fríggjadagur 22. juli 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
6
valevni
Uni Holm Johannesen
Nú vil hann sita hinumegin borðið.
Hann hevur verið fjølmiðlamaður
seinastu 29 árini, og Sambandsflokkurin
boðaði frá fyri tveimum vikum síðani,
at Jústinus Eidesgaard bjóðar seg fram
fyri flokkin.
Aðalmálið er flogferðaseðlarnir
millum Føroyar og Danmark. Hann
tvíheldur um, at føroyingar hava rætt
at ferðast fyri bíligari pening. Jústinus
Eidesgaard saknar, at tingfólk taka
sítt starv í álvara. Hann væntar, at
føroyingar fara skjótt at gevast at drepa
grind, og hann heldur, at landsstýrið
skal gera enn eina íløgu í Smyril Line.
Tú var sosialistur sum ungur.
Hví bjóðar tú teg fram
fyri Sambandsflokkin?
- Eg hoyri til tað reyða ættaliðið av
føroyingum, sum fekk skegg á høkuna
beint aftan á ungdómsuppreisturin
seinast í sekstiárunum, men sum
fullkomiliga misti sín politiska samleika
20 ár seinni, tá ið kommunisman og
partvíst sosialisman prógvaðu sítt
dugnaloysi sum búskaparskipan,
og Berlinmúrin fall í 1989. Í 1990
var eg eitt heilt summar og vitjaði
í kommunistiska landið Kuba.
Heimafturkomin segði eg, sannførdur
av sonnum, vinstravonginum farvæl.
Er tað ráðiligt, at journalistar, sum
hava víst sín politiska lit, halda fram í
sínum starvi sum fjølmiðlamenn?
- Vit, sum eru útbúnir journalistar á
teimum góðkendu journalistskúlunum
í Norðanlondum, hava lært eitt fak, har
vit halda okkara egnu meining burtur
frá tí máli, vit viðgera. Eg havi verið
útbúgvin journalistur í 29 ár, og tað er
ongin í Føroyum, sum hevur ánað, at eg
kundi stilla upp fyri Sambandsflokkin.
Eg havi ongantíð meldað alment
út, hvar eg standi politiskt. Tá ið
mítt politiska ævintýr er av, havi eg
framvegis mítt journalistiska fak at
venda aftur til. Tá eri eg ikki longur
politikkari, men aftur journalistur, og
har eru krøvini um at vera sakligur
og at stremba eftir at vera óheftur,
framvegis gandandi. Eingin kann
vera fullkomiliga óheftur. Bara við at
viðgera eitt evni, er eitt persónligt val.
Hvat er ein føroyingur?
- Ein føroyingur er eisini ein og hvør,
sum vil búgva í Føroyum og vil
integrera seg í føroyska samfelagið..
Tað eru ikki genini, sum eru avgerandi.
Hygg bara at USA, har eru fólk úr
øllum heiminum amerikanarar. Fyri
meg hevur størri týdning at kenna
mín samleika sum menniskja enn sum
føroying, og tí eri eg sambandsmaður.
Hvat saknar tú mest av øllum
í føroyskum politikki?
- Eg sakni, at tingmenn taka arbeiðið
í álvara og gera tingið til eitt virðiligt
arbeiðspláss. Tað eigur at verða stór tign
at vera lógarsmiður. At tingmenn hava
sín egna integritet sum heil menniskju
og ikki altíð krúpa fyri áhugabólkum,
sum hótta við atkvøðuni til komandi
val og trýsta. Tað kann ikki verða rætt,
at meinigheitsráð, elstaráð og aðrir
áhugabólkar í samfelagnum, eitt nú
persónlig áhugamál í vinnuni, stýra
lógarsmíðinum. Ein løgtingsmaður má
vera eitt mannfólk við stórum M, og
ein løgtingskvinna ein ordiliga sterk
kvinna.
Eitt av tínum aðalmálum
er, at flogferðaseðlarnir
millum Føroyar og Danmark
verða bíligari. Hvussu
fremur tú tað í verki?
- Okkara loftvegis ferðasamband út í
heim er ein spurningur um framskygni
føroyinga, um at sleppa gomlum
fordómum og at tora at hugsa heilt
av nýggjum. Hvussu vit enn venda
og snara verandi støðu, er tað ikki
rætt, at ein ferðaseðil aftur og fram
millum Føroyar og ríkishøvuðstaðin
Keypmannahavn í meðal liggur um
4000 krónur. Tað rindi eg fyri at fara
niður ólavsøkudag og koma heim
aftur 11. august. Hevði eg verið í
Keypmannahavn hetta tíðarskeið og
heldur fór til Tromsø við Norwegian,
hevði sama ferð kostað mær 2200
krónur. Av hesum eru 800 krónur
avgjøld, og teinurin er 800 kilometur
longri. Tað eru 1350 kilometrar til
Føroyar og 1700 til Tromsø.
Tað eru tveir mátar at lækka
ferðaseðlaprísin. Annar er ikki so
virðiligur og heldur eingin gongd leið.
Vit lata flogferðsluna ganga sum hon
ger, halda fast við monopolstøðuna,
yvirtaka privata partin í Atlantic
Airways, og landskassin ber hallið av,
at ferðaseðlaprísirnir verða lækkaðir ið
hvussu er niður í eina helvt.
