fríggjadagur 22. juli 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
14
Sálarbót
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað var í 1965, at Ólavur Hátún, tón
leikalærari og kórleiðari, hevði kórfólk
á vitjan, føroysk og donsk, og tey fóru
útferð við báti. Tey sigldu framvið
bygdini Bø, og øll vóru tikin á bóli av
vakurleikanum. Tá avgjørdi Ólavur at
royna at fáa sær summarhús upp í Bø.
Seinni hevur hann havt nógv vitjandi
í Bø, eittnú danska tónaskaldið Vagn
Holmboe, ið á sínum mongu ferðum
í Føroyum mangan hevur notið at sita
við vindeygað í sammarhúsunum í Bø
og skoða bygdina, Tindhólm og Myki
nes.
-Ein tónleikaprofessari úr Eystur
ríki, ið vitjaði her hjá okkum í Bø,
segði seg ongantíð hava sæð slíkan
vakurleika, og hann tók til, á týskum
sjálvandi, at staðið hevur ei sín líka í
heiminum, sigur Ólavur Hátún.
Ólavur vitjaði ofta í Bø og Vest
manna sum barn, tí hagani vóru for
eldrini ættað. Komin til mans var
hann ikki líka ofta í Bø, men bygdin og
vakura útsýnið fór ongantíð rættiliga
úr huganum.
-Eg eri føddur úti í Svínoy, har pápi
var lærari. Seinni fluttu vit til Kvívíkar,
tá hann fekk starv har, greiður Ólavur
frá.
-Vit hava eisini góðar umstøður í
Havn, men her vesturi er so friðarligt.
Hetta er sálarbót. Ein kann fara gongu
túrar, sigur Ólavur Hátún, ið eisini
plagar at fara túr við báti, og hann
hevur bæði motorbát og árabát til taks.
-Árabáturin er nevndur Abbi. Tað
var so, at í Svínoy búði pápi hjá sera
góðum bátasmiði, lærdi bátasmíð,
og pápi smíðaði bát til synir okkara,
greiður Ólavur frá.
Ólavur hevur eisini motorbát og
hevur siglt millum lond. Eittnú gekk
dreymurin um at sigla innanskers í
Noreg út, tá Smyril Line í nítiárunum
boðaði frá, at til bar a fáa bát yvir til
Noregs við Norrønu. Ólavur hevur
eisini siglt til Hetlands og hann hevur
eisini siglt í Danmark við motor
bátinum, í nevnist Svíningur.
Bók um merkismann
Ólavur er í hesum døgum rýmdur frá
býarlarmi og vil hava løtur við friði.
Hendan ljósa góðveðurs hósdagin, vit
vitja vesturi í Bø, fæst Ólavur við at
savna tilfar til bók um abba sín, merkis
mannin Ólav á Heygum úr Vestman
na. Maðurin, ið fyrstur fekk telefon
ina til Føroya, sum bygdi upp stórt
handilsvirki, og sum á so mongum økj
um hevði hugsjónir og ætlanir. Søgan
um undangongumannin, ið møtti so
mongum forðingum á sínum veg, er
dramatisk og hugvekjandi.
Millum gomul skjøl situr Ólavur
Hátún og savnar saman tað, ið nýtast
kann sum tilfar til bókina um Ólav á
Heygum.
Í Bø er friður, klaverið stendur í
kamarinum, og møguleikar fyri gongu-
og siglitúrum í vakra umhvørvinum
eru framúr.
-Tá ein er her, so er ein ikki til taks á
sama hátt, sum tá ein er við hús í Havn,
sigur Ólavur Hátún.
Sálarbót í Bø
Í einum summarhúsum vesturi í Bø heldur Ólavur Hátún til,og har er hann so
ofta hann kann. Har er friður og staðið og útsýnið ber av øllum. Í løtuni fæst
Ólavur við at savna tilfar til bók um abba sín, merkismannin Ólav á Heygum
-Vit hava eisini góðar umstøður í Havn, men her vesturi er so friðarligt. Hetta er sálarbót, sigur Ólavur Hátún
Myndir: Dagfinn Olsen