Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 12 Sosialurin Kjak Endamálið er greitt, at falsa søguna til frama fyri per­ sónligu politisku pro­fil­er­ ingina hjá Poul Michel­sen og Framsókn. Flokkurin er ikki lívførur, finnur onki ideolog­ iskt jørðildi og tá kann bara ein fíggindi uttan­­garðs bjarga støðuni. Politiskir bak­streb­ arar virka ikki fyri nøkr­um, teir arbeiða ímóti onkr­um. Tað ræður um at ganda eitt trøll fram í alljós­an dag. Men máti skal nú vera við. Tjóðveldi, og serliga for­mað­ur floksins, verða gjørd til skot­skivu hjá Poul og spuna­smiðjum hans­ ara. Lopið verður í somu gomlu gravir, har sum allir hinir sambands­flokkarnir framm­an­­undan liggja tyrvdir, - í hes­um lunkaða danska heimastýrinum. Trupulleikin er nú brád­liga ikki tað trá­beinta aftur­haldið, sum hevur fingið Poul og aðrar, at leypa frá upp­skoti­ num hjá einari samdari nevnd fyri bara einum ári síðani. Trupulleikin er nú ikki tær marg­háttligu royndirnar at fáa Føroya fólk og sjálv­ ræðis­rørsl­una í Føroyum at góðtaka danska grundlóg, heima­stýris­lóg, yvirtøkulóg og annað á eini fólkaatkvøðu um sína egnu stjórnarskipan. Trupulleikin er nú ikki allar tær óskiljandi broytingarnar og útvatnaðu orðingarnar í nýggja upp­skotinum hjá Pouli, Sam­­bandi­­num, Javn­aði­ num, Ghostrit­ar­um og øðrum træll­um, har millum annað áeting­­arnar um til­feingis­­­ umsiting skulu broyt­­ast grund­­leggj­andi. Trupul­­­leikin er nú ikki, at gildis­­komu­­­ regl­­urnar skuldu broyt­ast soleiðis, at ongin møgu­leiki var hjá Føroya fólki at broyta nakað, tí nú skuldu tvey løg­ ting sam­tykkja upp­skotið óbroytt, áðrenn fólkið slapp at kíka við ongari ávirkan. Nei, trupulleikin er sjálvandi Tjóðveldi, ið setti alt á lunnar frá byrjan, og sum hevur stríðst fyri uppskotinum frá fyrsta degi, og sum í prosessini hevur gjørt óteljandi orðingar, semjur og broytingar á leiðini fram. Alt ímeðan afturhaldið hevur sitið spílað upp afturá og hvørki hevur orðað stav ella reglu í uppskotinum. Konturarnir daga nú undan av álvara, Poul og huldumenn hansara eru í holt við at smíða sær ein politiskan eksistens umvegis eina and­ søgn til einasta veruliga frælsis­flokkin í landinum. Og teir eru, sum toftamenn plaga at taka til, farnir at spíska seg rættiliga. Í seinasta álitinum frá for­ manni Tjóðveldisins í nevnd­ ini, vísti hesin vegna flokk­in á, at allar hesar roynd­ir­­nar hjá Poul og øðr­um, at taka allar megin­reglur - øll prinsippir - burturúr upp­­­skoti­­num, fyri at kasta saman við Sam­­bandi­ num og øðrum ófrælsis­­kreft­ um, fóru kortini at vera til fánýtis, tí danskir myndug­ leikar fóru fram­­vegis at hótta, og fáa løg­mann og Sambandið at bakka – júst sum fyri ári síðani. Soleiðis skrivaði Tjóðveldi m.a. í álitinum í summar: Hesi broytingaruppskot hava tikið burtur og broytt tær orðingar, ið flestar at­ finningar hava verið ímóti frá donskum myndugleikum. Orðingin um, at føroyska stjórnar­skipanin er oman fyri allar aðrar lógir er tikin burtur. Somuleiðis orðingin um, at landsins lógir eru bert tær, ið eru framdar á rættan hátt og av fólkinum sjálvum. Ístaðin er skotið upp at seta inn, at stjórnarskipanin virðir ta lóggávu, ið er sett í gildi fyri Føroyar. Eisini eru broytingar gjørdar í fyrstu grein, sum sáa iva