Hin mátin er, og honum eiga vit
at fylgja: vit gera eina íløgu í ein
nýggjan, dagførdan flogvøll, sum
uttan trupulleikar kann taka móti
flogførunum hjá lagprísflogfeløgunum
úti í Evropa, Norwegian og Ryan
Air, og vit gerast ein partur av teirra
rutuneti. Norwegian flutti 1,5 milliónir
ferðafólk í fjør, 200.000 fóru um okkara
flogvøll, men lágprísflogfeløgini hava
áhuga fyri okkum.
Vit
gera
longu
nú
eina
kostnaðarmikla og fullkomiliga
ótíðarhóskandi útbygging í Vágum við
eini lendingarbreyt upp á 1799 metrar,
og hon fer í mong ár at skilja okkum
frá framtíðini við 400 metrum. Tey
nýggju og umhvørvisvinarligu Boeing
737-800 hjá Norwegian krevja ein vøll,
sum er 2200 metrar langur og munandi
breiðari, enn neyðloysnin í Vágum.
Ein nýggjur flogvøllur er ein íløga
eini 50-60 ár fram í tíðina. Hon er
dýr, og hon er fullkomiliga avgerandi
fyri menningina av Føroyum. Eg skal
ikki taka støðu til, hvar ein slíkur
flogvøllur skal liggja, til tað hava vit
serfrøðingar, sum duga at skyna á. Og
vánaligar flogvallarumstøður mugu
ikki avbyrgja Føroyar frá at gerast ein
partur av lágprísflúgving, sum breiðir
seg við ferð úti í heimi og sum førir
trivnað og menning við sær. Ein og
hvør føroyingur í okkara avbyrgda
landi hevur rætt til at ferðast nakrar
ferðir uttanlands um árið, uttan at
mappan verður tynri av teirri orsøk.
Hetta er ikki eitt álop á starvsfólkini á
Atlantic Airways. Teirra uppgáva er at
vinna nógvar pengar til eigararnar, sum
í størsta mun er skattgjaldarin, við at
leggja dýra ferðakostnaðin á júst sama
skattgjaldara.
Supputerningurin ella estraktið av
hesum er, at flogvøllurin ongantið
eigur at avbyrgja okkum frá
heimssamfelagnum, og tí mugu vit
hugsa stórt.
Hví skulu vit gevast
at drepa grind?
- Eg havi verið íðin grindamaður, og
mær dámar væl grind. Og hinvegin eri
eg vorðin meira bleytur við árunum og
eti ikki annan mat enn grind, sum eg
veit er eitraður. Vit missa nakað av
smakki og matuppliving við at gevast
at drepa grind, og vit fáa eina ríkari
náttúru í staðin, har vit í framtiðini
fara at síggja grind svimja millum
oyggjarnar, uttan at ein floti av
blóðtystum bátum jagstra hana.
Eg haldi, at tað er betri, um ynskið
um at gevast við at drepa grind kom
innan úr okkum, enn at tað verður
trýst niður yvir okkum. Eg kundi eitt
nú ongantíð hugsað mær at goldið fyri
at sloppið at sæð tarvadyst, og hann
verður bannaður í eitt nú Katalonia
í Spania næsta ár. Tað er eitt rák í
heiminum, at djór hava virði í sær
sjálvum, og ikki bara sum matur, og vit
fara at fylgja hesum ráki í framtíðini,
um vit vilja tað ella ikki.
Tú hevur verið
tíðindamaður í nógv ár.
Hvørji skotsmál gevur tú
føroyskum fjølmiðlum?
- Sum garantur fyri fólkaræðinum
hava vit brúk fyri einum sterkum
almennum miðli, Kringvarpinum
Tað er ikki rætt, at Kringvarpið skal
vera bundið av lýsingarinntøkum frá
okkara handilslívi. Tað er illgrunavert,
at politikarar hava verið so kargir við
Kringvarpið. Fyri mær sær tað út til, at
teir ikki vilja hava ein sterkan óheftan
miðil, sum kann hava eftirlit við teirra
arbeiði, og tað er ein beinleiðis hóttan
móti fólkaræðinum, sum politikkarar
ganga á odda fyri. Alt politiskt
arbeiði eigur at vera fullkomiliga
gjøgnumskygt.
Hinvegin er tað skeivt, at ein
almennur stovnur, sum krevur lurtara-
Vit hava rætt til a
- Vánaligar flogvallarumstøður mugu ikki avbyrgja Føroyar frá at
gerast ein partur av lágprísflúgving, sum breiðir seg við ferð úti í
heimi, og sum førir trivnað og menning við sær. Ein og hvør føroyingur
í okkara avbyrgda landi hevur rætt til at ferðast nakrar ferðir
uttanlands um árið, uttan at mappan verður tynri av teirri orsøk,
sigur Jústinus Eidesgaard, sum bjóðar seg fram fyri Sambandsflokkin
At ungdómurin ikki flytur aftur til landið eftir
loknan lestur er eitt rák kring allan heim. Helvtin
av ungdóminum á Bornholm kemur ikki aftur til oynna.
Og uppskriftin hjá okkum er tann sama. Vit mugu
uppstiga okkara samfelag, so tað er eitt alternativ til
okkara grannalond.