mikudagur 20. juli 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
18
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tað mundi vera fáur, ið hevði
væntað,
at
spenningur
og
dramatikkur
skuldi
merkja
endaminuttirnar
í
seinna
Champions
League-dystinum
millum
føroysku
og
svensku
meistaraliðini, men tað gjørdi tað
altso.
Beint, tá klokkan fór um teir 90
minuttirnar og HB var á odda 1-0,
var tað ein spurningur, um ikki
liðformaðurin hjá Malmö FF, Daniel
Andersson,
steðgaði
bóltinum
við hondini, so HB skuldi fingið
brotsspark.
Well, dómarin stóð væl fyri og
dømdi einki, og so gekk tað brádliga
skjótt hinvegin. Wilton Figueiredo,
sum hevði átt onkrar av næskastu
royndunum
hjá
gestunum,
fekk frið og náðir at skjóta frá
brotsteigarmarkinum, og so bleiv
tað í staðin 1-1.
Sami maður var eisini í yvirtíðini
um reppið at skora til 2-1, men
Teitur Gestsson í HB-málinum var
kvikur at seta fótin fyri, so HB fekk
bjargað Føroyum triðja europeiska
javnleikin á heimavølli í summar.
Ígjøgnum so at siga allan dystin
var HB væl við og var væl skipað á
vøllinum. Gamaní, hevði Malmö FF
onkrar stórar møguleikar og rakti
stongina ta einu ferðina, men HB
kundi eisini fingið meira burturúr
har frammi, tí tað var meiri enn
ta einu ferðina, at stórur kjansur
skuldi komið burturúr.
Men serliga í fyrra hálvleiki
tóktist onkursvegna, sum vóru
framherjarnir hjá HB ikki ordiliga
vanir við, at kjansirnir komu til
teirra, og í øllum førum vóru teir
ikki nóg kaldir, tá smekkast skuldi
til.
Glaður fyri dystin
– Fyrri hálvleikur góður hjá okkum
og vit halda teimum stórt sæð
frá teimum stóru kjansunum.
Hinvegin koma vit ikki ordiliga í
gongd í seinna hálvleiki, har teir
hava einar tveir ella tríggjar kjansir.
Men so skora vit so passaliga seint
upp á ein deyðbólt og hava teir í
eina løtu, staðfesti HB-venjarin,
Sigfríður Clementsen, ið enn eina
ferð vísti, at hann er eitt slag av
»europeiskum spesialisti«.
– Hatta liðið er so rutinerað,
at vit ongantíð ordiliga fingu
sett tað undir trýst, men tað var
altso um reppið, at vit vunnu, og
tað hevði kanska ikki verið heilt
óuppiborið. Eg eri glaður fyri dystin
í dag, men eitt sindur keddur av, at
teir fingu síni mál í fyrra dystinum,
sum teir fingu tey.
Liðformaðurin hjá HB, Fróði
Benjaminsen,
sat
eftir
dystin
við einari eitt sindur keðiligari
kenslu, tí HB ikki fekk akkurát tað
burturúr, sum ætlanin hevði verið,
sjálvt um sumt riggaði.
– Vit vistu sum var, at vit nokk
skuldu fáa onkrar møguleikar, og
fingu vit fyrst eitt mál, so var ikki
so langt til tað næsta. Tað riggaði
fyri so vítt fínt, tí vit fingu tað
fyrra málið, men so skoraðu teir –
og vildi heilt illa til, kundu teir farið
við øllum ímóti endanum, staðfesti
liðformaðurin.
Hann fekk eisini málið hjá
HB, sum kom eftir eitt fríspark í
høgru síðu, har Símun Samuelsen
bleiv koyrdur um koll. Andrew av
Fløtum, ið fyrstu 75 minuttirnar
av dystinum royndist sera stinnur
og gløggur í spælinum, legði sær
bóltin til rættis og skjeyt frísparkið
innfyri.
– Har bleiv nógv haldarí, men
at enda kom bólturin nøkulunda
til mín, so tað bara var at seta
høvdið á og royna at fáa hann ímóti
málinum, segði Fróði Benjaminsen,
ið var á rætta staðnum til røttu tíð
við fremru stong, so spenningur av
álvara kom í dystin.
