mikudagur 20. juli 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
24
Sosialurin
Miðvikan
H
er eru eisini frásagnir um
trúfesti, og um hermenn og
teirra kvinnur, sum bíðaðu í fleiri
ár fjart frá hvørjum øðrum við heilt
øðrum samskiftismøguleikum enn
vit kenna í dag. Tey blivu sameind
aftur og livdu lukkuliga saman allar
teirra dagar.
Tær flestu av hesum kvinnum
fluttu av landinum saman við teirra
monnum, og fingu nógvar teirra
eitt gott lív. Framvegis hildu tær
sambandið til Føroya. Tær komu
heim at ferðast, og tað var fyrstu
árini ikki bert sum at siga tað.
Møguleikin at koma heim var ofta
fiskiskip, sum fóru til Bretlands at
landa ísfisk.
Maria fór heilt til Canada
Enn eru fleiri av hesum kvinnum
eftir. Onkrar eru so birgar, at tær
koma enn aftur á klettarnar at
ferðast.
Seinast í juni hitti eg ta 85 ára
gomlu Mariu f. Poulsen av Eiði, sum
var komin heilt úr Canada til Eiðis at
vitja beiggja sín, tann 88 ára gamla
Carlton. Av Eiði skuldi hon so fara til
Danmarkar at vitja sína 91 ára gomlu
systir Esther, áðrenn leiðin gekk
aftur til Canada. Esther er mamma
Jóan Paula Poulsen, sum er ein kelda
til hesa grein, og sum hevur útvegað
myndirnar í greinini.
Foreldrini hjá Mariu vóru Jo
hanna Sofía og Jákup Pauli í Garði,
sum bæði vóru av Eiði. Jákup Pauli
var ein framúr handverkari, og hann
hevði eisini verið niðri og lært.
Knotur eru í hesi gomlu, tí hon
roknaði vist við at koma aftur á
vitjan innan langa tíð!
Dagin fyri at Maria fór avstað,
hitti eg Mariu og Carlton á Korn
dalsbýlinum á Eiði. Vit fingu eitt
prát um Eiði undir krígnum og um
lívið hjá Mariu.
Maria er fødd í 1926. Hon var
tískil bert 14 ára gomul, tá ið Før
oyar vóru hersettar. Hon vaks upp
í einum vanligum heimi á bygd, har
nógv skuldi arbeiðast.
Maria kundi tá ikki ána, at
kríggið fór at broyta hennara lív.
Kríggið merktist eisini á Eiði.
Bretar høvdu norðanfyri lagt eitt
minubelti, sum darvaði útróðurin,
ið hevði stóran týdning fyri Eiði.
Men bretar gjørdu tá ein minufrían
geira, sum hjálpti uppá hendan
trupulleikan.
Men tað vóru minur, sum slitu
seg leysar og róku inn á Mølina.
Fleiri teirra brustu eisini. Tað var
so langt frá bygdini, at tær skaddu
ikki, men hetta gav eitt sett í øll
húsini. Eiðisfólk fingu tó at síggja
eina skakandi hending. Hetta var, tá
ið ein bretskur trolari rendi á eina
minu og fór í luftina. Allir umborð
doyðu.
Kríggið kostaði fleiri eiðismonn
um lívið. Tveir mans fóru við »Tór
2«. Teir vóru Rasmus Joensen og
Theodor Joensen, hann var systkina
barn Carlton og Mariu. Eisini fórst
Sivert Poulsen í uttalandasigling.
Radarstøð á Eiðiskolli
Men tað, sum kom at vera avgerandi
fyri lagnuna hjá Mariu, var, at bretar
fóru at byggja eina radarstøð uppi
á Eiðiskolli, sum er omanfyri tann
nýggja partin av Eiðisbygd.
Tað vóru hermenn frá RAF,
Royal Air Force, sum stóðu fyri
hesum arbeiði.
Ein av hesum hermonnum var
Olaf Craig Knudsen, vanliga kallað
ur Craig, sum var seks ár eldri enn
Maria.
Craig var canadiari. Tá ið hann
var 19 -20 ára gamal fór hann uppí
Royal Canadian Air Force. Eftir
at hava fingið grundleggjandi
hernaðarútbúgving
varð
hann
sendur til Bretlands at seta seg
inn í radaran, sum tá júst var upp
funnin av bretum og framvegis
var »top secret«, stórt loyndarmál.
Radarin gjørdist jú eitt tað fremsta
vápnið í bretsku krígsførsluni móti
týskarum.
Tað var í hesum sambandi, at
Craig varð sendur til Føroya at virka
við hesar radarstøðir, sum skuldu
fylgja við, hvussu týskarar fluttu
seg. Tað vóru eisini radarstøðir aðra
staðni í Føroyum.
Støðin skuldi byggjast so, at
tað bar til at kunna fylgja við tí
skipaferðslu, sum var á leiðini 60-
70 fjórðingar norðanfyri Føroyar.
Teir fingu eisini viðurkenning
frá hægsta stað í Bretlandi fyri,
hvussu væl radarin riggaði. Craig
greiddi frá, at teir funnu enntá
eina grind á radaranum og boðaðu
eiðismonnum frá!
Tað vóru eisini flestu eiðismenn,
einir 100, sum arbeiddu við at
byggja hesa støð. Carlton var ein
teirra.
Teirra arbeiði var at bera tilfarið
niðan á Koll. Alt mátti berast í
sekkum á bakinum. Ein vanligur
dagur var at ganga fýra túrir niðan
og oman. Men stundum var byrðan
so tung, at ein slíkur túrur varð
roknaður sum tveir vanligir túrar.
Bretarnir hildu hetta vera nakað
tungt at ganga niðan á Koll hvønn
dag, so ásett varð, at tá ið teir høvdu
arbeitt tveir dagar uppi á Kolli,
skuldu teir arbeiða tveir dagar niðri
í bygdini. Hús vórðu bygd uppi á
Kolli, har teir kundu gista.
Hóast hetta skuldi verið eitt
»gott« bumbumál, so lupu týskarar
ikki á. Men teir uppi á Kolli høvdu
eisini maskinbyrsur at verja seg við.
Týskarar vistu kortini um støðina.
Tað frættist í Danmarks Radio.
Máttu ofta neyðhalda
sær uppi á Kolli
Tað var ofta sera ringt veður uppi
á Kolli, og hesum hevur Craig eisini
greitt frá. Sum skilst vóru tveir
radaraskermar. Tað var vandafult
at ganga millum teir í ringum veðri.
Tá mátti teir spenna ein togenda at
halda sær.
Eina ferð skuldi okkurt umvæl
ast, men vindurin var so nógvur, at
Maria av Eiði:
Bíðaði trý ár eftir sínum hermanni
Bretska hersetingin av Føroyum 1940-1945 er ein týdningarmikil partur av Føroya
søgu. Hon er eisini um allar tær føroysku kvinnur, sum giftust við hermonnum
Maria th. saman við 90 ára
systkinabarninum Matildu
Maria sum ung genta
Eitt lukkuligt brúðarpar eftir
at hava bíðað í trý ár