Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 8 páll finnur páll Eyðun Klakstein Myndir: Álvur Haraldsen - Bið myndamannin lata seg úr skónum. Páll Oddur Rubeksen, ein av odda­ monnunum í tónleikabólkinum Páll Finn­ur Páll, gevur boð úr kon­trol­rúmi­ num til Útvarpshøllina. Í høllini ger ein av best umtóktu bólku­num í landinum í løtuni upptøkur til nýggja fløgu, og tað kann hoyrast á upp­tøku­num, um onkur gongur í skóm inni í høllini. Sosialurin hevur lagt leiðina fram­ við fyri at taka nakrar myndir og lodda dýp­ið – og fotografurin fer úr skónum. Tað fara allir tónleikararnir í Páll Finn­ ur Páll eisini, eftir at Páll Oddur hevur róð fram undir tað. Meira um seg sjálvar Teir seks tónleikararnir í Páll Finnur Páll hava seinastu tíðina arbeitt við sang­um til nýggja fløgu. Teir hava ver­ ið á venjingarlegu og lagt sangirnar til rættis, og nú verða upptøkur gjørdar í Útvarps­høllini í Sortudíki, har Gunnar Gutte­sen stílar fyri. Lagið er gott millum tónleikararnir, og teir tykjast ídnir at fáa grundina til nýgg­j­u sangirnar í kassan. - Eg renni og eg renni runt um meg sjálvan, byrjar ein av nýggju sang­un­ um, sum Finnur Jensen syngur. Teir vilja verða við, at teir nú syngja eitt sindur meira um seg sjálvar, enn teir áður hava gjørt, og sangirnir verða ikki so forherðaðir, sum teir onkuntíð hav­a verið – uttan at taka skal verða nak­ar mótsetningur í sær sjálvum. Ætlanin er, at nýggja fløgan skal koma út seinni í ár, og teir í bólkinum kundu í løtuni hugsa sær, at útgávan varð 11. november – 11/11-11. Runt um seg sjálvar Páll Finnur Páll sita í hesum døgum í rundingi í Útvarpshøllini og innspæla nýggjar sangir, sum snúgva seg eitt sindur meira um teir sjálvar. Umboðini hjá Sosialinum máttu úr skónum, tá ið vit fóru á vitjan Páll Oddur Rubeksen í kontrolrúminum, har tónleikurin verður tikin upp Finnur Jensen verður interviewaður til sending á Rás2 Ísak Sambleben spælir bass