Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 23 - 4. februar 2004 Nr. 23 - 4. februar 2004 21 Sum gongdin er, og sum tann politiski viljin vísur seg í verki, verður øskukalt í Svínoy um 10 ár. Fugloyggin hevur tá longu verði útdeyð í nøkur ár. Skal út- oyggjunum verða lív lagað framyvir, er neyðugt við einari miðvísari bjargingar- ætlan. Stór stig skulu takast til tess at venda gongdini, og fleiri tíggjutals milliónir skulu brúkast til endamálið beinan- vegin og enn fleiri uppá longri sikt. Komandi landsstýrið kemur at taka tær avgerandi avgerðir- nar fyri framtíðar- lagnurnar hjá bygdunum VIÐMERKINGAR Ásmundur Guðjónsson Fundur á Kirkju og hvat so? Í oysandi regni varð fólka- fundur hildin á Kirkju í juli mánaða 1999. Umboð fyri politisku flokkarnar løgdu fram síni sjónarmið um, hvat gerast skuldi við teir ovurstóru trupulleikar, ið útoyggjasamfeløgini drag- ast við. Hóast politikaranir vóru á einum málið um trupulleikarna at okkurt átti at gerast, kom tó ikki nógv fram um, hvat og hvussu hetta skuldi fremjast í verki. Síðani fundin á Kirkju er tó ymiskt hent í útoyggja- málinum, hóast hetta als onga ávirkan hevur havt á gerandislívið á útoyggj- unum og heldur ikki megn- að at vent nakrari gongd. Útoyggjaálitið, sum løgmaður lovaði á fundin- um, er skrivað. Hóast álitið hevur nógv boð uppá tiltøk, sum kunnu verða við til at menna útoyggjasamfeløg- ini, ber ikki til at fáa eyga á, at politisku flokkarnir hava tikið tilráðingarnar í álitin- um til sín og bygt partar av álitinum inn í stevnuskráir- nar. Í so máta burturspilt arbeiði hjá útoyggjanevnd- ini. Útoyggjamál eru flutt frá løgmannsskrivsstovuni til oljumálastýrið. Um hetta er skilagott, skal verða ósagt. Fulltrúi er settur, sum mill- um aðrar uppgávur hevur útoyggjamálini undir sær. Oljumálaráðið hevur eina játtan uppá 300.000 krónur til ymiskar útoyggjaverk- ætlanir, vælvitandi um, at hetta lítlan og onga mun ger. Vinnumálaráðið ræðir yvir eini flutningsjáttan uppá eina millión krónur, sum á hvørjum ári er uppi, tá oktober mánaði er liðin. Harumframt hevur Vinnu- málaráðið eina játtan til infrastruktur á útoyggjum uppá 3 milliónir. Alt í alt ræður landsstýrið yvir eini játtan uppá slakar 4,5 milliónir krónur, oyra- merktar til útoyggjarnar. Men hetta er langt frá nóg mikið av peningi til at gera nakað fullgott við fráflyt- ingina og sníkjandi deyðan á útoyggj. Útoyggjafelagið er stovn- að. Tað roynir uppá sín máta at halda lív í vónini um, at tað ber til at lív- bjarga sær á útoyggj. Glóðin heldur lív í vónini, og nevndin arbeiðir við ítøkiligum uppskotum um ábøtur á gerandisdagin á útoyggj. Men enn er trupult at síggja úrslit í verki. Seinasta heyst var ein millumráðsnevnd sett, sum skal greina út almennu karmarnar, sum menningin av útoyggjunum skal fara fram undir. Tí, sum sagt varð, hugskotini og initiativini skulu koma frá íbúgvunum á útoyggj, og so skal landið skapa røttu karmarnar fyri hesum. Dugi illa at síggja rele- vansin í hesi nevnd og haldi, at hetta aftur er eitt politikst armóðstekin um, at man hvørki veit, hvussu kritisk støðan í veruleik- anum er og enn minni um, hvat gerast skal við hetta! Valstríðið hesu ferð Gjøgnumgongd av