fríggjadagur 22. juli 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
7
og hyggjaragjaldið inn við lóg og
panting beinleiðis skal kappast við
privatu lýsingarkrónurnar, tí trúvirðið
á stovninum minkar, um hann er
bundin av peningi frá privatu vinnuni.
Lat bløðini og privatar miðlar eiga
lýsingarinntøkurnar í tí privata.
Smyril Line hevur boðað
frá, at felagið hevur tørv
á meiri peningi. Hví skal
landsstýrið seta meiri
pening í Smyril Line?
- Tað hevur verið jammur og grenj
í sambandi við ferðafólkasiglingina
millum Føroyar og Danmark, síðan
DFDS gavst at sigla fyri mongum árum
síðani. Eitt liberalt sinnalag vil helst
ikki stuðla tí, sum ikki kann standa,
men eins og við okkara loftvegis
sambandi út í heim, førir Norrøna
eina rúgvu av ferðafólki til Føroya, sum
okkara ferðavinna vinnur uppá, og tí er
tað ikki rætt at steðga Norrønu við at
gevast við at hjálpa henni fíggjarliga.
Fólkafráflyting er ein
stórur trupulleiki. Skulu
vit forða ungum at fara
uttanlands at lesa?
- At ungdómurin ikki flytur aftur
til landið eftir loknan lestur, er eitt
rák kring allan heim og avgjørt ikki
serføroyskt. Helvtin av ungdóminum
av Bornholm kemur ikki aftur til
oynna. Og uppskriftin hjá okkum er
tann sama. Vit mugu uppstiga okkara
samfelag, so tað er eitt alternativ til
okkara grannalond. Og her kemur
aftur loftvegis sambandið inn í
myndina. Fáa vit fíggarligu forðingina
burtur loftvegis, kunnu fólk ferðast
so ofta tey vilja. Tá fer at bera til hjá
starvsfólki at pendla millum Føroyar og
umheimin, eins og vit síggja í okkara
grannalondum, og tað fer at gera, at
fólk støðast. Tað er frástøðan, og harvið
seinkaða menningin, sum forðar fyri
menning av føroyska samfelagnum.
Hvør er tín politiska
fyrimynd?
- Mín størsta politiska fyrimynd er
stóra indiska sálin, Mahatma Gandhi,
sum varð føddur 1869, og varð skotin
í 1948. Hann prógvaði, at tað ber til at
røkka málinum á friðarligan hátt. Hann
var ein framúr politikkari og djúpt
andaligur. Fyri at fáa frið í sálina hevði
hann sær fyri, at hvønn mánadag, frá
klokkan átta á morgni og til klokkan
átta á kvøldi, segði hann ikki eitt orð
við nakran. Kanska kundu vit lært eitt
sindur av tí. Og hetta gjørdi hann í
mong ár. Aðrir stórir leiðarar í nýggjari
tíð eru Ronald Reagan í USA, sum á
friðarligan hátt feldi Berlinmúrin, og
Lee Kuan Yew í Singapore, sum við
visiónum flutti Singapore úr triðja
heiminum og inn í fyrsta eftir einans
40 árum.
NÆSTUFERÐ:
RANI A. SKAALUM, MIÐFLOKKURIN
t ferðast bíligari
Sum garantur fyri fólkaræðinum hava vit
brúk fyri einum sterkum almennum miðli,
Kringvarpinum. Tað er ikki rætt, at Kringvarpið skal vera
bundið av lýsingarinntøkum frá okkara handilslívi. Tað
er undrunarvert, at politikkarar hava verið so kargir við
Kringvarpið. Fyri mær sær tað út til, at teir ikki vilja hava
ein sterkan óheftan miðil, sum kann hava eftirlit við
teirra arbeiði, og tað er ein hóttan móti fólkaræðinum.
Fakta:
Navn: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Aldur: 53
Yrki: Journalistur og rithøvundur
Fyrrverandi yrki: Journalistur, í starvi hjá
sjómanskirkjuni, umframt at hava skrivað bøkur
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Danmarks Journalisthøjskole í 1982
Eg hoyri til tað reyða ættaliðið av føroyngum,
sum fekk skegg á høkuna beint aftan á
ungdómsuppreisturin seinast í sekstiárunum,
men sum fullkomiliga misti sín politiska
samleika, tá ið kommunisman og partvíst
sosialisman prógvaðu sítt dugnaloysi
sum búskaparskipan, og Berlinmúrurin
fall í 1989, sigur Jústinus Eidesgaard