mikudagur 20. juli 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Craig mátti halda sær við báðum
hondum.
Hann tordi ikki so mikið sum
at sleppa aðrari hondini, tí hann
var ræddur fyri at missa takið við
hinari. So har var einki at gera.
Hetta var nervapirrandi, tí hann
var bert 8 metur frá eggini á Kolli,
har tað vóru 400 metur niður á
sjógv!
Tað kundi eisini vera ringt, tá
menn skuldi fara við eini spann
eftir vatni við. Tann nógvi vindurin
seyg vatnið úr spannini, so hon
tømdist av vindinum.
Hittust í dansi
Tað vóru góð viðurskifti millum
hermenninar og eiðisfólk. Har var
eisini tann vanligi býtishandilin, at
fólk fekk sjokulátu frá hermonunm
fyri egg. Eiðisfólk og bretar høvdu
eisini eitt sangkór saman.
Eitt arbeiði hjá húskjum á
Eiði var at vaska klæðir fyri her
menninar. Hetta kom eisini væl við
hjá báðum pørtum.
Sum hjá so nógvum øðrum
gentum hitti Maria sín hermann
í dansi, sum var ein fastur táttur í
hermannalívinum. Tað var dansur
hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld í
Krusepakkhúsinum, sum handilin
hjá Øster átti. Tónleikurin kom
frá eini radiogrammofon, sum var
keypt frá Wellejus.
Tað mann ofta hava verið
trupult við samskiftinum millum
føroyskar gentur og hermenninar
at byrja við. Men í hesum førinum
var tað so heppið, at Craig skilti
nakað av norskum, tí hann var av
norskari ætt. Annars vóru tey á Eiði
so framskygd, at skipað varð fyri
kvøldskúlaundirvísing í enskum, og
hjálpti hetta væl sum frá leið.
Hóast nógvir hermenn vóru á
Eiði, var Maria samb. Niels Juel
Arge einasta eiðisgenta, sum giftist
við hermanni.
Av landinum aftur
Sum frá leið gjørdist ikki brúk fyri
hesum radarstøðum, tá týskarar
fingu annað at hugsa um á øðrum
hermótum enn okkara leiðir.
Í desember 1943 komu boð um at
taka radaran niður, og øll útgerðin
varð flutt burtur. Tá varð Craig
fluttur til Havnar, har hann var
restina av krígnum.
Har skuldi hann eina ferð
svara fyri, hvat var blivið av rom
goymsluni, sum vera skuldi á Eiði.
Ein partur av frágreiðingini var, at
hildin var ein veitslu fyri teimum
eiðisfólkum, sum høvdu verið
teimum til so stóra hjálp. Eisini var
tað so, at teir máttu leska sær av
romfløsku fyri at stilla nervarnar
aftur, tá ið teir høvdu verið úti
myrkar stormnætur! Sjálvur drakk
hann tó ikki.
Ein dagin er kríggið liðugt,
og hermenninir fara heim aftur.
Hjá Craig var tað heilt til Canada.
Komin til Canada fekk Craig sær
eina útbúgving, sum var eitt tilboð
hjá stjórnini til teir, sum høvdu
verið í krígnum. Craig fór at lesa
landbúnaðarfrøði.
Craig kemur aftur
Meðan Maria bíðar eftir dronginum
hevði hon ymisk arbeiði. Hon
arbeiddi eina tíð á hospitalinum í
Havn, og hon arbeiddi eisini í Havn
hjá Poul á Grundini, kendur telefon
maður, ættaður av Eiði.
Trý ár seinni, í 1948, kemur Craig
aftur. Fyrst mátti hann kortini
vissa seg um, at Maria enn var
ógift og støk! Tað visti Rasmussen,
eiðislækni, at siga honum í eini
telefonsamrøðu.
Craig legði so til brots. Hann
kom
við
ferðamannaskipi
til
Bretland. So var at finna fart til
Føroya. Hann slapp við eini slupp,
sum var í Bretlandi og landaði
ísfisk. Men eingin koyggja var tøk,
so hann mátti sova á beinkinum í
lugarinum.
Nú var einki at bíða við at
giftast. Tey fingu kongabræv fyri
at sleppa undan teirri lýsing av
hjúnalagnum, sum annars var
neyðug. Tey giftust 18. mars 1948 í
Eiðis kirkju av Brimnes presti.
Her kann vera nevnt, at tá ið tey
høvdu gullbrúdleyp í 1998 komu tey
aftur til Føroya saman við yngsta
soninum, konu hansara og teirra
trimum børn. Hetta var ein minnilig
ferð. Annars hava tey javnan verið í
Føroyum.