um tær avgerðir, ta rættarstøðu og ta fólkaat­kvøðu, ið Føroya fólk framman­undan hevur bygt á. Hartil eru broytingar gjørdar í gildiskomureglunum, sum í fyrsta lagi taka gildiskomuna um ásetingar fyri dómsvaldið og rættarskipan burturúr – og í øðrum lagi seta gildis­ komureglurnar fyri stjórnar­ skipanina saman við lógini um stýrisskipan Føroya. Skal føroyska stjórnar­ skipanin byggja á veruligt fólkaræði, so er tað sjálvsagt, at tað bert er Føroya fólk, ið kann seta hana í gildi við fólkaatkvøðu – og ikki tvey fylgjandi Løgting, soleiðis sum stýrisskipanin varð sett í verk. Samstundis kann stýris­­skipanin setast úr gildi eftir sínum egnu reglum. Avleiðingarnar av teim­um upp­skotnu broyting­ unum eru í minsta lagi, at grundarlagið undir stjórnar­ skipanini er munandi broytt, og at sterkur ivi kann sáast um, hvør lóggáva verður nýtt sum grundarlag fyri rættind­­unum hjá føroysku tjóðini frameftir. Í ringasta føri, kann hetta nýtast at fremja størri afturstig í rættarstøðu føroyinga og leggja avgerðarrætt í hendur­ nar á myndugleikum uttan fyri Føroyar. Og tað tykist óskiljandi, at roynt verður at gera hesar broyting­ar eftir krøvum frá donskum myndugleikum, tí framvegis fara danskir myndugleikar uttan iva at krevja aðrar broytingar í øðrum greinum. Tað er júst hetta sum er hent nú, í summar, og tí er tað væl skiljandi, at Poul roynir at falsa søguna. Hetta man kennast rættiliga pínligt, politiskir skjálvtar mega vera farnir ígjøgnum kropsskinnið á manni, eftir eina so mun­ andi metamorfosu, eftir hóva­ stákið og royndina, at lata seg úr nærum hvørjum plaggi, til tess at kunna fara niðan eftir stórpolitiska kirkjugólvinum saman við Sambandinum – og so kortini at fáa krakk, nekt­aður, spillnakin, í gævu­ stundini framman fyri altarið. Poul Michelsen hevur vitað, og veit, at Tjóðveldi ongantíð fer at mæla sínum veljarum til at samtykkja eitt uppskot á fólkaatkvøðu, sum skal góðtaka donsku grundlógina í Føroyum. Ongin okkara hevði heldur roknað við, at ein maður sum Poul Michelsen kundi funnið uppá at gjørt tað. Hann klamsaði við hurðunum og fór úr Fólkaflokkinum, tí hann segði Fólkaflokkin vera ov lítið fullveldissinnaðan og hartil helt hann uppá, at flokkur hansara í fjøruti ár, nú gekk ímóti síni egnu stevnuskrá. Fólkafloks­ velj­arar skuldu nú fáa eitt liberalt og fullveldissinnað alternativ. Men hvussu kann Poul Michelsen tá mæla til at ganga beint ímóti tí, sum Fólka­flokkurin hóast alt hevur hildið fast um, nevni­ liga ikki at góðtaka donsku grund­lógina, sum Føroya fólk ongan­tíð hevur samtykt? Soleiðis skrivaði táverandi formaður Fólkafloksins, Thorstein Petersen, eftir sam­ráðingarnar við donsku stjórn­ina í 1946: “Fyrstu upp­ skot­ini ljóðaðu uppá, at vit skuldu vátta at vera “en Del Danmarks Rige og omfattes af Danmarks Riges Grund­ lov”. – Hetta avvístu vit sjálv­ andi blankt. Aldri er tað givið okkum nøkur heimild til at binda føroyingar fastar.” Og Jóannes Bóndi skrivaði hin 12. apríl 1946 um hetta kravið, at Føroya fólk skuldi góðtaka donsku grundlógina: “At danastjórn ikki firnast við at bjóða “et gammelt nordisk Kulturfolk” eini slík boð! Aldri kundi nakað “Kulturfolk”, tað veri norðurlendskt, bretskt, ella franskt ella annað, fingið boð um tílíkt stjórnarband. Og tá