Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Hóast tað ikki er kannað ítøkiliga, so eru teir tríggir javnleikirnir hjá NSÍ, EB/Streymi og HB nokk tað mesta, føroysku liðini hava fingið burt­ur úr europeisku dystunum. At okkurt lið fær okkurt burturúr við­hvørt, plagar at vera so, men tað er ikki vanligt, at tað glógvar í hjá so nógvum. Fyrst var tað NSÍ, sum á Svanga­skarði fekk 0-0 ímóti Premi­er League-manningini hjá Ful­ham, og síðani EB/Streymur, sum á ovara vølli í Gundadali megn­aði at svara Qarabagh aftur við útjavnandi máli í yvirtíðini til 1-1. Og nú var tað so HB, ið endur­ tók kynstrið hjá hinum báðum, men enntá hevði møguleika at fáa meira burturúr, tí her var talan um oddastøðu. Síðstu 20 minutt­ir­nar var HB á odda 1-0, so tað byrjaði at líkjast fonginum í fjør, tá HB megnaði at vinna á Salz­burg. Men javnleikurin, sum tað bleiv til, var sjálvandi væl og virði­liga góðkendur. Tá vit nú hava reksað hesar trígg­j­ar javnleikirnar upp, skal so eisini eigast, at enn hevur EB/ Streym­ur seinna dystin eftir ímóti Qarabagh úr Aserbaidjan, sum verður spældur í Baku í morg­in klokkan 17, føroyska tíð. Treytirnar eru kanska ikki tær allarbestu, tí hitin er øgiligur og fer nokk at liggja um eini 30 hita­ stig, tá dysturin er, men hin­veg­in skerst ikki burtur, at 1-1 í fyrra dysti­num á heimavølli er besta útgangsstøðið at hava. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Eftir fyrra dystin í Malmö var nýggi HB-málverjin, Teitur Gestsson, kosin »Man of the Match«, tí hann vardi so væl fyri, at Malmö FF ta ferðina bara fekk tvey mál, hóast møguleikarnir vóru nógvir í tali. Í gjárkvøldið var Teitur eisini ferð eftir ferð á rætta staðnum og fekk hildið málið reint, líka til dysturin kom út í yvir tíðina. Og tá so málið kom, var hann meira prísgivin enn nakað annað, tí málskjúttin hjá Malmö FF fekk ov gott pláss og ov góðar stundir. – Ja, hatta var eitt keðiligt mál, sum teir fingu, tí vit vóru troyttir og lógu ikki nóg tætt í teimum, so hann slapp at skjóta. Annars føldi eg, at í byrjanini var nógv trýst á, men tá vit so skoraðu, blivu teir eitt sindur nervøsir, tók Teitur Gestsson samanum eftir dystin. Hann viðgongur, at hann hevur fingið eina stak góða byrjan í málinum hjá HB, men heldur tað eisini hava nakað at gera við, hvør mótstøðan er: – Tú hevur sjálvandi nógv at gera, tá tað er eitt gott mótstøðulið, men eg havi so havt tveir góðar dystir ímóti Malmö FF. Eg royni bara at spæla mítt egna spæl og gera so fáar feilir sum gjørligt. hilmarjan@sosialurin.fo Teitur tetti málið Tríggir europeiskir javnleikir Fótbóltur Fyrst NSÍ ímóti Fulham, síðani EB/Streymur ímóti Qarabagh og nú eisini HB ímóti Malmö FF. At trý av fýra føroyskum liðum fáa stig í europeisku dystunum, man vera besta úrtøkan nakrantíð – og EB/Streymur hevur enn ein dyst eftir Lava aftur í Víkingi Eyðun Klakstein Víkingur hevur styrkt sær liðið við álopsspælaranum Andrea­si Lava Olsen, sum annars hevur verið í Dan­ mark og roynt seg seinas­ta árið. Andreas Lava Olsen hevur vant í Víkingi í summar, og nú er avtala gjørd millum part­ ar­nar, so at Lava spælir við Víkingi restina av kapp­ing­ar­ árinum. Áðrenn Andreas Lava Ol­ sen fór til Danmarkar, var hann álopsprofilur á liðnum hjá Víkingi, og í felagnum fegn­ast tey um, at hann nú aftur er tøkur á felagslinum hjá gøtumonnum og leir­vík­ ing­um. eydun@sosialurin.fo