Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 23 - 4. februar 2004 Nr. 23 - 4. februar 2004 19 Í fjør gav museums- inspektørur Inge Adriansen út bók um tjóðarsymbol í danska ríkinum frá 1830-2000. Her kunnu vit lesa ikki einans um donsk tjóðarsymbol, men eisini um føroysk, grønlendsk og ís- lendsk tjóðarsymbol. Serligan áhuga hevur tilevningin og nýtslan av nationalsymbo- likki so sum føroyski danskur og báturin, føroyska flaggið og føroysk klæði, sum øll eru samleikaváttandi. Eins og aðrar tjóðir hevur føroyska tjóðin á henda hátt slóðað vegin fyri tjóðarbygg- ing Bergur Hansen Fyrri partur Inge Adriansen hevur ar- beitt sum savnvørður við Museet på Sønderborg Slot. Hon hevur skrivað lisentiatritgerð um Fædre- landet, folkeminderne og modersmålet og hesi drúgvu bindini um tjóð- skaparsymbolir - Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000 bind 1 og 2 - eru ein uppaftur gjølligari viðgerð av hesum evni. Bókin hevur tvinnanda endamál. Hon er partvíst ætlað sum ein skráseting av upprunasøguni hjá teimum mest týðandi donsku tjóð- skaparsymbolum og part- víst sum ein frásøgn um virknaðin av hesum sym- bolum. Til tey ‘donsku’ tjóðarsymbolini roknar hon eisini tey føroysku og grøn- lendsku og íslendsku, sum eru lond sum antin hava verið ella sum framvegis eru partur av Danmarkar ríki. Fyrra bind tekur sær av teimum almennu sym- bolunum í Føroyum, Grøn- landi, Íslandi og serliga í Danmark, meðan seinna bind tekur sær av undir- skóginum ella teimum óal- mennu, fólksligu donsku symbolunum. Tjóðarsymbol og tjóðarbygging Tað finnast nógv sløg av symbolum: religiøs, arke- typisk, handilslig, bók- mentalig og tey politisk- tjóðarligu. Tjóðarligu sym- bolini hava stóran týdning fyri fólksins samleika og eru tískil útborin amboð hjá politiska valdinum, sum við øllum meiningakann- ingunum í dagsins demo- kratiið, meira enn nakrantíð appellerar og søkir undir- tøku. Við øðrum orðum: mentan verður brúkt sum makt. Tjóðarligu symbolini snúgva seg um ein ímynd- aðan felagsskap, sum er meira enn ein framleiðslu- felagsskapur og bústaðarfe- lagsskapur. Tey eru mynda- borin úttrykk fyri einum tjóðskaparsamleika og hava slóðað vegin fyri tjóðar- bygging. Adriansen undir- strikar, at tað er samleika- hugmyndin, sum gevur symbolunum gjøgnum- slagskraft. Tjóðarsymbol eru mið- stødd í tjóðarbygging, og á henda hátt verður sóknast eftir tjóðarligum rótum og bondum til fortíðina.Við øllum sínum samleika- skapandi symbolum er tjóðarbygging ein innilig- gering av statsborgara- skapinum. Sambært Øy- vind Østerud og hansara framúrskarandi bók Hva er nationalisme? sosialiserast vit inn í tjóðskaparligar kodur í undirvísing, verj- uni, í mentanarlívi osfr. Hetta eru kodur sum eisini meira og minni loða uppi við ella eru ein eyka- virknaður við samskiftin- um í fjølmiðlunum yvir- høvur. Tjóðarbygging er eitt harmoniskt prosjekt, har tað snýr seg um at gloyma ósamsvar og split og í staðin at dyrka úrvald minni. Hendingar úr fortíð ella mytologi verða tiknar fram og settar upp á ein piedestal sum sjálvsvátt- andi tjóðarsymbol. Staturin er ein politiskur stovnur og eitt valdsmono- pol, meðan tjóðin er eitt fólk við einum ávísum mentanarfelagsskapi og vilja til at hoyra saman. Tjóðin er ein ímynd um felags