fríggjadagur 22. juli 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
11
Nýggja libanesiska stjórnin er m.a.
mannað við Hizbollah-limum, og í
parlamentinum er tann Hariri-loyala
andstøðan í øðini um, at Libanon ikki
livir upp til altjóða krøv og handtekur
menninar. Miðlarnir skriva um, at
sekterisku ósemjurnar aftur loga, og
óttin fyri nýggjum ófriði – um ikki
einum borgarakríggi – er vaksandi.
- Teir fýra verða ongantíð
handtiknir og eru allarhelst longu í
Iran, sigur Patrick Gayle, ein ungur og
kekkaður bretskur journalistur, sum vit
hitta á eini lítlari kafe. Gayle hyggur
fjálturstungin kring seg, meðan hann
tosar, og tá hann kemur til sínar egnu
meiningar um, hvør drap forsetan, fer
hann næstan at teska.
Bæði Gayle, Robert Fisk og ein
professari á American University of
Beirut, sum vit eisini tosaðu við, meta,
at sýriska fregnartænastan drap Hariri.
Sýria er stóribeiggin hjá Libanon,
hersetti landið í 1974 og hevur ongantíð
viðurkent libanesiskt sjálvræði. Men
morðið á vælumtókta sunni-muslimska
forsetan elvdi til størstu anti-sýrisku
mótmælisgonguna í landsins søgu.
Yvir ein millión menniskju mótmæltu
hersetingini, og eftir eina ST-samtykt
vóru sýrar noyddir at taka seg aftur.
Bæði hersetingarveldini fyri sunnan
og fyri eystan, Ísrael og Sýria, vóru nú
horvin, og fólkaveitslan í gøtunum í
Beirut tók ongan enda.
- Vit høvdu ikki kunnað havt hesa
samtaluna fyri 2005, tí tá vóru sýriskir
agentar á hvørjum gøtuhorni, sigur
Patrick Gayle á áðurnevndu kafe.
Sexorgie í fjøllunum
Í nationalum sjónvarpi avnoktar
Hizbollah-leiðarin, Hassan Nasrallah,
allar ákærur um, at hansara
felagsskapur skal hava dripið Hariri.
Nei, Ísrael og USA hava smíðað hesar
følsku ákærurnar (hvør annar?), og
Nasrallah lovar, at teir fýra ákærdu
“brøðurnir” ongantíð verða handtiknir.
Og tað hevur hann eisini rætt í, so
leingi sum herurin hjá Hizbollah er
sterkari enn libanesiski statsherurin.
Seinni sama kvøld tosa vit við ein
34 ára gamlan barreigara um kríggið
millum Ísrael og Hizbollah í 2006.
Hvussu var í Libanon tá?
- Spyr meg ikki, sigur hann
smílandi. Vit vóru fleiri vinfólk, sum
rýmdu norðureftir undan ísraelsku
bumbuálopunum. Vit krassjaðu í einum
summarhúsi hjá mær uppi í fjøllunum,
og har ballaðust vit og høvdu orgie,
sigur hann flennandi og fer at taka sær
av fleiri gestum.
Tað arabiska várið
Øll eru tey so ella so merkt av kríggi
og teimum politisku spenningunum,
sum valda í landinum. Og beint nú
eygleiða tey við spenningi, hvørt
stóru mótmælisgongurnar í Sýria fara
at koppa sýrisku stjórnini, eins og tær
koppaðu einaræðisharrunum í Tunis
og Egyptalandi. Tað eru bara tríggir
tímar til Damaskus við bili, og vit
koyra framvið markinum, men sleppa
ikki inn í Sýria. Higartil hava herdeildir
hjá sýriska forsetanum, Bashar al-
Assad, dripið 1400 mótmælisfólk.
Men hetta hevur ikki steðgað
mótmælisgongunum.
- Um Assad-stjórnin fellur, kann
Hizbollah missa sín fremsta stuðul,
og Iran kann missa sín einasta stuðul í
regiónini. So hevur “tað arabiska várið”
av sonnum broytt Miðeystur, heldur
bretski journalisturin, Patrick Gayle.
Og hetta hevði verið ein stórsigur
fyri tey, sum vilja varðveita Beirut
sum eitt andarhol í miðeystri og ein
savningarstað hjá ungdómi úr allari
regiónini. Tey, sum droyma um, at
Beirut aftur verður “the Paris of the
Middle East”.
Hersett av Sýria fyri eystan og Ísrael fyri sunnan hevur lítla
landið í Miðeystri verið ein vígvøllur hjá regionalum aktørum
Tey eru ung, tey eru modernað,
men tey hava øll upplivað kríggj.
Myndin er frá Beirut 2006, tá
Ísrael bumbaði alt Suðurbeirut
í krígnum ímóti Hizbollah, sum
hevur valdið í Suðurlibanon