Nú gekk leiðin til eitt framtíðar
lív í Canada. Tey fóru við “Barjamu”
til Bretlands og síðani við sjálvari
»Queen Mary« yvir um hav.
Her búsettust tey fyrst í býnum
Woodstock í statinum Ontario,
nakað
eystarlaga
miðskeiðis
í
Canada.
Craig vildi nú vísa síni ungu
konu nakað av hesum veldiga
landið, hon var komin til, og sum
er umleið 6.000 ferðir so stórt sum
Føroyar. Tey fóru við bili og telti
vestureftir. Tey koyrdu um dagin,
og um náttina settu tey teltið upp.
Umsíðir komu tey heilt til British
Columbia, vestast í Canada, har tað
er sera stórsligið. Maria tekur ikki
minst til Rocky Mountains sum eitt
hugtakandi upplivilsi.
Tey fóru síðan sama veg heim
aftur og avgjørdu at búsetast í
milliónbýnum Toronto, høvuðsbýin
í Ontario, sum er um 1 mill ferkm til
støddar.
Maria letur sera væl at teirri
vælkomu, sum hon fekk frá síni
verfamilju. Hon hevur framvegis
gott samband við hana.
Craig eftir kríggið
Í 1950-unum fekk canadiska stjórn
in brúk fyri teknikarum til ta
sokallaðu DEW-line. Hetta var ein
radarávaringarskipan, nakað líkn
andi, sum vit høvdu á Sornfelli, og
sum var eitt úrslit av kalda krígn
um. DEW line umfataði eina røð av
radarstøðum tvørtur um norðara
partin av Canada.
Craig hevði til arbeiði at ansa
eftir, at hesar støðir vórðu bygdar
og riknar eftir reglunum. Hann
skuldi eisini standa fyri viðlíka
haldsarbeiðinum.
Craig
arbeiddi
eisini
ofta
saman við amerikanska herinum í
verjumálum. Hetta var framvegis
»top secret«. So tað er ikki so løgið,
at Maria ikki kann siga so nógv um,
hvat maðurin tókst við!
Seinnapartin í 70-unum varð
DEW skipanin avloyst av nýggjari
tøknifrøði. Men Craig helt áfram
at arbeiða við radarum. Hann
arbeiddi eisini við tornum til tele
fonsamskifti. Hesi vóru sera høg,
upp til 130 metur. Tað tók einar 5-10
minuttir at koma upp til toppin.
Hansara arbeiði í 30 ár førdi Craig
til hópin av plássum í Canada heilt
frá British Columbia í vestri til New
Foundland í eystri. Hann varð eisini
sendur til nógv pláss í USA, íroknað
Cape Kennedy (Cape Canaveral)
í Florida, haðani rúmdarførini
vórðu send upp. Eisini kom hann
til Bretland og Týskland.
Craig elskaði tøkni, ferðing og
fólk. Honum dámdi eisini sera væl
sítt arbeiði, hóast hann var burtur
frá familjuni tveir triðingar av
tíðini. Tann seinasta triðingin av
tíðini arbeiddi hann hjá canadisku
verjuni í Toronto.
Honum dámdi eisini sera væl
Føroyar, fólkið, landslagið og tað
mesta av matinum. Sonur teirra,
Paul, sigur, at heilt frá hansara
barndómi og til dagin í dag, eru tað
ikki nógvir dagar, uttan at Føroyar
hava verið nevndar. Tey eru sera
errin av sínum føroyska arvi og av
mammu síni.
Craig plagdi eisini at siga, at
undir krígnum fingu hermenninir
stóra hjálp frá føroyingum.
Craig doyði brádliga á sínum 86
ára føðingardegi tann 5. oktober
2005. Hann hevði verið veikligur,
men hetta var kortini ein skelkur.
Tey bæði fingu trý børn, og
ommubørnini eru 8 í tali. Eisini er
Maria blivin langomma.
Tosar framvegis eiðismál
Í Canada kennir Maria bert ein
føroying. Hetta er Villbjørg, dóttir
Jens Reinert í Havn. Hon giftist
eisini við einum bretskum her
manni, og fluttu tey seinni til
Canada. Hetta er einasti møguleiki
Maria hevur at tosa føroyskt. Maria
tosar ikki bert føroyskt, hon tosar
ramligt eiðismaal sum nakar!
Tað var ótrúliga stuttligt at hitta
Mariu. Hon hevur vissuliga verið
eitt framúr umboð fyri sítt land úti
í heimi!
Craig og Maria hoyggja
Nógv var at vaska fyri hermenninar, Maria t.v. Hvør mann hin vera?
Her verður arbeitt uppi á Kolli
Komandi partur verður um
ein annan føroying í Canada,
nevniliga Annfinn Mikkelsen
úr Lorvík