positiv virði og vísir seg sum bólkasamleiki og felagsskapskensla. Staturin og tjóðin eru tætt knýtt hvør at øðrum. Staturin verður styrktur av tjóðar- liga felagsskapinum, soli- daritetur sum Max Weber rópar tað, og tjóðin fær fyrimunir av statinum, sum verjir mentanarliga sam- leikan hjá fólkinum og tryggjar tjóðina territorialt. Ein politiskur samleiki er knýttur til statin og ein mentanarligur samleiki er knýttur til tjóðina. Og hesir skulu sameinast um statur og tjóð skulu passa saman. At finna ella uppfinna tjóðskap Ein væleydnað tjóðarsavn- ing verður til í einum bólki av fólki, sum hava felags mentanarlig eyðkenni, sigur Adriansen. Hon tekur í hesum samanhanginum støði í mentan sum verandi bæði skapt og funnin, t.e. ein blandingur av nýggjum og gomlum: Nationer bliver til genn- em dannelsen af en kollektiv bevidstheds- forestilling om nationens almene værdier, og denne forestilling vokser og blomstrer ikke på sten- grund. Den kræver en jordbund af en befolk- ning med et vist fælles erfaringsgrundlag, og ikke for store forskelle i kulturelle, religiøse eller sociale mønstre (Adrian- sen 27). Á sama hátt sum kollektivi samleikin verður persónligi samleikin til í gníggingum millum einstaklingin á ein bógvin og sosialu, familju- ligu, mentanarligu bak- grundina á hin bógvin. Eins og einstaklingurin samtíðis er úrslit av tí givna, t.e. av fortreytum, sum vóru til áðrenn hann/hon, og av tilvitaðum valum seinni í lívinum, soleiðis er mentan sum kollektivur samleiki bæði treytað av korum og ávirkanum og einum ynski hjá eftirtíðini at skapa ella fortelja fortíðina í sínari egnu mynd. Í hesum sam- bandi verða traditiónir bæði endurlívgaðar og uppfunn- ar, symbol skapt og vald burturúr. Adriansen hevur sostatt eina rúmliga fatan av samleika sum verandi ein blandingur av uttari ávirkan og tilvitaðum vali, ein blandingur av tí sum er og tolking av tí sum er. Hvørki samleikin hjá tjóð- ini ella einstaklinginum eru "rene kulturprodukter men snarere kulturelementer (Adriansen 2003: 23). Tjóðarbygging verður so- statt til í spenninginum millum arvað mentanareyð- kenni og skapt ella kon- struerað savningarmerki, sum nógv tjóðarsymbol eru. Tjóðarsymbol Granskarar kalla tjóðskap- arsymbolini nationalis- munnar altjóða gramma- tikk. Í flestu londum veksur fyrr ella seinni fram ein tjóðskaparmentan, har tjóðarsymbolikkur verður fastur táttur á skránni: tjóðardagur, tjóðarflagg, tjóðsangur og aðrir sangir, ríkisvápn. Talan er eisini um stjórnarskipanir, fólka- fundir, fundarstaðir, søgu- lig minnismerki, heraldikk av ymsum slag, landsløg, hernaðarligar vígvøllir, søguligar hetjur, mytolog- iskar hendingar, veitslutil- tøk, almenn ritual og nógv annað. Í hesari sprøklutu myndaverð endurspeglast ímyndingin um ein tjóðar- ligan felagsskap, og gjøg- num tey almennu skúla- verkini fáa fólk kunnleika til hesi hugtøk og hesi myndaligu úttrykk. Tjóðar- symbolini er ein tilvitað roynd at skapa ein felags royndarheim og á tann hátt at negla fólk saman. Tørvurin á hesari saman- sjóðing hevur sum vera man eitthvørt við klovning at gera. Gamla einfalda lívsmynstrið í bónda- og handverksmentanini við sínum samanneglda tolk- ingarfelagsskapi datt sund- ur so hvørt sum moderni- seringsgongdin vann fram. Í kenda