Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 10 Sosialurin Nøvn TØKK TØKK Hann var føddur á Strond­ um, haðani mamman var ættað, men Kári vaks upp í Saltangará, og har hevur hann búð alla sína tíð. For­ eldrini vóru Jenny fødd Poulsen og ættað av Strond­ um, og Meinhard Højgaard úr Saltangará. Pápi hansara, Palli, var úr Rituvík, og fyrstu niðursetufólkini í Ritua­vík, Per og Nicolina, vóru lang­abbi og langomma 60 ára føðingar­dagsbarnið. Jenny og Meinhard fingu fýra børn: Palli, Kári, Sólfríða og Mary Jana. Tey búgva øll á eystara armi av Skála­fjørðinum. Eftir realprógvið í 1967 royndi Kári sjólívið: við Brimnesi á ísfiskaveiðu undir Føroyum, við trolar­ anum Havborgini í Grøn­ landi, við Oknini á rækju­ veiðu og í Ravnoynni eitt summar og róði út. Hetta var í 1969, sum var síðsta árið, føroyingar róðu úr úr Ravn Stóroy. 1. august í 1971 fór Kári at ganga við posti, og tað gjørdi hann í akkurát 30 ár. Hann leyk útbúgving innan postverkið, og hann var uppi í fakfelagsarbeiði í felagnum hjá postmonnum. Fyrstu ferð Kári varð valdur í politiskan álitissess var í 1988, tá ið hann varð valdur í Runavíkar býráð, har hann sat, inntil hann ikki stillaði upp aftur á valinum í 2008. Hann var eitt nú formaður í Kongshavnar havnarstýri og næstformaður í býráðnum. Í 2001 var Kári fyrstu ferð í tinginum sum vara­ maður, og síðani á valinum í 2002 hevur hann verið valdur tingmaður fyri Sjálv­ stýrisflokkin, har hann fyrstu seks árini var einsa­ mallur at umboða flokkin, og tískil var framsøgumaður í øllum málum. Sjálvstýrisflokkurin og Kári P. Højgaard hava verið fyri, at Føroyar skulu vera eitt val­dømi. Men Kári hevur ongantíð dult fyri, at hann hevur kent seg sum fyri Skála­fjørðin og serliga tey á eystara armi. Kári hevur ongantíð fjalt, at útróðr­ar­menninir hava staðið honum serliga nær, og hann hevur havt stóran áhuga fyri norður­­landa­ráðn­ um og útnorðurráðnum, har hann hevur verið formaður. Konuna fann Kári í Fugla­ firði. Hon eitur Simona, dóttir Borghild og Anisetus Eliasen. Simona og Kári búgva í Saltangará, og tey eiga seks børn: Maibritt, Jan, Anni, Bogi, Bárður og Heidi. Maibritt, sum er sálar­ frøðingur, býr í Dan­mark, og Bogi, sum er búskapar­ frøðingur, býr í Onglandi. Anni lesur í Ros­­kilde og Bárður í Århus. Jan og Heidi búgva í Saltangará. Hann arbeiðir í ali­vinnuni, og hon lærir innan handilsvinnuna. Abba­børnini eru átta. Kári er fyrikomandi og ikki skorin fyri tungubandið, og hann er altíð í sving. Við hvørt er hann á útróðri við 31 fót bátinum, Høgaleitið, sum hevur B loyvi, hann gongur á fjall í fleiri bygd­ um og hagapørtum, og flettari er hann sum fáur. Hann er virkin í kirkju og missiónshúsi, hann stuðlar eldrafelagnum og øðrum sosial­um felagsskapum, og ítróttini í Runavíkar komm­ unu er hann dyggur stuðul. Hóast hann ikki longur er floksformaður, so ætlar Kári sær ikki at gevast í politikki. Hann hevur boðað frá, at hann verður á listanum til valið, sum ikki er so langt burtur. J Kári P. Højgaard 60 ár Í gjár, hósdagin 21. juli, fylti Kári Páll Højgaard 60 ár. Hann er løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sum hann í fleiri ár var formaður fyri Seinastu trý árini hevur Rás2 skipað fyri stórum ólav­ søkuhaldi í Vágsbotni. Væl yvir 10.000 fólk hava verið savnað til tiltøkini, sum bjóða undirhald og live-tónleik. Í ár verða tað eingin annar enn Pipar & Salt, ið fara at undirhalda av pallinum, sum verður gjørdur uttan fyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum. Pipar& Salt hava seinastu vikurnar ferð eftir ferð fylt Norðurlandahúsið til nýggja showið hjá sær, og teir hava fingið sera góð ummæli frá fólki. Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale duga framúr væl at gera hendingar komiskar og persónar stuttligar, og ólavsøkukvøld fara teir at undirhalda stóru mannfjøldini, sum savnast í Vágsbotni. Terji spælir live Upphitingina til Pipar & Salt tekur Terji Rasmussen av. Kendi tónleikarin hevur seinasta árið verið aktuellur við nýggjum tónleiki hjá Føstufressum. Terji og hinir í Føstufressum spældu tvær útseldar útgávukonsertir, og fløgan hjá teimum, Tvey, var kosin at verða ársins fløga á Planet Awards 2010. Terji Rasmussen hevur eisini verið virkin í øðrum bólkum og sum einstaklingur. Hann var við í Frændum eina tíð, hann var sangari í Moirae, og hann hevur spælt nógv saman við Eyðuni Nolsøe. Hesi mongu árini, Terji hevur verið virkin á palli og útgávum, hevur hann havt óteljandi hitt. Hann hevur skrivað nógvar sangir, sum føroyingar kenna væl, og hann fer at framføra nakrar av sínum kendastu sangum ólavsøkukvøld. Uttan iva sleppa fólk at hoyra onkrar sangir hjá Føstufressum, og Terji kann neyvan sleppa undan at tríva í sangin Eros Rás2 hevur ólavsøkuhald í Vágsbotni