Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 Sosialurin Fyri umleið hálvt­hundr­ að árum síðani var P.M. Dam løgmaður. Tá hann hevði sitið í Tinga­nesi eina tíð, søkti hann eftir eini skrivstovukvinnu, men sett i ein partamann úr Suður­oy í starvið. Hett a gjørdu teir høgraradikalu nógv hóva­sták burturúr og umtal­aðu sett a mann­ in konsekvent fyri skrivi­ stovukvinnan. Og tá hett a eisini tykt­ ist mær marghátt ligt og løgi, spurdi eg pápa mín, ið av góð­um grundum kendi málið, hví tað var so tápu­­liga avstað farið í nevndu starvsetan, og fekk eg tá at  vita, hvussu mál­ið veruliga hekk saman. Tað hevði skjótt víst seg - eftir at  P.M. Dam var farin til arbeiðis í Tinga­­­nesi  eftir 8 árum við høgra­radi­kalum í stjórn - at stjórnar­kon­ tóri­­­num vóru fullsett við høgra­radikalum pro­ selytt­um, og tað eisini í 'den grad', at einki kundi við­gerast í trún­ aði, hvørki skrivligt ella munnligt, tí alt var borið út til floks­felagarnar, sum so - í góðari tíð - kundu leggja forð­ingar fyri ætlan­­­um, ið teimum ikki dámdu. Hett a ætlaði P. M. Dam at steðga í ein vissan mun við at seta eitt 100% loyalt skrivu­ stovu­fólk, sum kundi hava fulla ábyrgd av trúnar­skjølum. Mong hava ivaleyst eisini hoyrt um mannin, sum leit­aði eftir arbeiði, og sum spurdi sonin hjá  høgra­radi­kala hand­ ils­­­manni­num og reið­ ar­an­um um møgu­leika fyri at fáa arbeiði hjá pápan­um. Sonurin gav hon­­um tá tey ráð at møta í sali­­num, seta seg nær pápan­um og syngja so hart, at pápin legði merki til hansara, so skuldi arbeiði heilt víst verið tøkt mánadagin, og so var. Høgraradikalt klan­ virk­semi hevur florerað í Føroy­um í mong, mong Harrans ár. Men meðan klanvirk­semi á tí privata arbeiðsmarknaðinum er loyvt, so er klanvirksemi í starvsetanarmálum inn­ an tað almenna  brand­ ólógligt og straf­bart. Hóast hett a, so hevur klanvirksemi verið væl kent og meira ella minni góð­tikið kring landið líka til nú langt inn í 21. øld. Ófatiligt. Man tað vera, sum onkur hevur sagt um føroyingar, at teir liva eftir devisuni: Gong­ ur tað, so gongur tað, og gongur tað ikki, so gongur tað álíka­­­væl. - Og higartil hevur eisini tað, ið ikki átt i at gingið, gingið álíkavæl. Ong­­in hevur higartil verið til at sagt: Higar­til, og so ikki longur. Og tó, nú er ein sera gløgg og dugnalig kvinna vorðin løgtingsins um­ boðs­maður. Og eftir at hon hevur verið í arbeiðs­ klæðunum í for­holdsvís stutt a tíð, nú rulla tey fyrstu høgraradikalu líkini út úr skuffum og skáp­um. Og hesir, ið annars eru van­ir til at gera so sum teim­um lystir,  utt an at spyrja onn­ur og utt an at nakað hevur fingið avleiðingar, skulu nú standa til svars. Teir øtast, og tað hava teir grund til . Og nú verður tosað um heksujagt. Guð for­ barmi seg. Heksajagt? Hvør er heksin? Er tað um­boðs­kvinnan? Ella sak­­førarin? Ella teir høgra­radikalu? Sama ger - vit vita, hvør ið eigur kustin, og sum skjótast til ber eigur at stinga hann millum beinini og taka túrin til Bloksbjerg, eisini sjálvt um tað er í seinra lagi. Heksir valdast Framsøkin ungdómur tekur fult og fast undir við Poul Michelsen viðvíkjandi málinum um Stjórnarskipan Føroya Tað er sjálvsagt at Før­ oyar skulu hava sína egnu Stjórnarskipan – Grund­lóg, kalla tað hvat tú vilt. Megnar arbeiði, ið nevndin hevur lagt í at gera eina sjálvstøða stjórnar­skipan fyri Føroya fólk og Føroya land, má ikki fara fyri skeyti. Fleyst allir føroyingar eru utt an iva á einum málið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Um hett ar skal verða sum ein partur av Dan­mark ella ikki, er upp til hvønn einstakan at meta um í hesum sambandi. Tað sum er umráðandi er, at