essaynum Der Erzähler samanfatar týski mentanarfilosofurin Walter Benjamin hesa mentan í einum orði: nevniliga for- teljarin. Tann mest týðandi leikluturin hjá frásøgufólk- inum og søguni er at geva felags lívsroyndir víðari. Lívsroyndir eru sanna virðið í menniskjalívinum, og gjøgnum sínar søgur miðlar forteljarin praktisk ráð og vísdóm. Eftir at munnliga frá- søgufólkið í hesum grund- leggjandi týdningi hvarv, varð roynt við nýggjum samansjóðingarhættum sum tjóðarsymbolum. Adriansen kallar tjóðar- symbolini eina mentala kálkblanding, og hon verð- ur brúkt íðuliga í øllum statum við undantak av teimum, sum fáa sín mynd- ugleika frá religión. Eisini einaræðisstatir brúka sym- bol fyri at lýsa sambandið millum stat og borgara. Tey mest aktuellu í hesum samanhangi eru øll tey uppgjørdu minnismerki, sum Saddam Hussein reisti til æru fyri seg sjálvan. Í harðrendum statum skal sterkari lútur til fyri at sannføra fólk um, at maktin og fólkið hava felags áhugamál. Symbolini ger- ast tískil ofta vulger og grovligt rópandi í sínum formmáli. Tjóðskaparsymbol há- lova einari stórfingnari fortíð og endurspegla dreymin um eina eydnuríka framtíð fyri tjóðina. Tjóð- skaparsymbolini binda tað ítøkiliga í tað abstrakta og tað individuella í tað kollektiva, sigur Adriansen. Tjóðskaparsymbolini eru samtíðis ímyndin av tjóðini sum eitt søguligt framhald við tøttum sambandi mill- um fortíð, nútíð og framtíð. Symbol, minnismerki og rituellar pallsetingar av ymsum slag gera sítt til fyri at geva tilveruni innihald við at vera samleikaskap- andi bæði á persónligum og samfelagsligum stigi. Tjóð- in savnar gomlu lokalment- anirnar ella sum Tróndur Olsen, segði um slupp- tíðina, at umborð kastaðu føroyingar bygdahamin av sær og blivu føroyingar. Soleiðis endurskapast fe- lagsskapskenslan. Føroysk tjóðarsymbol Eyðkent fyri ungar tjóðir er, at symbolini mest eru av fólksligum slag, t.e. bundin til ítøkilig fyribrigdi. Hetta sæst aftur í føroyska tjóðar- symbolikkinum, sum við føroyska bátinum (kapp- rógving verður enn kallað tjóðarítrótt føroyinga) tekur evni úr føroyskari hand- verkara- og vinnumentan og við veðramerkinum, tjaldrinum og lundanum heintar hugskot síni úr natúrini. Herumframt kunnu nevnast symbol sum føroyskur matur ella rættir sum sagt verður í dag, føroyska flaggið, føroysk klæði, føroyskur dansur, kirkjubøstólarnir og onnur fornminni við sterkum signalvirði, frímerkini, sum geva eina mynd av før- oyskari natúru og mentan. Frímerkini eru millum tey mest týðandi tjóðarsym- bolini. Tey frímerki, sum Postverk Føroya gevur út eru úrslit av einum gjølliga umhugsaðum, men tó ikki beinleiðis orðaðum ment- anarpolitikki hjá Postverki Føroya: at gera Føroyar kendar fyri vakra natúru, spennandi mentan osfr. Øll hesi symbol eru at meta sum mentanarlig úttrykk fyri tjóðarligum saman- haldi, sjálvstilvitan og framburðstrúgv. Nøkur føroysk symbol eru vorðin til meira og minni sum marknavísarar mótvegis tí danska. Nýggj- asta dømi um hetta er standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll í Vágsbotni. Myndin vísir søguliga nólsoyingin, sum skoðar út móti heima- oynni og heiminum við einum tjaldri og einum ravni flúgvandi yvir høvd- inum. Hugkveikingin til hetta verk er sum øll vita tikin