Kann brúkast víðari
Hevði hetta europeiska ævintýrið
hjá HB verið fullkomið, hevði
næsta mótstøðuliðið verið Glasgow
Rangers, sum í gjárkvøldið hevði
venjaran, Ian Durrant, upp á pláss
millum áskoðararnar í Gundadali.
Nú skal hann heim at fyrireika
seg til tveir dystir ímóti Malmö
FF, og hóast hetta var tað fyri
hesa ferð hjá HB, so hava Sigfríður
Clementsen og hansara menn
fingið gott viðføri at hava við sær,
nú seinni helmingur av føroysku
landskappingini verður skotin í
gongd á ólavsøku.
– Ja, vit kunnu so staðfesta,
at vit eru komnir í gongd. Síðani
Ingi og eg tóku við sum venjarar
hjá HB, hava vit fyrst spælt ein
góðan dyst ímóti B36 og síðani
tveir ímóti Malmö FF, har tann
fyrri vísti moral og tann seinni gav
okkum møguleika at vera meira við
í spælinum, segði Sigfríður, sum
onkursvegna hevur fingið fleiri
dygdir fram í somu spælarum, sum
higartil ikki hava fingið tað at borið
til í landskappingini.
Fróði Benjaminsen staðfestir
somuleiðis, at serliga hesir báðir
dystirnir ímóti Malmö FF, sum HB
tapir samanlagt 1-3, kunnu brúkast
í teimum dystunum, sum eftir eru í
føroysku kappingini.
– Eg haldi, at spælararnir eru væl
fyri og hugurin er góður. Hetta vóru
tveir dystir, ið vit saktans kunnu
brúka, nú vit ætla at vinna okkum
longur fram í landskappingini,
segði hann.
– Vit hava í veruleikanum ikki
havt nakran summarsteðg, so vit
eru klárir at koyra á víðari, nú
seinni helmingur av kappingini fer
í gongd. Og eg haldi, at tað hevur
gjørt okkum gott, at vit nú hava
fingið spælt tveir dystir við harðari
mótstøðu.
hilmarjan@sosialurin.fo
HB-Malmö FF 1-1 (0-0)
1-0: Fróði Benjaminsen, 70.
1-1: Wilton Figueiredo, 91.
Champions League, týskvøldið 19. juli 2011 kl. 19, í Gundadali
Dómari: Milenko Vukadinovic, Serbia
Áskoðarar: 700
HB: Teitur Gestsson – Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen – Hanus
Thorleifsson (Jógvan Rói Davidsen, 89.), Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Rógvi Poulsen (Kristin R.
Mouritsen, 88.) – Andrew av Fløtum (Jógvan Skeel Nolsøe, 74.), Símun Samuelsen
Gult kort: Rógvi Poulsen
Malmö FF: Dusan Melicharek – Markus Halsti, Pontus Jansson, Daniel Andersson, Ricardinho – Agon
Mehmeti (Miljan Mutavadzic, 85.), Ivo Pekalski, Wilton Figueiredo, Jimmy Durmaz – Daniel Larsson,
Dardan Rexhepi (Jiloan Hamad, 63.)
Gult kort: Agon Mehmeti, Ricardinho
HB var
øgiliga
nær við
Fótbóltur Ikki fyrr enn í yvirtíðini eydnaðist Malmö FF at javna,
eftir at HB hevði verið á odda í einar 20 minuttir, so tað var nær við,
at HB aftur í ár vann europeiskan heimadyst. Eftir stendur kortini,
at føroyska meistaraliðið hevur tikið seg nógv fram síðstu vikurnar
UM REPPIÐ
HB, sum fyrsta helming av landskappingini hevur verið trilvandi
og leitandi, sær út til at hava fingið gott í beinið í teimum báðum
europeisku dystunum ímóti Malmö FF. Í gjárkvøldið var um reppið, at
HB stakk av við øllum, men mátti í evstu løtu lata sigurin frá sær
Mynd: Álvur Haraldsen