fríggjadagur 22. juli 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
15
Starv: Havi júst tikið MA í bókmentafrøði
Yndisbók: Havi nógvar, millum aðrar
Alheimsins einglar, Søguna um bláa knøttin,
Don Quijote, Móðir sjeystjørna og Njáls søga.
Mær dámar eisini væl alskyns matbøkur.
Vánaligasta bók: Ótrúliga ringt at
nevna eina. Kanska Shopaholic?
Hvat er ein góð bók (hvørju kriteriu
skal hon uppfylla?) Ein góð bók er
vælskrivað. Hon megnar at hugfanga lesaran
og varðveita hann inni í hennara universi.
Harumframt dámar mær væl bøkur, sum eru
upplýsandi og hava ein skilvísan boðskap.
Nær og hvar dámar tær best at lesa:
Tað kann vera nær sum helst
og hvar sum helst.
bókabrell
lagt til rættis: Eydna Skaale
Sanna
Andrassar
dóttir Dahl
Søgan um bláa knøttin
Høvundur: Andri Snær Magnason
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Ár: 2001 (1999)
Hvat snýr bókin seg um: Bókin byrjar sum ein
utopisk frásøgn á einari bláari planet. Har liva bert
børn, og har eru eingi vaksin at órógva. Soleiðis liva
tey í samljóði og gleði, inntil ein vaksin maður stígur á
planetina. Tá byrjar dystopiska tíðarskeiðið á planetini:
børnini læra at misnýta hvørt annað og náttúruna.
Bókin kann m.a. lesast sum ein allegori upp á vesturheimin vs. triðja heimin.
Bókin er spennandi, og so eru myndirnar serstakliga sterkar, flottar og litríkar.
Hví skal hendan bókin lesast? Eg elski barnabøkur. Tær kunnu hava ein greiðan
og einfaldan boðskap uttan at vera klisjefullar og moraliserandi mótsett øðrum
genrum. Barnabøkur hava eina serstøðu. Tær eru oftast skrivaðar í tveimum løgum,
eitt sum talar til barnið, og eitt, sum talar til tann vaksna. Lesarin fyllir sjálvur í tey
listarligu tómrúmini, alt eftir aldri, upplivingum og royndum. Hendan bókin hevur
sanniliga nakað at bjóða øllum lesarum. Tey yngru hava møguleika at droyma
seg burtur í annan heim, og tey eldru kunnu grunda yvir, hvørjar fyrimyndirnar
kunnu vera aftan fyri vaksna mannin, og hvat boðskapurin man vera.
Hvør skal lesa hesa bókina: Øll
Hvør skal ikki lesa hesa bókina: Øll áttu at lisið hana – ung sum gomul.
Drømmelandet. Selvhjælpsbog
for en ængstelig nation
Høvundur: Andri Snær Magnason
Forlag: Tiderne Skifter
Ár: 2009 (2006)
Hvat snýr bókin seg um: Hon snýr um Ísland
her og nú. Dreymalandið lýsir eitt samfelag, sum
stendur við eina krossgøtu. Skal tann vakra og
óspilta náttúran varðveitast, ella hvussu langt
skal menniskjan fara fyri at vinna meira orku úr
td. aluminiumsverkum. Magnason leitar víða, eitt
nú til Okinawa og til Jamaika til samanburðar,
og hann verður alsamt meira harðrendur og didaktiskur, jú longur tú lesur.
Sera spennandi, órógvandi og tiltrongd bók.
Hví skal hendan bókin lesast? Eg eri ógvuliga
hugtikin av økokritikki. Tað er ein relativt nýggjur
kritiskur skúli, sum granskar sambandið
millum bókmentir og tað fysiska umhvørvið.
Økokritikkur flytur fokusið frá tí innara til
tað uttara. Hann hevur eina jarðarsentreraða
tilgongd til bókmentirnar, og tí setur hann fokus á menniskjans samband við
náttúruna, og at menniskjað má steðga síni áleypandi atferð móti náttúruni.
Hetta er júst tað, Dreymalandið viðger.
Hvør skal lesa hesa bókina: Henda týdningarmikla bók
átti at verið á lesilistanum hjá einum og hvørjum.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina: Tað er eingin, sum
ikki hevði havt gott av at lisið hesa bókina.
Alheimsins einglar
Høvundur: Einar Már Guðmundson
Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Ár: 1996 (1993)
Hvat snýr bókin seg um: Vit fylgja høvuðspersóninum,
Pálli, ígjøgnum gott og ringt. Bókin er eitt slag av
sjálvbiografi. Páll fortelur um sítt lív, bæði áðrenn hann
er føddur, og eftir at hann er deyður - tá hann er vorðin
eingil. Hesin syndraði frásøgumaðurin avspeglar eisini
Pállsa skisofreni, og bókin er júst um dualismuna millum
eitt ”normalt” samfelag og hini; tey ”øðrvísi og uttanfyri”.
Hví skal hendan bókin lesast? Bókin er vakurt og væl skrivað. Hon er ótrúliga
syrgilig, men eisini stuttlig, og vendir øllum á høvdið. Er tað Páll ella samfelagið, sum
er sjúkt? Einar Már segði soleiðis um Inferno eftir Strindberg: “værket viste mig helt
tydeligt, at digtningen kan give et bedre indblik i sygdomme og fantasier end fagskrifter
eller individuelle erfaringsbeskrivelser.” Tað sama kann sigast um Alheimsins einglar,
har lesarin ígjøgnum Páll upplivir, hvussu lívið kann síggja út hjá einum sinnisveikum.
Einar Már skrivar sympatiskt, syrgiligt, men samstundis vakurt og skemtiligt.
Fantastisk bók, sum eg havi lisið fleiri ferðir. Eg síggi okkurt nýtt
hvørja ferð, tí hon er á tremur við intertekstualiteti.
Hvør skal lesa hesa bókina: Tey, sum eru hugað at lesa um
mannalagnur, sum eru flættaðar inn í søguligt og sosialt høpi.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina: ,Tey, sum ikki tíma at lesa
kensluligar bøkur um syrgiligar menniskjalagnur.
CHILL OUT
WITH A COLD ONE
NÝTT!
SOFT ICE
Við sós: 9 kr.
7 kr.