fríggjadagur 22. juli 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84
Sosialurin
Minningarorð um
Jens Pauli Heinesen
Við Jens Paula Heinesen er ein av
fremstu prosarithøvundum okkara
farin. Hann hevur sum fáur í stutt
søgum og skaldsøgum lýst nýtíðar og
nútímans Føroyar.
Hugsjónarskaldskapur
Skaldsøgurnar hjá Jens Paula Heinesen
lýsa hugsanir og hugsanaraligar
skipanir, sum hava gjørt seg galdandi
í heiminum og í Føroyum. Hann lýsir
ikki arbeiðslívið, sjómanslívið ella
fiskivinnusamfelagið,
tað
gjørdu
Martin Joensen og Heðin Brú. Heim
urin hevur í skaldsøgunum hjá Jens
Paula Heinesen fylgt broytingini
inn í tað vinnu- og tænastusamfelag,
sum vit hava í dag, og sum kanska
er vorðið eitt vitanarsamfelag. Tað,
sum søgupersónarnir hjá Jens Paula
Heinesen hugsa og kjakast um eru
hugsanir um lívið, um nøkur ætlan
er við tí, náttúruni og djórunum.
Politikkur er kanska tað evnið, sum
liggur frammalagast – politisk rák og
politiskur ørvitisskapur eru evnini í
Tú upphavsins heimi og Frænir eitur
ormurin. Arbeiðið er eitt miðal til at
sleppa liva og hugsa – lønararbeiðið
er ikki lívið í skaldsøgum hansara
– eins og tað tykist vera í veruliga
samfelagnum.
Listin og høvundurin
Í øllum skaldsøgunum hjá Jens Paula
Heinesen snýr tað seg um listamannin
og samfelag hansara. Listafólkini gera
myndir av heiminum: samfelagnum
og politikkinum, lívinum og náttúruni.
Tískil kunnu verkini síggjast sum
tekin um heimin og kanska tekin upp
á heimin. Rithøvundurin er í ritverki
num hjá Jens Paula Heinesen altíð til
viks. Viðhvørt letur hann seg brúka av
politiskum áhugamálum, viðhvørt er
hann sjálvur flokspolitiskt virkin. Við
hvørt nær rithøvundurin ikki at koma
fram sum í Yrkjaranum í Selvík, ella
hann letur seg við ringum tannabiti
brúka av fasistiskum kreftum sum í
Tú upphavsins heimi.
Myndin í trýbindaskaldsøguni Tú
upphavsins heimi víðkast í Frænir
eitur ormurin. Hon er ein mynd av
einum Føroyum, har fólkaræðið er
sett úr gildi, har fólk verða fyribeind
av politiskum ávum og fólk gifta
seg strategiskt. Skaldsøgan hevur
tveir høvuðspersónar, ein politikara
við eini fortíð at hevna eins og
Sjúrður í Sjúrðarkvæðunum, og ein
rithøvund, sum lýsir alla leiðina hjá
honum gjøgnum politiska skúling
og kærleika fyrst til dóttur politiska
mótstøðumannin, síðani til dóttur
ideologisku forkonuna í flokkinum.
Frænir eitur ormurin er eisini ein
serstøk
skaldsøga
í
føroyskum
bókmentum, av tí at hon fer fram á
væl kendum plássum, sum eru nevnd
við røttum navni. Leikpallur hennara
er Havnin, har søgupersónarnir
hittast á Tinghúsvegnum, ganga í
skúla í Hoydølum, búgva í Leigubúðini
úti á Reyni, úti í Grønlandi og á
Velbastaðvegnum,
koyra
eftir
Marknagilsvegnum og brenna bøkur
á Vaglinum. Eina mest er Frænir eitur
ormurin eitt meistaraverk, tí hon fer
út um hevdvunnin mørk og skapar
eina livandi og virkna frásøgn, sum
eisini umfatar eitt meta stig, har
skrivingin av henni verür lýst.