úr Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli sjálvum, har føroyingar, myndaðir sum tjaldrið verða jagstraðir av donskum embætismonnum, ravnium. Hetta er algongda tolkingin av Fuglakvæð- num, og hetta er ivaleyst tann søguligt korrekta tolk- ingin. Tá føroysk tjóðar- symbol eru marknavísarar er talan um eyðsæddar munir millum Føroyar og útheimin serliga Danmark, sum hava við ymiskt veður- lag, lívsmynstur, samleiki, mál og mentan at gera. Vit kenna reglurnar hjá H.A. Djurhuus úr sanginum Tá ið teir sóu landið: Hetta landið var "landið" og betri enn onnur lond. - og reglurnar hjá Rasmus Effersøe í So vakrar moyggjar: Í øðrum londum teir gera mat, sum rætt og slætt kann kallast evja; "týskar klumpar" og "franska sós" og mangt og hvat tey saman vevja, Eg skerpikjøt og rikling vraki ei, gev mær bara tvøst og spik og seið; gásin væl gødd og seyðarhøvd, tað er tann kostur, sum mær dámar. Í nevndu sitatum eru týði- ligar markeringar í luftini mótvegis ‘tí útlendska’, men yrkingarnar báðar eru fyrst og fremst bornar av tokka til føðilandið. Og tað er eisini hesin tokki, sum er altvaldandi í fosturlands- sangunum. Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um at steingja heimin úti, men um at styrkja føroyska fe- lagsskapskenslu. At tjóð- skaparyrkingin og tjóð- skaparromantikkurin gjørd- ust langlívað og einsljóð- andi, innibyrgd og útihýs- andi er vælkent frá bæði rithøvundum og skribent- um sum William Heinesen, Chr. Matras, Karsten Hoydal - ein linja sum Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og Kim Simonsen á ymsan hátt hava dagført. Tjóðskaparsymbol og tjóðarbygging At finna og uppfinna tjóðskap VIÐMERKINGAR VIÐMERKINGAR Kajfinn Hammer Nú til valið hevur ein lagt merki til, at spurningurin um hvussu rætt tað er av okkum her í lítlu og sárbaru Føroyum at taka ímóti flóttafólki. Hvat eru hetta fyri fólk? Og hvat skal hetta til? Bara fyri at vera sum hini? Við ringu royndunum í huga, sum Danmark og grannalond okkara hava av serstakliga muslimskum flóttafólki, kann ein ikki vera annað enn samdur við teimum, sum heldur vilja binda um heilan fingur enn at endurtaka sama mistakið, grannalond okkara hava gjørt. Tað er sjálvandi upp til ein og hvønn, hvørja fatan ein hevur hesum við- víkjandi, men fari eg at nevna nøkur fesk dømi úr Danmark, sum ein so kann gera sær sína egnu meting av. Í BT nú 19. januar stend- ur at lesa um, hvussu dansk- ar skúlagentur á Nørrebro av islamskum innflytara- børnum vera spýttar eftir, sparkaðar eftir og kallaðar danskerludere og tað ið verri er, og fáa slongd rasistisk rakstrarróp eftir sær! Niels-Erik Hansen, leiðari á DRC (Doku- mentations og Rådgiv- ningsCenteret om race- diskrimination), sigur: »Folk må gå rundt og finde sig i uhyrligheder«. I Dan- mark! Hetta er onki ein- dømi, men ein landsum- fatandi trupulleiki. Og ong- in torir at mukka alment – uttan kanska Moses Han- sen, tí so ert tú sjálvur ein rasistur, fundamentalistur í ljótasta týdningi og tað ið verri er! Hatta hava vit eisini hoyrt her heima ! Nú eru bara tær báðar eftir, hini donsku børnini eru rýmd. Tað sama ger seg galdandi fyri tey vaksnu. Ongi nor- mal fólk hóva at búgva ímillum slík fólk og rýma. Sostatt gerst eitt kvarter fyri og annað eftir muslimskt. Soleiðis