mikudagur 20. juli 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
Sosialurin
Ítróttur
hvørt um ein háls, tí teir spæla so
lítið á hendan hátt.
Jólamaðurin kemur
Á ferðini í Granollers upplivdi
ferðalagið ikki bara hondbólt.
Børn, sum eru so langt heimanífrá
á fyrsta sinni, halda jú tað mesta
vera spennandi á tílíkari ferð, og
tá setanin var, var mangt stórsligið
at uppliva. Kappingin varð sett á
torginum í Granollers aftur við fest
ligum karnevaltónleiki.
Mitt á torginum savnaðust
allir 3.000 spælararnir í litríkum
troyggjum við alskyns fløggum á
lofti. Har vóru m.a. norðmenn, sviar,
danskarar, koreanar, eysturríkar,
fraklendingar, andalusar, spaniólar,
argentinar, kolumbianarar og so
sjálvandi føroysku spælararnir og
foreldur og systkin.
Tá øll 3.000 skuldu marsjera út
av torginum gjøgnum býin oman í
stóru ítróttarhøllina, sum varð bygd
til olympisku leikirnar í Barcelona í
1992, avdúkaði frásøgumaðurin, at
hann dugdi føroyskt. Hann segði:
"And here are the Faroe Islands!
Jólamaðurin kemur í kvøld!" Tá
dandaðu føroysku láturvøddarnir.
Hvør hevði sagt frásøgumann
inum, hvat hann skuldi siga, varð
ikki uppklárað, men stuttligt var at
hoyra um jólamannin eitt summ
arkvøld undir katalansku summar
sólini, og mestsum ræðandi var
at hoyra hvøllu kanónsløgini frá
monnum í katalanskum tjóðar
búnum, tá gongan kom til olymp
isku høllina.
Jú, setanin var festlig, og í ein
um landi, har fólk bæði renna und
an tarvum og fiktast við teir, for
noktaði buldrasliga lyndið seg ikki.
Eftir marsjin gjøgnum býin fóru øll
í høllina at hyggja at dysti millum
eitt koreanskt og eitt spanskt lið, og
tá tann dysturin var liðugur, kundi
kappingin byrja.
Serbarnir rýmdu
Sjálv kappingin vardi frá mikudegi
til sunnudag. Hon var væl fyri
skipað. Dystirnir byrjaðu til tíðina,
dómarar vóru altíð á staðnum, og
úrslitatænastan riggaði. Viðhvørt
kom tó øði í áskoðararnar, tí fleiri
høvdu varhugan av, at dómararnir
vóru ov vinarligir við liðini úr Gran
ollers.
Hesi liðini vinna sum oftast
kappingarnar í Granollers Cup.
Ein norðmaður segði okkum, at
dómararnir dømdu ofta væl, men
stóð á hjá Granollers, koppaðu teir
yvirum og gjørdust heimadómarar.
Tað skuldu vit bara vita, segði hann.
Ikki var tað sørt, at tú hevði var
hugan av hesum viðhvørt.
Í einari finalu, har Granollers
spældi ímóti serbiskum liði, vóru
serbar so misnøgdir, at teir hálvan
minutt fyri leiklok løgdu bóltin á
miðjuna og rýmdu úr høllini. Tá
var eitt mál á muni. Serbarnir komu
ikki innaftur, og Granollers vann
tí finaluna uttan at spæla dystin
lidnan. Hetta varð hildið at vera
ein gøla.
Í finaluni eftir hesa finaluna
spældu eitt lið úr Granollers og
eitt úr Korea. Dysturin var sera
spennandi og endaði 21-21. Sermerkt
við dystinum var, at øll tey vitjandi í
høllini hildu við koreanska liðnum.
Tað rungaði eftirí, meðan øll díktu
á Korea. Í umdystinum vann Gran
ollers kortini - á reiðiligan hátt.
Vitjan á Camp Nou
Við finalunum endaði hondbólts
stevnan í Granollers, og dagarnar
eftir stevnuna hildu nógv kyndils
fólk feriu á hotellum nærri kata
lansku strondini. Tað var tiltrongt
fyri bleiku føroysku kropparnar.
Og hóast tað mesta snúði seg um
hondbólt á ferðini, fekk Camp Nou
hjá FC Barcelona eisini føroyska
vitjan.
Inni á Camp Nou sluppu før
oysku gestirnir at snúsa til rómin,
sum plagar at vera kring Messi og
allar hinar evropameistararnar
hjá Barcelona. Skipað verður fyri
rundferð á Camp Nou, har tú
hoyrir um søguna hjá felagnum og
kanst keypa alskyns stás í vøkru
Barcelona-litunum.
Eisini hetta var ein spennandi
uppliving á ógloymandi ferðini í
Spania, ið væl kundi verið gjørd aft
ur onkuntíð. Men gloym ikki, um tú
leggur leiðina fram við Barcelona,
at býurin kennir seg sum stoltan
og máttmiklan høvuðsstað eins
og Madrid - í Katalonia og ikki
Spania.
Katalonia er sjálvstýrandi øki í
spanska kongaríkinum, og politiskt
minnir støðan har um støðuna
í Føroyum, tí summi vilja hava
fullkomna sjálvstøðu, onnur vilja
hava størri sjálvstýri enn nú, og
uppaftur onnur eru ikki so avgjørd.
Men íbúgvarnir kenna seg sum
katalanar, ikki minst orsakað av
katalanska málinum og flagginum.
Og sjálvandi FC Barcelona!
Gott lagt á spælarunum hjá Kyndli, áðrenn farið varð til setanina á torginum í Granollers
Mynd: Birgir Sondum