fríggjadagur 22. juli 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84
Sosialurin
Nøvn
Solgerd er fødd við Toftir í Hvalba,
seinri flutti familjan á Heyggj, har
Solgerd er uppvaksin og hevur slitið
sínar barnaskógvar. Foreldrini vóru
Kristina og Jens Eysturberg. Solgerd
er triðelst av seks systkjum. Solgerd
fór til Havnar 17 ára gomul, arbeiddi
í saltfiski á Bacalao, og seinri fór
hon at verða húshjálp hjá Hannu
og Óla Kristian Skála í Skálabúðini,
har hon giftist út frá í 1966, við
Høgna Hansen, sonur Atlantu og
Jens Hjørleif í Stoffalág.
Hanna pyntaði hana brúður, og
tað er Solgerd sera stolt av.
Solgerd og Høgni hava livað
saman í hjúnabandi í 45 ár í ár.
Hjartaliga tillukku tit bæði.
Og er tað eisini gjøgnum trúð
skap til okkum øll í familjuni Skála,
at vit báðar hava knýtt so sera góð
vinarbond.
Í sjeyti árinum vóru vit báðar
títt og ofta saman við øðrum, úti
serveraðu til stórar veitslur, rundar
føðingardagar og brúdleypir, eina
tíð á Hotel Hafnia, ein góð tíð.
Vit báðar hava eisini búð í sama
grannalagi. Vit í Dr. Jacobsensgøtu
og tit í Trøndargøtu. Tá komu
vit nógv til hvørja aðra, seinri
fluttu tit í tykkara nýggja heim á
Konmansmýru.
Okkara góði gamli bindiklubbur
ið skjótt rundar 40 ár, hava ferðast
nógv frá Sandi til Aberdeen. Búðu
á Brend Wood Hotel, runnu runt á
danskari jørð, búðu á 9 små hjem,
áh teir góðu túrar.
Solgerd er røsk til hendurnar,
hevur bundi troyggjur, húgvur og
heitar hosur. Altíð er tú hjálpsom,
gávumild og blíð. Hjartalag so gott
sum fáur. Gongur runt og hjálpur
øllum. Hevur ofta fult hús av vinum
og kenningum, har sum hjartarúm
er, er eisini húsarúm. Tað kann so
sigast um teg góða Solgerd, tú er ein
megnar kvinna, tað skal tú eiga frá
mær.
Solgerd hevur verið so sera
trúðføst, tá ið serligir merkisdagar
hava verið hjá mínum systkjum og
foreldrum, Hon hevur altíð verið
klár við einari hjálpandi hond. Tá
hon var á sjúkrarhotellinum við
sínum manni, var eg við mínum
sjúka beiggja, tá var hon ein hollur
stuðul fyri meg og gjørdi tungar
dagar lættar. Eg sigi tær hjartaliga
tøkk fyri alt góða Solgerd.
Børnini eru 5 í tali. Heðin býr í
Havn, Jens Hjørleif og Sylvia búgva
í Hoyvík, Anna Kirstin og Heidi
búgva í Danmark. Solgerd hevur
frá børnini vóru smá, lært tey at
luttaka í øllum arbeiði, so tey hava
haft nemt at koma út í lívið at tikið
fætt. Solgerd hevur verði heima og
fjálga um síni børn.
Ommubørnini eru 8 í tali. Helena,
Silja, tvíburarnir Høgni og Helgi,
Viktoria, Isabella, Arni og Naima.
Tey eru sera heppin at eiga ommu,
sum er so góð við tey. Solgerd var úti
fyri at missa ommubarnið lítlu Lea,
sum bert bleiv 3 ár. Hesin sangurin
bleiv sungin til jarðarferðina. Hann
kemur so ofta fram fyri meg.
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt,
hann føðir, varðar teir,
menn elskar hann enn fuglarnar,
meg elskar hann tó meir.
Hann elskar meg, hann elskar meg,
eg veit, hann elskar meg,
hann elskar tann, sum lítil er,
og so hann elskar meg.
Solgerd eigur eina langommudóttir,
og ber hon navnið Lea.
Góða Solgerd, hjartaliga tillukku
og Harrans ríku signing, til tín og øll
tíni, fyri dagin og komandi dagar.
Marin Skála
Solgerd Hansen 65 ár
Sunnudagin 24. juli fyllir mín góða vinkona Solgerd Hansen 65 ár
Randi Jacobsen
Fyri tveimum vikum síðan
hevði Sosialurin myndir av
nøkrum føroyskum børnum,
avmyndað í 1965 á ólavsøku.
Eitt norskt ferðalag tók
myndirnar, og ein í ferða
lagnum hevur júst verið í
Føroyum og helt tað vera
stuttligt at fáa at vita, hvørji
børnini vóru.
Gentan á myndini eitur
Guðrun Dal Poulsen. Hon var
seks ára gomul, tá ið myndin
varð tikin.
Dreingirnir eru synirnir
hjá Julionnu Didriksen í
Havn, Andreassen-beiggjar
nir. Teir eru Kjartan (55 ár),
Jón Magnus (53 ár), Árni og
Marner (52 ár), Jóan Petur
(47) og Dan Ingi (46 ár), sum
var so lítil, at hann lá í barna
vogni og ikki kom við á
myndina.
randi@sosialurin.fo
Beiggjarnir hjá Julionnu
Børnini, sum
avmyndað vórðu
á ólavsøku
1965, og sum
myndir vóru av
í Sosialinum
herfyri, eru øll
kend aftur
Sunnvard Andreasen fekk prógv sum Bygnings
konstruktør í januar 2011.
Gerda Joensen fekk prógv sum Professions
bachelor som Pædagog í juni 2011.
Bæði hava gingið á VIA University College
í Horsens.
Prógv
Føðingar
12. juli fekk Brestir ein lítla beiggja. Hann var 53
cm langur og vigaði 4000 g. Foreldrini eru Anna
Elisabeth og Sámal Jákup Gøte, av Nesi (Eysturoy).
1. juni fingu Durita og Bergur Rask Olsen,
Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3955 gr.
12. juli fingu Annika og Jón Eli Ole- Jacobsen úr
Miðvági ein son. Hann vigaði 3.810 g og var 53 cm
langur.
15. juli fingu Turid og Sakaris Frederiksen, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4525 gr.