fríggjadagur 22. juli 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
5
sera umhugsin. Hann hevur varnast, tá
mamman hevur verið til frisør - eisini
tá eg als ikki havi gáað um tað - sigur
Evald smílandi og heldur fram - Høgni
hevur altíð staðið við sítt, og bæði
lærarar og ítróttarvenjarar hava altíð
vitað, júst hvar teir høvdu Høgna.
Evald greiðir frá, at onkur onkuntíð
hevur róð framundir, at Høgni kanska
ikki átti at sloppið at verið so stillførur,
sum hann altíð hevur verið. Um hann
varð noyddur at rokast meiri, so kanska
hann ikki hevði verið samkyndur í dag.
Men tað heldur Evald vera fjas.
- Vit hava eina dóttur, sum er upp
drigin á júst sama hátt sum Høgni.
Hóast tað, so hevur hon altíð verið
beint øvugt av honum; bæði meiri
rokalig og meiri vill í tí. Men hon er
ikki vorðin samkynd, hóast hon hevur
smíðað ístaðin fyri at spæla gentuspøl.
Tað hevur einki við uppaling at gera,
tí lyndið í fólki er so ymiskt, og tey eru
fødd, sum tey eru.
Tveir versynir
Evald sigur, at tey onkuntíð plaga at
flenna at, at tey fara at fáa tveir versynir
heldur enn eina verdóttur og ein verson.
- Høgni hevur enn ikki presenterað
nakran sjeik her heima, men eg havi gjørt
mær greitt, at tann dagurin fer at koma.
Og tað havi eg tað fínt við, sigur Evald.
- Heima eru vit púra opin um tað,
og vit kunnu gott skemta við tí og gera
vittigheitir. Men eg merki væl, at eg eri
skjótur upp á barrikadurnar, um eg eri úti,
og fólk skemta við teimum samkyndu.
- Tað koma onkuntíð onkrar plattar
vittigheitir, og tað leggi eg ikki so nógv
í, men tá eg merki, at tað liggur ein ávís
ur álvari handan skemtið, tá reageri eg á
ein heilt annan hátt, enn eg gjørdi fyrr,
viðgongur Evald.
Hann hugsar seg um eina løtu og sigur
so, at hóast tey skemta við, at hann fer
at fáa tveir versynir og onga verdóttir, so
hevur hann eisini gjørt sær álvarsamar
tankar um tað.
- Tá man hugsar um eitt brúðarpar,
so eru tað ein kvinna og ein maður, sum
ganga upp eftir kirkjugólvinum. Dóttir
mín skal giftast skjótt, og eg veit, at Høgni
ikki kann gera sama túrin efir kirkju
gólvinum, sum støðan er í dag.
- Eg havi eisini verið keddur um, at
hann ikki fer at fáa børn. Hjá kvinnunum
er tað lættari, men tveir menn hava eyð
sæð nógv verri møguleika at fáa børn.
Men nú eri eg farin at venda tí við og
hugsa: »Hví skal hann ikki kunna fáa
børn?«.
- Tað eru jú bæði einligar mammur og
einligir pápar, og sum eg dugi at síggja,
so er tað ikki neyðturviliga betri at hava
tvey foreldur heldur enn eitt. Eg vænti,
at hetta fer at koma í rættlag. Bæði, at
tey samkyndu fara at kunna gifta seg í
kirkjuni, og at tey fara at kunna ættleiða.
Enn eru nøkur religiøs fragment, sum eru
ímóti, men tey allarflestu góðtaka tað.
Og ungdómurin er ótrúliga tollyntur. So
tað er helst bara ein spurningur um tíð,
heldur Evald, sum tí er sannførdur um,
at framtíðarútlitini hjá soninum síggja
bjørt út. Eisini um hann velur at búgva í
Føroyum alt lívið.
Fakta
Navn: Evald Rasmussen
Aldur: 54 ár
Giftur: Jean Minné
Bústaður: Hoyvík
Børn: Vanja 21 ár og Høgni, sum verður 19 í næstum
Starv: Lærari í Eysturskúlanum
Navn: Høgni Minné
Størv: Skrivstovufólk hjá Smyril Line, skrivar fyri
Røddin.fo, skrivari í LGBT
Kunngjørdi sum 16 ára gamal, at hann var samkyndur
LGBT Føroyar ,er felagið fyri samkynd, tvíkynd og
transpersónar í Føroyum.
Slagorðið hjá nýstovnaða felagsskapinum er: Vit eru
her! Vit hava altíð verið her. Vit fara altíð at vera.
Felagið hevur eina ráðgeving, sum tú kanst ringja,
kjatta ella skriva til, og tær nýtist ikki at upplýsa, hvør
tú ert. Eitt av komandi tiltøkunum er Føroya Pride,
sum felagið skipar fyri 27. juli komandi ár.
Felagið arbeiðir fyri at betra um umstøðunar hjá
samkyndum, tvíkyndum og transpersónum í Føroyum,
og at bøta um teir mismunirnar, sum framvegis eru.
mynd: Álvur Haraldsen
Sonurin Høgni í lýsing hjá LGBT