Sálarfrøði
Somuleiðis ógvuslig, men á heilt annan
hátt er Tey telgja sær gudar. Tað er ein
skaldsøga um fólk, ið hvør á sín hátt
ímynda sær eitt lívsinnihald, sum vísir
seg at vera meira ella minni falskt. Pápin
av teimum trimum Leonardo, Rubens
og Pikasso vildi fegin verið listamálari,
men í staðin fyri sjálvur at gerast
listamaður, gevur hann synunum glæsi
lig listamannanøvn. Men teir koma
heldur ikki undan sum listamenn. Skald
søgan er samstundis ein lýsing av sálar
frøðiligu hugsanini hjá eysturíkaranum
Alfred Adler um, at tað eru minni- og
undirlutakenslur hjá fólki, sum fáa tey
at útinna vald og harðskap.
Høvuðsverkið
Í høvuðsverkinum, Á ferð inn í
eina óendaliga søgu, er tað sjálv
menningarleiðin hjá høvundinum,
sum er høvuðsevnið: Barnaár, skúla
tíð, ungdómsár og lestrarár, sum eru
full av upplivingum og hugsanum
um lívið, náttúruna og deyðan, menni
skjuna, samveruna og einsemið.
Samstundis lýsir henda skaldsøgan,
hvussu skapandi tilgongdin er: Fyrst
skal alt upplivast og hugsast, tað skal
staðfestast og síðani kann tað verða
skrivað, tá ið búningin er rokkin.
Upplivingarnar hjá Hugini eru ikki
stórt øðrvísi enn tær, tey flestu onnur
hava gjøgnum lívið. Men í Á ferð inn í
eina óendaliga søgu verða tær gjørdar
til tað mest ótrúliga og merkiliga
gjøgnum tað frásagnarkynstur, ið
eyðkennir hesa sjeybindaskaldsøgu.
Hon leggur fyri við, at Hugin verður
burturfluttur av eini ungari konu í
hvítum turriklæð og gummiskóm,
sum eingin í bygdini kennir. Tríggjar
dagar seinni verður hann funnin
langt burturi í haganum. Tilburðurin
eltir hann í mongum ymsum líki
gjøgnum barna- og unglingaárini. Tá
ið dóttir ta konuna, sum fann hann
aftur, mong ár seinni kemur til bygdar
og fortelur Hugini, at tilburðurin er
til, og hann forelskar seg í henni, er
Hugin búgvin at fara at skriva hesa
stóru skaldsøgu.
Á ferð inn í eina óendaliga søgu
setur føroyska skaldsøguheimin í
altjóða høpi. Eitt nú er meginparturin
av gongdini í tíðarfestur við tilburðum
úti í heimi, serliga tilburðir í heims
bardaganum og í kalda krígnum
tíðarfesta søguna. Tey mongu orða
skiftini í skaldsøguni um list og
bókmentir, samfelagslig sjónarmið
og politiskar hugsjónir geva henni
alheimsligan dám, sum er serstakur í
føroyskum bókmentum.
Mannasinni, tíð og lív
Ritverkið hjá Jens Paula Heinsen um
fatar harafturat eina ørgrynnu av stutt
søgum. Eitt nú er tann stutta “Rógv,
sonurin, rógv!” um faðir og son á floti,
tá eldur kemur í bátin, ein sonn perla.
Jens Pauli Heinesen yrkti eisini
og ein av yrkingum hansara, “Hitt
loynda dýpið” er við lagi eftir Elina
Brimheim Heinesen víðagitin og
vorðin fastur partur í føroyska
songskattinum í Songbók Føroya
fólks. Jens Pauli Heinesen hevur
skrivað erotiskar søgur, skemt og
beint fram satiru finna vit í søgunum
um Sámal Mattias, hann sum eisini
er høvuðspersónur í Rekamanninum.
Við honum setur Jens Pauli Heinesen
ljóskastaran á minni dámligar partar
av “føroysku muruni”.
Alt sum hann hevur skrivað
er gjøgnumsúrgað av áhuga fyri
mannasinninum, tíðini og undran um
lívsins gávu.
Vit eru mong, sum eru sera takk
som fyri tað fjølbroytta ritverk Jens
Pauli Heinesen hevur lagt eftir seg.
Malan Marnersdóttir
Lívið er gáva