mikudagur 20. juli 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
20
Sosialurin
Ítróttur
Uni Arge
Fert tú uttanlands at ferðast,
mást tú fyrireika teg væl, og
fyrireikingarnar kunnu mangan
vera drúgvar. Fert tú uttanlands
við 80 hondbóltsspælarum, mást tú
fyrieika teg serstakliga væl og leingi,
og fíggjarligar fortreytir mugu
skapast fyri ferðini í samstarvi
millum felag og foreldur.
Hetta var avbjóðingin, sum
Kyndil og foreldrini, ið varða av
yngstu spælarunum í felagnum,
høvdu, áðrenn farið varð til Spania
síðst í juni mánaði at vera við í
Granollers Cup. Sjáldan fara ítrótt
arfeløg so langa leið at kappast við
sínum spælarum, so spennandi var,
hvussu alt fór at eydnast.
Ferðin eydnaðist væl. Summi
óttaðust fyri, at hitin fór at gerast ov
nógvur, og tann fyrsta dagin hevði
onkur einstakur í ferðalagnum
drukkið ov lítið av vatni, og tað setti
síni spor. Men tá øll fylgdu strongu
boðunum um at drekka nóg mikið
av vatni, stóðust ikki trupulleikar
av hita.
Heitt var tó sjálvandi hjá spæl
arunum at spæla. Viðhvørt varð
spælt í hallum, og viðhvørt varð
spælt úti. Heitari var at spæla úti
enn inni, men turra luftin inni
gjørdi viðhvørt títtu fetini í skjót
álop heldur tyngri, enn tey plaga
at vera í Føroyum. Skjótt vandu
spælararnir seg tó við øðrvísi um
støðurnar.
Dreingirnir bergtóku
Besta úrslitið av teimum átta lið
unum, sum Kyndil hevði við í kapp
ingini, fingu teir 17-18 ára gomlu
dreingirnir. Teir spældu sera vakran
hondbólt, og ongin ivi er um, at á
hesum liði eru talent, ið ikki ofta
síggjast í hondbólti. Liðið endaði á
3. plássi í sínum aldursbólki og fekk
steyp. Heili 28 lið vóru við í teirra
kapping.
Í hálvfinaluni møttu kyndils
dreingirnir heimaliðnum úr Gran
ollers. Hetta felagið er eitt tað besta
hondbóltsfelagið í Evropa og hevur
nýliga verið í Evropa Cup-finaluni.
Felagið fóðrar Barcelona, sum er
evropameistari hjá monnunum,
við ungum talentum, so siðvenjan í
Granollers er bæði sterk og góð.
Granollers fekk harða mótstøðu
frá Kyndli. Í hálvleikinum vóru
dreingirnir úr Kyndli á odda 7-6, og
teir 100 áskoðararnir úr Føroyum
vóru hásir, so nógv teir róptu á
sínar menn. Í seinna hálvleiki var
gongdin eisini jøvn, men síðstu
tríggjar minuttirnar fór Granollers
frá Kyndli og vann 17-14.
Beint eftir hendan dystin skuldu
dreingirnir spæla um 3. plássið ímóti
Alcobendas úr Madrid. Hugurin var
onki serligur í byrjanini, tí hálvfinalan
var júst tapt, men so tóku dreingirnir
dik á seg og vunnu dystin 15-14. Tá var
so klárt at taka ímóti steypinum, og
frøin var stór um gylta prógvið um
3. plássið.
Øðrvísi hondbóltur
Steypahandanin var ein stak góður
endi á kappingini, men ferðalagið
hevði eisini nógv annað at fegn
ast um, meðan kappingin var.
Gentuliðini hjá Kyndli eru eisini
góð, og tær elstu genturnar vóru
óhepnar at tapa tveir góðar dystir
við einum máli, tí hesi mistu stigini
vantaðu í, tá sleppast skuldi víðari
úr bólkinum.
Tær næstelstu genturnar komu
víðari úr sínum bólki og vunnu
áttandapartsfinaluna. Í fjórðings
finaluni møttu tær einum norskum
liði, ið segðist vera tað næstbesta í
sínum aldursbólki í Noregi. Hetta
sást. Norsku genturnar spældu sera
skjótan og skilagóðan hondbólt og
vunnu.
Tær triðelstu kyndilsgenturnar
komu eisini víðari og taptu akkurát
áttandapartsfinaluna. Hini liðini
komu ikki víðari, men vunnu fleiri
dystir í sínum bólkum, og bara í
einstøkum førum var munurin
stórur, tá liðini taptu. Mótstøðan
var sostatt hóskandi, og øll liðini
fingu nógv burturúr.
Ta
stuttligastu
upplivingina
høvdu nógvir áskoðarar, tá teir 10
ára gomlu dreingirnir spældu. Tær
spældu á smáum vøllum og høvdu
ongar avmarkingar á sær. Spæl
ararnir góvu ikki bóltin upp eftir
skotin mál og kundu verja langt
úti á vøllinum. Úrslitið var bæði
rokaligur og stuttligur álopshond
bóltur.
Venjararnir hjá Kyndli vóru
hugtiknir av hesum slagi av hond
bólti, ið vanliga verður róptur total
hondbólltur. Í Føroyum sleppa tey
yngstu ikki út um 3-meturin at
verja, og loyvt er ikki at fiska bóltin
frá mótstøðuliðnum. Hetta hevur
við sær statiskan verjuhondbólt,
har spælararnir dystast lítið ein
ímóti einum.
Í Granollers gekk sjón fyri søgn,
at totalhondbólturin gevur ungum
spælarum gott bólteyga, góðan før
leika at finta og góð evnir at fara
skjótt í álop. Føroysku spælararnir
vóru ikki verri fyri tekniskt, men
mann ímóti manni vóru teir við
Føroyskur
hondbóltur
í spanskari
summarsól
Í døgunum 29. juni til 3. juli vóru 250 spælarar, venjarar, leiðarar, foreldur og
systkin úr Kyndli á altjóða hondbóltsstevnu í Granollers í Spania. Granollers liggur
beint uttan fyri Barcelona, og í býnum er stór hondbóltshøll, sum varð bygd til
olympisku leikirnar í Barcelona í 1992. Fleiri av føroysku spælarunum spældu í
høllini, og upplivingarnar har og á hinum vøllunum vóru stórar og ógloymandi