fríggjadagur 22. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84
4
Sosialurin
Fingu fyrsta
laksin
Tveir 12 ára gamlir dreingir
fingu fyrsta laksin í ár í Saksun
Randi Jacobsen
Dreingirnir
Óla
Jákup
Christiansen
og
Trygve
Willemoes
sum
eru
12
ára gamlir, fóru ein túr
til Saksunar at fiska laks
á vatninum, sum Føroya
Sílaveiðifelag umsitur.
Teimum eydnaðist at fáa
ein stóran laks, sum var 73
cm langur og vigaði stívliga
níggju pund.
Dreingirnir høvdu eina
góða gamla tráðu við einum
lítlum spinnara.
Dreingirnir siga, at laks
urin setti á og gjørdi so nógv
um seg, at Trygve varð drív
vátur, tá ið hann fleiri ferðir
royndi at fáa laksin upp á
turt.
Netið, teir høvdu við
sær, var alt ov litið, og teir
noyddust tí at brúka bæði
hendur og føtur fyri at fáa
hendur á fiskinum.
Ernir vóru dreingirnir,
sum
beinanvegin
fóru
at
royna
eftir
næsta
laksinum.
randi@sosialurin.fo
Óla Jákup og Trygvi
við stóra laksinum
Randi Jacobsen
Í dag verður fyrsta skipaða
uttandura vælveruøkið tik
ið í nýtslu á Glaðsheyggi í
Havn. Talan er um fyrsta av
fleiri heilt serligum og fjøl
táttaðum trivnaðarøkjum í
býnum til allar aldursbólkar,
har bæði børn, vaksin og
eldri kunnu spæla og venja
í tryggum og hugnaligum
umhvørvi.
Ætlanin gongur í stuttum
út uppá at gera nøkur serlig
og hugnalig spælipláss, har
amboð verða sett upp, sum
eru ætlað til rørslu og spæl.
Endamálið er sjálvandi at
fremja heilsugóðan livihátt
við at fáa so mong sum
møguligt at røra seg meira í
gerandisdegnum, eins og at
fyribyrgja sonevndar væl
ferðarsjúkur.
Nøkur av hesum amboð
um til rørslu- og strekkvenj
ingar eru serliga væl egnað
til vaksin og eldri. Um for
treytirnar fyri motión og
javnvágrørslum eru góðar,
so gongur yrkadagurin eisini
lættari og styrkir tey eldru at
klára seg sjálvi sum longst.
Sum heild er talan um
kreativ tilboð, sum eggja fólki
at røra seg á ein stuttligan
hátt. Økini verða avbera
hugnalig og liggja tætt við,
har fólk vanliga koma fram
við, og økini líkjast meira
almennum
fríøkjum
enn
ítróttarøkjum og eru ætlað
øllum aldursbólkum.
Fyribils verða tvey øki sett
av til rørsluamboð uttandura,
og tey eru á Glaðsheyggi og á
Trapputrøðni.
Í dag kl. 16 verður økið á
Glaðheyggi alment tikið í
nýtslu. Heðin Mortensen,
borgarstjóri, bjóðar vælkom
in, fimleikara og dansigentur
fara at sýna fram, útgerðin
verður roynd, og køn fólk
fara at vegleiða, meðan tón
leikur verður spældur, og
kommunan
bjóðar
kaffi,
køkur og heilsugóðan mat.
Fyrsta vælveruøkið
letur upp í dag
Tórshavnar kommuna ætlar fyrbils at gera tvey vælveruøki í býnum, og
tað fyrra letur upp seinnapartin í dag á Glaðsheyggi
Sum myndin vísir, er hetta fyrsta trivnaðarøkið í mestan mun ætlað til vaksið fólk
-so eru tit við!
Lesið
Tú sleppur at:
• Avgreiða kundar í amboðshandli okkara
• Gera alt sum hoyrir til handilsyrki
• Fáa upplæring innan lásatænastu
Vit ynskja at tú:
• Møtir væl upp til ásettu tíð
• Ert fyrikomandi og álítandi
• Ert nærløgd/lagdur
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Ikki ert bangin fyri at arbeiða
• Dámar at fáa avbjóðingar
Tú fær løn samb. S&K.
Um tú hevur:
• FHS, er lærutíðin 3 ár.
Um hettar hevur tín áhuga, send okkum
so eina umsókn saman við prógvum og
møguligum viðmælum.
Umsóknarfreist: 1. august 2011
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at ringja
til Høgna Lützen tlf. 301020 ella 213536.
Vit leita eftir tí rætta, at koma
í handilslæru hjá okkum
Ein fyritøka í stórari framgongd
Valdemar Lützen Byggibúð er ein amboðshandil
sum eisini hevur Ruko-lásatænastu um alt landið.
Vit selja m.a. amboð, fi skireiðskap, besløg, hava-
reiðskap, el-artiklar, lím og fugu, hurðahondtøk,
harafturat hava vit eitt stórt úrval av rustfríðum
vørum og nógv annað. Vit liggja í hjartanum í Havn,
á Skálatrøð, ”Har sólin og sjógvurin møtast”.
Valdemar Lützen Byggibúð
Skálatrøð 14
Postboks 20
110 Tórshavn
T-postur: vlb@vlb.fo