fungerar »integrer- ingin« av muslimskum flóttafólki í praksis, meðan bláoygdir politikkarar klóra sær í nakkanum og spyrja seg sjálvar hví integrer- ingin, innslúsanin í danska samfelagið ikki fungerar eftir bláoygduhumanistisku ætlan teirra. Svarið er islam! Ikki hesi fólkini sum so, tey eru Guðs skapningar so sum einhvør annar og skulu virðast har eftir. Trupulleikin er islam! Er tað hetta, humanistiskir populer-politikkarar nú ynskja at innflyta til Føroyar saman við skrásettum para- lagi millum kynsvillingar, ella skulu vit læra av øðrum binda um heilan fingur? Hetta er sama mynstrið allastaðir har islam fær fótin fastan. Fyri bara uml. 30 árum síðan vóru 90% av íbúgvunum í Betlehem kristnir árabar, hini 10% muslimar. Í dag eru bara 10% kristin eftir, tí har er ikki verandi fyri tí fram- trokandi, drápshugaða is- lam. Tey eru rýmd. Islam hevur eftir bara uml. 30 árum yvirtikið Betlehem, sum nú uttan úrslit av Ísrael enntá er latið hesum sum verandi rætta ogn teirra – fyri frið skuld! Ein bakkar og letur frá sær síni egnu rættindi fyri frið skuld – sum ikki skapar frið kortini, tí islam er ikki úti eftir friði, men at øll onnur, ja, allur heimurin skal undirkasta seg islam! Tí eru tað tápuligheit og bláoygni at halda, at islam skal lata seg integrera. Hyggur ein eftir hvar miðaldarlig kvinnu- kúging, yvirgangur og kríggj er í dag, so er tað í tí islamiska heiminum og har islam markar upp at øðrum átrúnaði og mentan. Og hetta kann ongantíð blíva øðrvísi, tí falski profetur islams, Mohamed, var ein sum danir kalla »sexgalin« dráps- og yvirgangsmaður av rang, sum tók sær konur, konkubinir og konur annara eftir egnum tykki, og gudur hansara, heidni mánaav- gudurin Allah, høvuðsav- gudurin og demonin í svarta steininum í Kaba’ini í Mekka, sum Mohamed yvirtók við hermegi og gjørdi islamskan halgidóm, og heidna religión hansara er full av drápshóttanum mótvegis teimum, sum ikki vilja undirkasta seg islam serstakliga kristin og jødar. Hagani frá stavar barbariska revsingin at høgga hend- urnar av t.d. tjóvum o.ø., sum verður praktiserað av islam tann dag í dag! Miðaldarliga prestastýrið í Iran er bara eitt dømi um islamskar yvirgangskropp- ar. Hugsa bert um Salman Rushdie! Kortini vóru vit nú til jólar um at ganga undir í t.d. dadlum júst frá Iran (!), sum alment sendir út dráps- hóttanir ímóti rithøvund- anum Salman Rushdie, sum er tann reini yvirgangur, og har tilvildarligt dømd fólk – serstakliga kvinnur, sum eru totalt verjuleysar mótvegis mannligum vitnum – fram- vegis verða steinað í hel, meðan tær ótrúliga góðu ísraelsku appelsinirnar ikki fáast meir í Føroyum, orsak- að av skammiligum donsk- um (!) boykotti av einasta demokratiska statinum í Miðeystri, sum áhaldandi verður skýrdur agrisator, tó at ísraelsmenn ikki hava gjørt annað enn vart seg ímóti islamskum álopum og yvirgangi! Hvønn dag økist talið á kristnum blóðvitnum í islamska heiminum, tí Koranin beinmleiðis álegg- ur muslimum at drepa tey! Veitst tú av, at størsta for- fylging í søguni er vend móti kristnum í dag í islamiska heiminum? Tey missa trúarfrælsið, missa arbeiðið, missa øll rættindi, verða noktað skúlagongd, verða fongslað av falsaðum ákærum um blasfemi, verða neyðtikin og dripin og í besta føri rikin burt. Ongin