Mal
ta hevur nevniliga reist
endurgjaldskrav ímóti Sea
Shepherd, tí at felagsskap
urin hevur skrætt tunfiska
gørn hjá einum skipi hjá
felagnum.
Tað gjørdi eitt skip hjá
Sea Shepherd, tá ið tað
sigldi á ein tunfiskabát hjá
felagnum við teirri avleið
ing, at 6000 tunfiskar, sum
vigaðu eini 35 tons, sluppu
úr gørnunum.
Endurgjaldskravið
er
upp á heilar eina millión
evrur, ella slakar 7,5 millió
nir krónur, sum er virðið á
veiðini og reiðskapinum,
skipið misti.
Tí
hava
hetlendskir
myndugleikar lagt hald á
Steve Irwin, til Sea Shep
herd kann veita trygd fyri
pengunum.
Og fyrrenn Sea Shepherd
veitir trygd fyri pengunum,
sleppur Steve Irwin ikki úr
aftur Hetlandi.
Beint nú er sostatt iving
arsamt um ætlaða atsóknin
ímóti føroyingum dettur
niðurfyri
Biðja um hjálp
Men tað vísir seg at vera
nógv lættari sagt enn gjørt
hjá umhvørvisfelagsskapi
num at reisa so stórar upp
hæddir.
Tí rópar Paul Watson nú
neyðarróp.
Í kenslubornari áheitan
á heimasíðu felagsins bøn
ar og biðjur hann nú um
fíggjarliga hjálp, so at tey
verða før fyri at veita krav
du trygdina.
Hann staðfestir, at kem
ur hjálpin ikki, verður Steve
Irwin liggjandi í Hetlandi og
í versta føri verður skipið
selt.
Paul Watson sendir rætt
og slætt út neyðarkall við
eini inniligari áheitan um
at bjarga skipinum.
- Lívið í havinum er í van
da, staðfestir hann.
- Bjarga skipið okkara,
bønar hann.
Og hann ásannar eisini,
at alt ger mun, tí tey, sum
vilja hjálpa honum, kunnu
stuðla við eini upphædd,
sum er heilt niður í fimm
amerikanska dollarar, sum
eru góðar 26, krónur.
At Sea Shepherd er í
peninganeyð, er onki nýtt,
tí skip hjá felagsskapinum
hava onkuntíð fyrr ligið, tí
at tey ikki hava havt ráð at
bunkra olju.
Og so verður spennandi
at vita, hvussu tað fer at
hilnast at reisa eina so stóra
upphædd, sum tað her er
talan um.
Paul Watson rópar neyðarróp
ENDURGJALDSKRAV Sea Shepherd er
í vanda fyri at missa flaggskipið, Steve
Irwin, tí tey hava ikki ráð at veita trygd
fyri einum endurgjaldskravi frá einum
útgerðarfelag á Malta, og ferðin til
Føroya hongur í løtuni í klønum tráði
Paul Watson
sendir rætt og slætt
út neyðarkall