Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 10 Ferðafrásøgn Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com - Um hetta landið verður muslimskt burturav, eru vit fucked! Tað er leygarkvøld, og vit eru júst komnir til høvuðsstaðin í Libanon, Beirut. Tjúkki tubbaksroykurin hongur um alt rúmið, og Eileen situr í einum trongum króki í eini lítlari downtown barr og tosar um politikk. Hon hoyrir til tann triðingin av libanesiska fólkinum, sum eru kristin. - Víðgongdu shia-muslimarnir taka spakuliga ræðið, og øll tey moderatu, bæði kristin og muslimar, geva eftir, sigur hon álvarsom og guvar sigarettina. Summi kalla tað pubcrawling, onnur kalla tað antropologiskt research, men longur niðri í býnum, í einum “posh” náttklubba undir opnum himni á takinum á einum skýskavara, situr Heba og drekkur Rosé vín. Ein vøkur og serstakliga lætt ílatin, men alt ov smurd sunnimuslimsk kvinna. - Libanon anno 2011 er ein valdsdystur ímillum okkum frælslyntu og tey, sum vilja umbroyta hetta landið til eitt islamiskt diktatur eftir iranskum ayatollah-leisti, sigur Heba, sum sjálv hevur arbeitt fyri ST í Irak. ”Paris of the Middle East” Libanon er eitt multietniskt og multireligiøst land við einans fýra milliónum íbúgvum, sum hevur verið plágað av sekteriskum borgarakríggi frá 1975 til 1990. Ein triðingur eru kristin, ein triðingur eru shia-muslimar, ein triðingur eru sunni-muslimar, og tilsamans átjan skrásettir trúarbólkar hava skrætt landið sundur. Men tað er trupult at fáa eyga iranskar tilstandir í modernaða miðbýnum í Beirut. Tann mest frælslynti og opni høvuðsstaðurin í øllum tí arabiska heiminum við einum yðjandi náttarlívi og hópin av kafeum, matstovum, universitetum, bókasøvnum, barrum og mentanarligum virksemi. “The Paris of the Middle East” var eyknevnið hjá Beirut, áðrenn borgarakríggið umbroytti býin til ein blóðugan vígvøll. Síðani friðaravtaluna í 1990 hevur fyrrverandi forsetin og multimilliarderurin Rafik Hariri bygt miðbýin upp aftur, men ein skal ikki langt út um miðbýin fyri at kenna tað fátæksliga og siðbundna miðeystur aftur. Burkaklæddar kvinnur, eitt niðurslitið infrakervið og ljótir, illa farnir bygningar. Guds flokkur Og tað er eingin ivi um, hvør fíggindin hjá áðurnevndu kvinnunum er. Og hvør fíggindin hjá øllum frælslyntum borgarum í hesum landinum er: Hizbollah, sum á arabiskum merkir “Guds f lokkur” (Hizb´allah). Ein militantur, shia-muslimskur felagsskapur, sum hevur valdið í øllum Suðurlibanon. Ein statur í statinum, sum grundar sína tilveru á stríðið ímóti fíggindanum fyri sunnan, Ísrael, og sum fær fíggjarligan stuðul frá grannalondunum Iran og Sýria. Eftir fyrsta vikuskiftið í Libanon fara eg og mín lagsbróðir, Jan Lamhauge, suður ímóti ísraelska markinum at vitja Hizbollah. Og jú longur suður vit koma, jú fleiri gerast plakatirnar av iranska statsleiðaranum Ayatollah Khomeini, Hizbollah-leiðaranum Hassan Nasrallah og øðrum shia-muslimskum leiðarum. Eftir 2-3 tímar koma vit til søguligu háborgina hjá Hizbollah, Mlita, tætt við ísraelska markið. - Hvat høvdu tit gjørt, um onkur breyt inn í tykkara hús við vápnum? Høvdu tit kanska ikki svarað aftur?, spyr ungi maðurin, sum vísir okkum staðið. Hann sipar sjálvandi til Ísrael, sum hersetti Libanon í 1982. Felagsskapurin varð stovnaður við endamálinum at reka “teir óndu zionistarnar” úr landinum. Í 2000 fóru teir seinastu ísraelsku hermenninir úr Libanon, og felagsskapurin fekk kultstatus millum víðgongdar muslimar um allan heim. Í 2006 brast aftur kríggj á millum partarnar, sum vardi í 36 dagar. 1200 sivilir libanesar doyðu, og kríggið var ein vanlukka fyri Ísrael, tí endamálið var at knúsa væl vandu guerilla-herdeildirnar hjá Hizbollah. Tað eydnaðist undir ongum umstøðum, og eitt nýtt kríggj er als ikki ósannlíkt. - Eg sat í mínum lítla heimi í Suðurbeirut við trimum børnum, tá bumburnar fullu og bygningarnir rapaðu kring okkum. Men vit fóru ongan veg. Hvar skuldi eg fara?, spyr okkara hýruvognsførari, sum eftir øllum at døma heldur nógv av Hizbollah. Hvør drap forsetan? Eftir einari viku í Libanon kyknar enn ein stjórnarkreppa. - Tann størsta kreppan síðani okkara seinastu kreppu, flennur legendariski bretski miðeystur-korrespondenturin, Robert Fisk, sum vit hava samrøðu við í hansara heimi á eini hvítari altan framvið strondini í Beirut. Maðurin er sjey ferðir kosin “International Journalist of the Year”, og hann er tann einasti journalisturin í heiminum, sum hevur gjørt samrøðu við Osama bin Laden - andlit til andlits tríggjar ferðir. Kreppan snýr seg um fyrrverandi forsetan, Rafik Hariri, sum varð dripin av eini bilbumbu í miðbýnum í Beirut í 2005, og sum drap 21 onnur menniskju. Robert Fisk var á staðnum tveir minuttir eftir spreingingina og sá brenda líkið hjá Hariri við egnum eygum. Eftir seks ára kanningararbeiðið er eitt altjóða ST-tribunal nú komið til ta niðurstøðu, at fýra Hizbollah-limir framdu drápið. Sex, kríggj og rock´n roll Militantir islamistar. Frælslyntir ungdómar. Víðagitnir journalistar. Og klókir professarar. Heini í Skorini og Jan Lamhauge hava hitt høg og lág á ferð í Libanon í Miðeystri. Landsins blóðuga fortíð spøkir framvegis, og óttin fyri nýggjum ófriði prutlar undir lokinum Vinstrumegin er fyrrverandi forsetin, Rafik Hariri, sum varð myrdur í 2005 av... manninum høgrumegin? Hassan Nasrallah er leiðarin hjá militanta felagsskapinum Hizbollah, sum ST júst hevur ákært fyri drápið