politikkari tosar um tey! Ikki ein tann einasti ein! Tey eru gloymd í tí fullkomiliga av leið farna flóttafólka- tosinum í dag, sum bert snýr sum um muslimar! Tað er sum at tað bert eksistera muslimsk flóttarfólk! Hallo? Summir politikk- arar eru so sjúkir eftir at vit skulu verða hoyrd úti í heimi, men hví tiga teir so nú? Og hví skulu vit hoppa uppá mest populeru human- istisku dilluna í løtuni, nevniliga at lata hurðarnar upp á víðan vegg fyri mus- limskum flóttafólki, sum hvørki virða hjálpina ella føroyska siðmentan, meðan ikki ein einasti politikkari tekur upp á tunguna at taka ímóti teimum kristnu flóttafólkunmum, sum tað hevur eydnast at flýggja við lívinum so vítt í behold undan ræðuligau forfylg- ingunum í islamisku lond- unum? Í einum smáriti, sum danski muslimski felags- skapurin Hizb ut Tahrirs hevur givið út, og ber heitið »Tolerance, Fred, Dialog og islam«, verður sagt: »…vi har altid betragtet disse (t.e. danir o.a.) som vildledte, beskidte, usle, værre end dyr og som de værste blandt alle skabinger«. Soleiðis takka hesi muslimsku flótta- fólkini dønum aftur fyri at hava veitt teimum miskunn- semi og skýli undan teirra egnu drápsfúsu religión islam! Skulu vit veruliga fara at »innflyta« slík fólk til Føroyar ella skulu vit praktisera at senda fólk, sum koma við slíkum út- søgnum, av aftur landinum pr. omgående? Skal ein lata humanismunnar ómegn ráða, ella skal ein taka alt slíkt upp við fastari hond og klárt og týðiligt signalisera til umheimin, at her í Før- oyum eru tað vit føroyingar sum ráða og ongin annar? Hvat vil man? Í eini muslimskari læru- bók frá moskunum í Vejle og Horsens, sum ber heitið »Islams trosretning, spørgs- mål og svar«, sum enntá varð deild út alment til bussferðafólkini av tí mus- limska, bosniska buss- føraranum, ið takkar døn- um, sum við skattgjaldarans peningi hava hjálpt honum undan krígsillgerðunum í Bosnia og enntá hava givið honum hetta arbeiðið, meðan aðrir danir ganga arbeiðsleysir, á henda hátt við einum hatskum bók- lingi, har sagt verður, at muslimar ikki skulu fylgja danskari lóg, tí at teir, ið gjørt hava hesar lógir, eru av eini lægri kategori enn muslimar! Hetta er takkin! Slík fólk áttu upp á staðið at verði send aftur til Bosnia, har tey hoyra heima við einum slíkum hugburði. Kanska tað hóast alt ikki er so løgið kortini, at kríggj brast á har niðri, um hetta er holdningurin millum íbúgv- arnir í einum landi? Sami ótespiligi andi og sanna andlit islams kemur til sjóndar í bókini »Den amerikanske kampagne for tilintetgørelsen af islam«, útgivin av Det islamiske Frihedsparti, har sagt verðu- r: »Den, som falder fra islam, ham skal i dræbe«! Hetta er eisni hent! Hetta verður sagt í sjálvum góða gamla Danmark! Tá tíðind- ini um barbarisku mus- limsku yvirgangsatsóknina 11. sept. í USA bórust í Danmark, varð hetta yvir- høvur móttikið við stórari gleði av muslimskum flótta- fólki, sum dansandi og geylandi tustu út á gøturnar og eins og palistinsku trúarfelagar teirra í Gaza og Judea heiðraðu níðinga- gerðina sum eitt bragd og sigur fyri Allah! Hetta hendi í góða gamla Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við. Tað, at slíkt í heila tikið kann fara fram í einum demokratiskum landi uttan at fáa álvarsamar fylgjur so sum