vit verða sædd sum ein sjálvstøðu tjóð, ikki einans sum ein partur av Danmark, men ein partur av heiminum. Vit hava okkara egna flagg, ið á fyrsta sinni varð borið framm longu í 1919, og hóast eitt langt flaggstríð, bleiv føroyska Merkið 25. Apríl 1940 altjóða viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Eisini hava vit okkara egna móðurmál, sum ikki kann sigast at líkast tí danska nógv. Mentan­in í Føroyum er nakað heilt serligt, tað munnu finnast fá lond í heiminum, ið hava eina líka sermerktað, dýra­bara og hugtakandi mentan sum okkara. So hví skulu vit ikki hava okkara egnu stjórnar­ skipan eisini ? Ein riðil av meginreglum fyri føroyar sum tjóð, ið gevur okkum rætt in at skipa okkum eftir okkara egnu ynskum. Demokrati hevur leingið verið stýris­hátt­urin fyri føroyar, men tað sær ikki út til at verða galdandi tá talan er um málið viðvíkjandi Stjórn­ar­skipan Føroya. Ein søgu­liga breið polit­isk semja, skuldi tryggja at upp­ skotið varð sam­­tykt. At so ein greiður minni­luti kann forða løgtingi­num í at við­ gerða nýggju Stjórn­ar­­skip­an­ ina, er púra burtur­við og als ikki demokratist. Vit kunnu við hesum bert vóna, at ein føroysk stjórnarskipan einaferð gerst veruleiki, jú fyrr jú betur. Vit vilja í øllum førum ikki gevast at berjast fyri, at í Føroyum skulu føroyinar ráða. Í Føroyum skulu føroyingar ráða! – ella hvussu var tað? Harriet O. Davidsen Vegna FU Dagfinnur Danbjørg Frá 1996 til 98 broytt i tá borgarliga samgongan skatt a­ skipanina frá botni. Málið var brutto­ skatta­ skip­an, sum sett i skatt­­­ gjaldaran í sentr­ um. Tíverri datt arbeiðið burtur undir fullveldis­sam­ gonguni frá 1998 til 2003. Í 2004 til 08 lækkaði fyrra ABC samgongan skatt a­ trýstið. Serliga miðal­inn­ tøkurnar fingu gagn av tí. Síðani er alt steðgað upp. Vit standa nú á einum vegamóti, sum verður av­ger­ andi fyri framtíð okkara. Løgtingið brúkar meir pen­ ing, enn vinnan fram­leið­ir í landkassans lut, og tað fær ein bráðan enda. Her má annað skinn tak­ ast um bak. Umframt spar­ ingar mugu vit skjót­­­ast gera alla skatta­ skip­anina meiri ein­falda. Einfaldar skipanir 1) Fyrsta stig má vera, at allir frádrátt ir í skatta­ skipanini skulu burtur. Har tað er skilagott javna skatt in, eigur hett a at gerast sum útgjald, eins og rentustuðulin til sethúsaeigarar. 2) Vit eiga at fáa brutt o­ skatt sum ‘flat-t ax’ skip­ an, har øll rinda sama pro­ sentsats, t.d. 40% av allari inntøkuyvir 60,000 kr. 3) Ístaðin fyri barna­ frá­drátt skulu allar barna­ familj­ur fáa út­gold­ið ávísa upphædd pr. barn pr. mánaða. 4) Mvg-skipanin skal aftur á beint, har øll undan­ tøk (utt an bøkur, t.e. mentan) verða strikað. So kundu vit lækka MVG-satsin. í øðr­um lagi ger hatt a skipan­ina eisini meira glara. Bíligari og betri Ein einfaldari skatt a- og av­­gjaldsskipan ger, at borg­ arin gjøgnumskoðar lætt ari sín fíggjarliga gerandis­­dag. Hendan um­leggingin fer at krevja nógv minni eftirlit og arbeiðsorku hjá tí almenna. Tað merkir so, at vit kunnu rationali­sera og spara á økinum. Tá allir frádrátt ir eru burtur ella umlagdir til út­ gjald, verða allar veit­ingar sjónligar á fíggjar­lógini og ikki sum nú fjaldar í einum frumskógi av frádrátt um. Eisini vinnan fær tað nógv lagaligari við brutt o­ skatt askipan, flat-t ax og færri undantøkum í avgjøldum. Hett a fer aftur at styrkja um kappingar­førið, sum er alneyðugt í hesum fríggarliga trongu tíðum. Kemur ikki vend í skjótast, so er hótt afall víst. Tí mugu stig takast nú. Jú fyrr, jú betur. Keep it simple er leiðin til sjálvbjargni. Bjarni Djurholm løgtingsmaður Keep it simple! Bráðneyðugt at gera skattaskipanina meiri einfalda