Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 22. juli 2011 · Nr. 84 Sosialurin Ítróttur Kappingin í Shanghai verður avbera hørð vegna kinesiska stór­favorittin Sun Yang, sum liggur til at kunna taka heims­ met í 1500 metra frí­svimj­ing, og vónirnar eru tí fyrst og fremst at klára kravtíð til Olympisku Leik­ir komandi ár, og kanska náa onkra finalu eisini. Kappingin er í Shanghai, sum við sínum umleið 23 milliónum íbúgv­um er næststørsti býur í Kina. Umstøðurnar eru stórs­lig­ nar, eitt nýbygd øki sum umfatar eina multiarena har sjálv svimji­ stevn­an skal vera, eina stóra svimji­høll til vatnpolo, ein risa­ stór­an uttandura vippuhyl, og so synkronsvimjing í arenaini nú inntil svimjistevnan byrjar. Flest allir favorittarnir eru til staðar, íroknað tunesiski Ous­ sama Mellouli sum er heims­ meistari í 1500 frí frá HM í Rom í 2009, og so hesin Sun Yang sum við 14:35.43 í 2010 varð fyrs­ti maður at veruliga hótta heimsmetið hjá avstralska Grant Hackett á 14:34.56 frá 2001. Kinesiski heimsmeistarin Lin Zhang fer ikki at verja sítt gull frá HM í Rom, hóast hann setti heimsmet har við 7:32.12, men tað verður hildið at vera lítil missur fyri Kina, nú tey eiga Sun Yang. Stevnan er fyrsti møguleika at klára offisiella kravtíð til OL í London í 2012, sum í fyrsta lagi er 15:11.83 í 1500 frí, umframt at verða millum tveir teir skjótastu í danska ríkisfelagskapinum. Pál eig­ur norðurlendska metið í 1500 frí, við 14:56.90 frá tá ið hann vann silvur á EM í Budapest í 2010. Møguleikin skuldi tí verið til staðar at klárað tað aftur nú, eisini tí at danska luttøkan er av­ markað til éin luttakara, Mads Glæsner. Við Páli eru Jón Bjarnason venj­ari og Thurid Kjærbo fysio­ tera­peut­ur, umframt Rókur í Jákupsstovu liðleiðari. Jon Hest­ oy er eisini í kinesiska stór­býn­ um, sum dómari í havsvim­j­ing o limur í teknisku nevnd FINA. Pál og Jón hava verið á venj­ing­ arlegu í fyrst Bretlandi og síðani Singa­pore síðani Oyggjaleikir, og Thurid Kjærbo kom so afturat tá ið tað leið nakað í Singapore, með­an Jón og Rókur fóru bein­ leiðis til Shanghai. Innleiðandi kappingarnar hjá Páli verða 800 frí týs­morgun­in 26. juli, og 1500 frí leygar­morg­ un­in 30. juli. Um Pál klárar í finalu, so eru tær kappingarnar ávíka­vist miku­kvøldið 27. juli og sunnu­kvøld­ið 31. juli. Tíðar­ mun­urin er 8 tímar millum Kina og Føroyar, so at innleiðandi rið­lar­nir eru frá klokkan 1 um nátt­ina kvøldið fyri í Føroyum, og finalurnar frá kl 10 um morg­ un­in. Til ber at síggja innleiðandi og finalur á til dømis Eurosport, um­framt møguliga við onkrum offisiell­um live stream á inter­ neti­num úr Kina. Roynt verð­ ur sum frægast at savna øll viðkomandi leinki á www. svimj­ing.com/live, so at til ber hjá føroyingum at fylgja við lut­ tøku­ni hjá Páli. Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason So er tað HM í Shanghai Svimjing Sunnudagin byrjar 14. heims­meistara­stevnan í svimjing á langgeil, har Pál Joensen skal royna seg í 800 og 1500 metra frísvimjing Hilmar Jan Hansen Árliga súkklukappingin, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri og hesa ferð eitur KS Kring Føroyar, byrjar í kvøld við einum 30 kilometra prologi í kvøld klokkan 19, har bæði startur og mál eru við Plantusøluna í Hoydølum. Súkklað verður úr Havn til Kaldbaks og aftur. – Tað hevur ligið í kortunum, at vit í ár bara skuldu hava hetta sum eina einstaklingakapping, men nú tað nærkast, eru fleiri farin at spyrja eftir, um vit ikki kunnu koyra tað sum liðkapping, eins og tey bæði síðstu árini. Tann spurningin mugu vit so taka støðu til í kvøld