Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 4 samrøða Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hann tosar opið og frá hjartanum. Eing­in spurningur tykist koma óvart á hann, og hann hevur týðiliga hugsað nógv um sína støðu sum pápi at einum sam­kyndum ungum manni. - Vit høvdu nokk varhuga av tí. Høgni hevði nógv vinfólk - bæði dreing­ir og gentur - men tá tey byrjaðu at fjasast við hitt kynið í 6. og 7. flokki, hendi ongantíð nakað hjá Høgna, sigur Evald Rasmussen, sum er pápi 18 ára gamla Høgna, ið fyri umleið trimum árum síðani spretti sum samkyndur. - Høgni fekk eisini fleiri spurningar, um hann nú mundi hava funnið sær eina fitta unnustu. Men hann dugdi al­ tíð væl at svara uttanum, so tey góvust at spyrja. Evald minnist tó, at hann tosaði við konu­na um tað, meðan Høgni fram­ vegis var heilt ungur. - Hann var altíð øðrvísi enn hini børn­ini onkursvegna. So vit tosaðu um, at tað kanska kundi vera ein møguleiki, at honum als ikki dámdi gentur. Men tað kundi jú sjálvandi eisini bara vera tað, at hann ikki hevði funnið røttu gentuna enn. Macho-fjas Evald minnist væl løtuna, tá ið sonurin kom at siga honum, at hann var sam­ kynd­ur. Høgni var tá bert 16 ára gamal, og hann tosaði fyrst við mammu sína og kom síðani til Evald. - Tað var helst torført hjá honum at for­telja tað. Og eg haldi, at hann nokk var eitt sindur nervøsur. Men hann dug­di sera væl at greiða frá síni støðu, og eg varð hvørki skelkaður ella illur. Hann er, sum hann er, og hann er sonur mín uttan mun til hvat. Evald greiðir frá, at nógv hava spurt Høgna, hvussu pápin reageraði. - Tað er eingin, sum spyr, hvussu mamm­an reageraði. Tað er nokk okkurt macho-fjas, sum ger, at fólk hugsa nógv meiri um pápan og hansara reaktión, tá sonurin er samkyndur. Men eg havi ongan­tíð havt nakran trupulleika við tí. Held­ur ikki í tí løtuni, tá ið hann segði mær tað, slær Evald fast. Hann vísir á, at seksualiteturin jú er ein so sera lítil partur av tí, sum Høgni er. Hann er so ótrúliga nógv annað enn bara samkyndur. Hann hevur nógvar góð­ar eginleikar og góð evni innan bæði ítrótt, arbeiði og skúla. - Tey samkyndu eru júst sum øll onn­ur. Tey hava bara eitt lítið frávik, og man sigur jú, at tað eru eini 5-10 pro­sent av fólkinum, sum eru samkynd. So tað er heldur ikki so sjáldsamt, sum vit ofta halda. Evald viðgongur tó, at hann í fyrstu­ ni hugsaði um, hvørt Høgni bara mundi vera ivandi, og um tað kanska mundi vera tað, at hann ikki hevði møtt røttu gentu­ni enn. Men Høgni var sera av­ gjørd­ur. - Høgni er soleiðis, at um hann tekur eina avgerð, so er tað tí, at hann veruliga meinar tað. Hann er umhugsin og skilagóður, og eg visti eisini við mær sjálvum, at hetta ikki var nakað, hann knapp­liga hevði funnið uppá. - Bæði eg og mamman høvdu var­ hug­an av, at hetta fór at koma. Tað kann tí vera, at Høgni, antin tilvitað ella ótilvitað, hevur sent okkum tekin um tað, uttan tó beinleiðis at siga nak­ að. Fyrsta reaktiónin hjá Evaldi var, at hann gjørdist stúrin um framtíðina hjá Høgna. - Spurningarnir mólu í høvdinum, og eg hugsaði um, hvussu lívið mundi fara at laga seg fyri hann. Eg hevði jú hoyrt so nógv um, at samkynd fólk rýma av landinum, og at Føroyar ikki eru eitt gott land hjá samkyndum at búgva í. Og so minnist eg alt rokið sum var um § 266b. So mínir allarfyrstu tank­ar snúðu seg um framtíðarútlitini hjá Høgna. Føroyar ikki homofobiskar Evald fann tó skjótt útav, at ótti hansara var ógrundaður. - Eg segði við Høgna, at hann nú fór at finna útav, hvørjir hansara veruligu vin­ir vóru. Og tað vísti seg, at ikki ein tann einasti vinur, familjulimur ella nak­ar annar vendi honum ella okkum bakið. Evald var somuleiðis eitt sindur iva­sam­ur um, hvussu móttøkan av tíð­ ind­un­um fór at vera í samkomuni, har Høg­ni gongur. Tað hava jú verið nøkur, sum við Bíbliuni í hond hava niðurgjørt tey samkyndu. Men eisini har var allur ivi gjørdur til skammar. - Ungfólk eru bæði opin og tolerant, og tey góðtaka hann, júst sum hann er. Men eg trúgvi eisini, at tað hevur hjálpt væl, at Høgni hevur verið so opin, sum hann hevur verið. Tá alt er fram­mi í ljósinum, er tað nógv lættari at fyrihalda seg til. Hann greiðir frá, at Høgni leingi bað um, at hetta okið skuldi verða tik­ ið frá honum. Men tá støðan bleiv við at vera tað sama, hugsaði hann við sær, at Várharra mundi hava talað. Av tí, at einki broyttist, mátti svarið frá Vár­ harra vera, at Høgni er júst, sum hann skal vera. Evald greiðir frá, at tá hann var ung­ur, var hetta evnið púrasta tabu, og hann visti einki um samkynd fólk. - At koma til Havnar úr Suðuroynni og hitta Rólant Samuelsen var eitt upp­ livilsi, tí í Suðuroynni vóru eingi fólk, sum vóru opin um, at tey vóru sam­ kynd. Tey flestu mundu helst undir­ trykkja tað - ella rýmdu tey av landi­ num. - Men tað, at fleiri samkyndir før­ oyingar í seinastuni hava traðkað al­ ment fram og staðið við tað, tey eru, hevur broytt nógv í Føroyum. Og føroyingar eru als ikki so homofobiskir, sum orðið vil vera við. Alt tað yngra ættar­liðið góðtekur tað uttan at blunka. - Síðani Høgni steig fram sum sam­ kyndur, er tað meiri enn so komið fyri, at onnur foreldur hava ringt til okkara og spurt um ráð, tí tey hava illgruna um, at barn teirra er samkynt. Tá hava vit sagt, at tað bara er eitt at gera, og tað er at góðtaka barnið, sum tað er. Hvør er orsøkin? - Fólk kjakast um, hvørt tað er arvur, um­hvørvi ella um tað kanska er ein móta­dilla, tá fólk eru samkynd. Men eg eri sannførdur um, at Høgni er føddur so­lei­ð­is. Hann hevur altíð verið øðrvísi. Hann hevur verið stillførur, lítillátin og - Tá sonurin fortaldi mær, at hann var samkyndur, stúrdi eg fyri, hvussu lív hansara mundi fara at laga seg. Eg kendi jú lítið til samkynda umhvørvið í Føroyum og hugsaði mest um rokið, sum var um § 266b. Soleiðis sigur Evald Rasmussen, pápi 18 ára gamla Høgna Prát Tá sonurin ynskir sær ein sjeik