allarminst í hesi tíð, har loysunarorðið “Hvør tjóð hevur rætt at ráða sær”, er sett í hásætið. At fólka­ stjórnin í Danmark nú kemur fram við hesum boðum, sum hvørki norskir ella danskir kongar nakrantíð hava bjóð­ að føroyingum, tað kann ikki hugsast at vera av øðrum atvoldum, enn at hon heldur, at nútíðar føroyingar yvir­ høvur eru politiskir mistrivn­ ingar, leysari á knóranum enn nakrantíð áður.” Men Poul, sum skuldi eitast at vera fullveldissinnaður, vil eftir øllum at døma fegin bakka langt aftur um 1946 í stjórnarmálum. Hansara sjónarmið eru nærum tey somu, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin róku fram á politiskt torg í 1946, um at vera "praktiskur" og "ásanna veruleikan". Og álop­ ini hjá honum á Tjóð­veldi, eru júst tey somu, identisk við tey, sum íhaldnu sam­bands­ kreftirnar framdu mót­vegis Fólka­flokkinum tá. Skiljið tað, hvør ið skilja vil. Tjóðveldi hevur annars víst Pouli Michelsen sera stórt álit. Vit gjørdu hann til formann í seinastu nevnd­ini, hóast hann var í and­støðu, og vit tryggjaði honum pláss í nýggju nevnd­ini, har vit aftur skutu hann upp sum for­mann. Endamálið var sjálv­sagt at savna fullveldis­ veingin á tingi, sum hevur meiri­lutan, um hann megnar at standa saman, og um nakað hald er í retorikki­ num hjá fleiri teirra. Men Poul valdi at gera Tjóðveldi til trupul­leikin og kastaði saman við øðrum. Valdi at ganga burtur frá frælsissøk føroyinga fyri egnar sakir. Endamálið skuldi eitast at vera, at fáa semju, og at fáa alt at glíða betur niður hjá sambandi og javnaði og ghostritarum og donskum myndug­leikum. Og nú leypa teir sjálvandi frá sum forvirr­ aðar hønur, tá Lars Løkke aftur hevur talað. Skotið varð á, - bara hann øtlaði av landssynningi. Tí er tað lagnunnar spei­semi, at Poul og hansara menn velja brot úr Ritu­kvæðn­­um, sum yvirskrivt í teirra royndum at falsa søguna. Heldur áttu teir at lagt sær alt innihaldið í Ritu­kvæð­num í geyma, sum snýr seg um, táið Ritan uttan­ fyri Molan í Havn rendi á Ternuna og sakk. Poul kundi havt siglt, og tikið ein harðan róður, saman við Tjóð­veldi­ num. Men hann valdi at seta kósina hinvegin - beint ímóti og í føvningin á sambandi­ num. Og tað kann kosta dýrt. Sum seinasta reglan í Ritukvæðnum sigur: “Hetta tær tann læra verði, kyss tú ongan­tíð ov fast!”  Fríggjadagin fer Poul um pensiónshvarvið, men neyð­ turviliga er aldurin ikki ein forðing fyri, at maður kann leggja alla sína orku í frælsissøkina hjá landi sínum. Hann hevur í drúgvari áramál sitið búraður inni við heimastýrisgrindirnar í Fólkaflokkinum, enn Nelson Mandela var hildin fangi á Robben Island. Hesin var farin gott og væl um sjeyti ára aldur, tá hann aftur settist við politisku árar­nar í Suðurafrika, og 76 ára gamal syrgdi hann fyri, sum fyrsti svarti forsetin, at móður­land hansara gjørdist ein demo­ kratiskur og frælsur statur. Poul hevur enn møgu­leikan fyri at gera eina nýggja kúvending, - hesaferð tann rætta vegin. Tórbjørn Jacobsen Poul ! - Kyss tú ongantíð ov fast... Í grein um stjórnarskipanaruppskotið velja Poul Michelsen og sufflørar og skrivandi menn hansara at taka yvirskrivtina úr fyrstu regluni í Ritukvæðnum hjá Kjartani Hoydal. Stórpolitiski nekrologurin hjá framsóknarmonnum byrjar soleiðis: Syrgilig er henda søga...