burturvísing úr Dan- mark upp á staðið, er onki minni enn ein vanvirðing av demokratinum og sivilisa- tióni og ein háðan ímóti teimum dripnu og avmyndar eina groteska human- politiska ómegn og vanstýri. Skulu vit loyva humanist- iskum populer-politikkarum at innflyta slíkar tilstandir til Føroyar? Hetta dráps- lyndið finnur ein ikki í buddhismuni, hinduismuni, bahaitrúnni og øðrum átrúnaði. Bara í islam! Hvat er hetta fyri ein primitiv ómentan, fyri ikki at siga heiðin, barbariskur átrún- aður? Skulu vit við bláum eygum innflyta slíka óment- an? Og er hetta ein mentan og átrúnaður, sum hevur virðing uppiborið? Tó at fe- lagsskapurin Dansk Kultur hevur politianmeldað hesa beinleiðis birtan til morð á danskari jørð, so fekk hetta ongar fylgir. Myndugleik- arnir víkja uttanum, tí ein er bangin fyri sjálvur at verða kallaður rasist ella fáa ein knív í kroppin. Ja, ein er enntá byrjaður at víkja uttanum galdandi danska lóg, tá tað snýr seg um t.d. muslimskan hjúnaskilnað, í og við at dómsvaldið í slík- um førum so smátt er byrjað at døma eftir muslimskum praksis í heimlandinum hjá viðkomandi (!), sum sjálv- andi bert er til mansins fyrimun! Hetta hendir í líkarættarinnar háborg Dan- mark. Soleiðis virkar líka- rættarviðgerðin og inte- greringin av muslimskum flóttafólki í Danmark. Við nøkrum heilt fáum undantøkum, sum einki hava við veruligt islam at gera, virkar »integreringin« altíð soleiðis, at ein donsk ella føroysk kvinna, sum giftist við einum muslimi í Danmark, samstundis noyð- ist at gerast muslimur og noyðast enntá at klæða seg sum árabisk konufólk gjørdu úti í árabisku oyði- mørkini í oldtíðini (!) áðrenn Føroyar nakrantíð vóru bygdar, og børn teirra eru automatiskt muslimar. Har er ongin vegur uttanum. Hetta svarar til, at øll kristin vórðu tvingað at ganga ílatin sum ein gjørdu á Jesu døgum! Hugtakið »inte- grering« finst ikki í islam og verður av teimum háðað, tí islam merkir at øll onnur sklu undirkasta seg islam. Og islamska barnatalið er sum kunnugt stórt. Innflyta vit t.d. bara 5 muslimskar familjur, sum hvør vanligvís fær umleið 8 til 10 børn, hava hesi eftir bert 60 árum ( – ikki ein mansaldur) nørt seg til umleið 5.000 fólk. Hetta er ein heilur býur í Føroyum. Tað er nakað, vert er at hugsa um! Almennu Føroyar eiga sjálvandi – eins og kristnu kirkjurnar/samkomnurnar fyrimyndarliga leingi hava gjørt – at veita neyðstødd- um flóttafólki hjálp. óansæð hvørja ómentan og átrúnað hesi enn eru bundin av, men henda hjálp eigur sambært allar royndir at veitast á staðnum. Soleiðis eigur eisini almenni flóttafólkapolitikk- ur Føroya at orðast! Alt annað er óðamanna- verk. Tað vil, hvat flóttafólka- hjálp og »integrering« við- víkur, siga – tá tað snýr seg um muslimsk flóttafólk – at einasta rætta at gera er at hjálpa teimum til eitt annað muslimskt land, sum flýtur í oljumilliardum, har tey við sínum rasistiska og dráps- hugaða átrúnaði hoyra heima – og ikki her í einum framkomnum, siviliserað- um samfelag! Vit skulu ikki vera rasist- isk, men vit hava skyldu til at vera realistisk. Skulu vit fylla Føroyar við muslimskum flóttafólki? C M Y K 19 18 · Vinyl · Linolium · Flísar · Teppir · Veggir DVEYLAN Gólv- og vegg vask J.C. Svabosgøta 50 100 Tórshavn Tlf. 31 41 75 Lesið Sosialin