ella í morgin, sigur Gunnar Dahl-Olsen, sum saman við Sverra Mohr Edvinsson hevur lagt kappingina til rættis hesa ferð. – Vit hava so fingið 21 tilmeldingar, sum er meira enn væntað, tí skotbráið var so stutt. Av hesum eru fýra unglingar og ein kvinna. Vit gleða okkum at koma í gongd og eru spent at royna teinarnar, ið eru øðrvísi enn teir hava verið undanfarnu árini. Tvey umfør sunnudagin Í morgin verður súkklað í Suðuroynni, har rutan tó er broytt í mun til undanfarin ár, og samlaði teinurin er um 70 kilometrar. Startur og mál eru á Effo á Tvøroyri, og súkklað verður av Tvøroyri til Fámjins og síðani um Hovsegg til Lopra, har vent verður og súkklað beina leið aftur á Tvøroyri, eisini tann vegin um Hovsegg. Rutan hjá ungum og motiónistum er ikki so long, tí teir súkkla beinleiðis til Hovs og aftur á Tvøroyri. Sunnudagin verður fyrst fjalla­einkult­startur klokkan 9 um morgunin, tá súkklað verð­ur frá Hotel Føroyum og niðan á Sornfelli, sum er umleið 15 kilometrar. Hetta er ein einkultsstartur, ið tosað hevur verið um í mong ár, men sum nú endiliga verður royndur. Seinni teinurin sunnudagin, sum er umleið 70 kilometrar, byrjar klokkan 16 á Vaglinum í Havn, og síðani verður koyrt norðureftir umvegis Kaldbakstunnilin og so aftur til Havnar eftir Oyggjarvegnum. Í Havn verður koyrt eftir Ringvegnum og síðani R.C. Effersøesgøtu niðan í Gundadal og oman í Áargeil, har koyrt verða seks ferðir rundan um Gundadal, áðrenn endaliga málið er við Effo-støðina har. Tann fyrstu súkklarin kemur væntandi til Havnar umleið klokkan 17.15, og so verður súkklað runt í Havnini í hálvan tíma til trý korter, áðrenn komið verður á mál. Ætlanin er at heiðra vinnararnar umleið klokkan 19. hilmarjan@sosialurin.fo Súkkla avstað í kvøld Súkkling KS Kring Føroyar fer av bakkastokki í kvøld og fevnir um fýra teinar, áðrenn vinnarin er funnin sunnukvøldið. Enn er ikki greitt, um talan verður um liðkapping ella bara einstaklingakapping Eftir dystin í gjárkvøldið kundi Heð­in Askham bara staðfesta, at hann hevði sæð sínar menn spælt upp til sítt allarbesta annan dystin á rað, men at tað tíverri ikki rakk allan vegin, sjálvt um møguleikin í veruleikanum var har – og EB/ Streym­ur bara var minuttir og milli­metr­ar frá at vinna seg víðari. – Sum sagt, so gjørdu allir sítt alla­r­besta, men burtur úr rúgvuni má eg nevna Sorin Anghel, sum aftur hesa ferð var í serflokki, sum hann eisini hevur verið tað síðstu mánaðirnar, sigur venjarin, ið heldur, at hesir báðir dystirnir í Europa League hava givið gott við­ føri at hava við sær, nú krevjandi dyst­ir standa fyri framman í heim­ ligu kappingunum. – Vit skulu spæla steypafinalu og bjóða av í landskappingini, og til tær avbjóðingarnar hava vit sjálv­ andi nakað at taka við okkum burt­ ur úr hesum. Eisini stendur eftir, at EB/ Streym­ur veruliga setti trumfin á besta føroyska summarið nakran­ tíð í europeiskum fótbólti, tí før­ oys­ku liðini tilsamans megnaðu fýra javnleikir. EB/Streymur eigur tveir av teimum í hesum báðum dystu­num ímóti FK Qarabagh, NSÍ ein ímóti Fulham og HB ein ímóti Mal­mö FF, og tað kundi meiri enn so hent seg, at alt hetta munar eitt sind­ur, tá lutakast verður til kapp­ ing­arnar næstu ferð. hilmarjan@sosialurin.fo MANNINGIN Liðið hjá EB/Streymi, sum byrjaði dystin í gjárkvøldið, er her avmyndað undan dystinum. Aftara raðið frá vinstru: Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel og Marni Djurhuus. Fremra raðið frá vinstru: Alex José dos Santos, Daniel Udsen, Leif Niclasen, René Tórgarð, Hans Pauli Samuelsen og Pauli G. Hansen Mynd: Sofus D. Johannesen HM