fríggjadagur 22. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84
14
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Club Brugge, sum hevur verið
belgiskur meistari 13 ferðir og
steypavinnari 10 ferðir, tekur klokk
an 19.30 ólavsøkuaftan ímóti FK
Qarabagh á Jan Breydel-leikvøll
inum, har pláss er fyri yvir 29.000
áskoðarum. Men tað kundi akkurát
tað sama verið EB/Streymur, ið helt
ólavsøku í Belgia!
– Vit høvdu ein stóran kjans í
síðstu minuttunum, ið kundi gjørt,
at vit struku avstað við tí heila, tá
Arnar Dam kom at standa í góð
ari støðu inni í brotsteiginum
hjá teimum. Men hann fekk eitt
skump, so tað bleiv ikki til meira
enn at sletta bóltin ímóti málinum.
Fleiri aðrir av okkara monnum
vóru eisini um boðið í hesi støðuni,
men heimaliðið fekk ruddað burtur,
sigur Heðin Askham, venjari hjá
EB/Streymi, ið sat við blandaðum
kenslum eftir dystin.
– Hetta er nakað løgið nakað.
Vit hava fingið tveir javnleikir og
eru allíkavæl ikki víðari, og tað
eru vit sjálvandi øgiliga keddir um,
samstundis sum vit mugu ásanna,
at soleiðis skuldi tað bara ikki vera.
Vit eru eitt sindur skuffaðir, men
kunnu allíkavæl hyggja hvønn
annan í eyguni, tí allir gjørdu sítt
besta, so fingurin kann ikki setast
á nakað.
Hóast dysturin var so seint sum
klokkan 21 lokala tíð, var hitin so
mikið nógvur á Tofiq Bahramov-
leikvøllinum í Baku, at makedonski
dómarin gjørdi av, at tveir stuttir
steðgir skuldu vera í hvørjum hálv
leiki, so spælararnir kundu fara út
til síðulinjuna at fáa sær ein vatn
sopa.
Hildu nullið
Dysturin byrjaði annars við einum
øgiligum trýsti frá FK Qarabagh,
sum
samanlagt
í
dystinum
eisini hevði tey betru hagtølini.
Turrisliga kann staðfestast, at í
hornaspørkum var 8-0 til heima
liðið, í málkjansum innan fyri mál
rammuna 2-0 og í royndum, sum
ikki raktu málið, var 9-2. Men úrslit
ið av dystinum var altso 0-0, ið EB/
Streymur hevði sera stóra æru av!
– Okkara uppgáva var at halda
nullið sum longst, samstundis sum
mótstøðuliðið frá fyrstu løtu skul
di royna at jagstra málið, ið kundi
tryggja víðari luttøkuna. Tað gjørdi
teir í FK Qarabagh eisini, men sjálvt
um teir vóru flúgvandi í fyrra
hálvleiki, sóu vit, at teir kundu
ikki blíva við upp á tann mátan
allan dystin, sigur venjarin hjá EB/
Streymi.
– Trýstið var slett ikki tað sama
í seinna hálvleiki, har vit framvegis
arbeiddu eftir sama setningi, at vit
skuldu halda okkara mál reint. Tá
so 10 minuttir vóru eftir, valdu vit
at satsa, so Sorin Anghel var fluttur
fram í álopið og vit bara høvdu
tríggjar eftir í verjuni.
Hesa løtuna kom EB/Streymur
eisini til fleiri møguleikar, og ser
liga gjørdist tað vandamikið, tá
sundalagsmenn fingu innkøst, sum
Gert Hansen fekk kastað heilt inn í
brotsteigin hjá vertunum, har fleiri
góðar støður spurdust burturúr.
Tað rakk bara ikki heilt á mál.
Sera góðir karmar
– Hetta var annars eitt heilt
fantastiskt upplivilsi, tí karmarnir
vóru av tí allarbesta. Nógv fólk var
til dystin, og har var ein øgiligur
gangur frá teimum. Hetta var heilt
nakað annað, enn vit upplivdu, tá
eg fyri trimum árum síðani var her
við U21-landsliðnum og næstan
einki fólk var og hugdi, sigur Heðin
Askham, ið ta ferðina eisini fekk
javnleik, 2-2.
– Yvirhøvur er áhugin fyri FK
Qarabagh stórur her niðri, tí bara til
venjingarnar er fult av áskoðarum,
ið sjálvt tá geva ljóð frá sær.
Her kann so nevnast, at fyrst í
90-unum var Nagorno-Qarabagh
javnan at hoyra í tíðindunum, tí
har var kríggj, sum endaði við, at
Armenia tók landspartin, har Qara
bagh hoyrir heima. Tí eru viðhalds
fólkini í veruleikanum í útlegd í
Baku og aðrastaðni í Aserbaidjan,
og tað sást millum annað aftur á
nøkrum av skeltunum, tey vístu
fram undir dystinum.
Sorin í serflokki
Minuttir og
millimetrar
Fótbóltur EB/Streymur var í gjárkvøldið so nær við at koma víðari í Europa League, sum tað ber til, men
kortini eydnaðist tað ikki. Sundalagsmenn hildu nullið, men fingu tíverri einki burtur úr síðsta stóra kjansinum
í dystinum. – Allir gjørdu sítt besta, so fingurin kann ikki setast á nakað, sigur Heðin Askham, venjari
FK Qarabagh-EB/Streymur 0-0
Europa League, hósdagin 21. juli kl. 17, á Tofiq Bahramov-leikvøllinum í Baku
Dómari: Goran Spirkosi, Makedonia
FK Qarabagh: Bojan Pavlovic – Maksim Medvedev, Rashad A. Sadigov, Namig
Yusifov, Rashad F. Sadigov – Rauf Aliyev, Vuqar Nadirov (Nderim Nedzipi, 73.), Afran
Ismayilov (Ilgar Gurbanov, 89.), Admir Teli – Ansi Agolli, George Adamia
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Alex José
dos Santos – Leif Niclasen (Arnar Dam, 83.), Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Pætur
Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen
Gult kort: Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen
DUELL
Miðverjarnir hjá EB/Streymi, Sorin Anghel og Marni Djurhuus, í duell við Rauf Aliyev og Admir Teli
hjá FK Qarabagh, sum kundi takka sínum máli í Gundadali fyri víðari luttøkuna í kappingini
Mynd: Sofus D. Johannesen