valskrá- unum til valið staðfestir bert einferð enn, at flokk- arnir hava sera lítið ítøkiligt at siga um, hvussu útoyggj- unum skal verða lív lagað. Valskráirnar eru pínliga tómar fyri hugskot um, hvussu útoyggjadeyðin kann forðast. Í bløðum og í loftmiðlum kom tó okkurt hissini sprell frá politikar- unum. Annfinn Kallsberg og Heini O. Heinesen tos- aðu báðir um tunnil og fergulegu yviri á Havn á Svínoynni, Tummas Frank Joensen hevði uppskot um framleiðsluhús á útoyggj. Men annars var lítið at heinta! Men sum heild upplivdu vit enn eitt valstríð, har økismenning og útoyggja- menning slettis ikki fingu tað pláss og umtalu, sum stendur mát við, hvussu samfelagsliga álvarsligt hetta mál er. Støðan er kritisk í Fugloy og Svínoy Støðan á útoyggj er kritisk. Fráflytingin heldur fram, og fólkatalið minkar støð- ugt. Ongin tilflyting er í væntu. Sambært almennu hagtølunum teljast út- oyggjafólk eini 300 í tali, men veruliga talið, t.v.s. heilársbúgvandi útoyggja- fólk er neyvan størri enn 150. Í løtuni búgva umleið 19 fólk á Fugloynni alt árið, hóast tey almennu hagtøl- ini siga 39. Íbúgvarnir ger- ast bara eldri, og ongin flyt- ur út til Fugloyar at búgva. Í Svínoy búgva í løtuni umleið 22 fólk, almenna talið er 59. Ongin skúli er í oynni longur, og handilin lat aftur í fjør. Stórsta arbeiðsplássið í oynni, smoltstøðin, koyrir við sera lágum blussi, orsakað av kreppuni í alivinnuni, og spurningur er, um sen- traliseringskreftirnar gera av við hesa smoltstøð, tá alivinnan skal endurreisast. Talan er um eina støðuga og áhaldandi afturgongd í hesum smáu samfeløg- unum. Eitt "Status quo" í fólkatali er tað sama sum niðurgongd og er tískil slættis ikki nøktandi Í almenna kjakinum hev- ur verið víst á, at hugskot og initiativ til menning av bygdunum skulu koma frá bygdafólkunum sjálvum, og so skal tað almenna leggja nakrar karmar um initiativini. Henda áskoðan er heilt burturvið ídag. Har er onki fólk, har er onki hugskot ella initiativ og heldur onki áræði. Bygda- fólkið hevur í eina hálva øld bert upplivað merg- súgvandi niðurgongd í bygdasamfelagnum og setur slík niðurgongd síni spor í medvitið teirra. Sum skilligt er, halda tey fast um tað, tey sjálvi kenna og kunnu ávirka og hava als ikki orku at taka nýggj tøk. Sjálvt vónin um, at bygdin skal yvirliva, hongur í einum klønum tráði. Sam- feløgini er so niðurpínd, at okkurt av teimum er komið yvir um "point of no return", har er ongin vegur aftur, deyðin stendur í dur- unum! Støðan er so mikið vánalig í onkrari av út- oyggjunum, at tað veruliga kann spyrjast, um tað er moralskt og samfelagsliga forsvarligt at hava fólk búgvandi á teimum um veturin. Útoyggjadeyðin Í Svínoy. Skal útoyggjunum verða lív lagað framyvir, er neyðugt við einari miðvísari bjargingarætlan, skrivar Ásmundur Guðjónsson m.a. í viðmerking Bjargingarætlan alneyðug Tíðin er farin frá tosinum um at skapa karmar fyri menning av útoyggjunum, og tíðin er somuleiðis farin frá smáu játtanunum at leska útoyggjafólk við. Her skal nakað heilt annað, størri og støðufastari gerast við útoyggjarnar, um polit- iskur vilji er til, at hesar oyggjar skulu vera búsettar í framtíðini. Tað snýr seg um at bjarga oyggjunum frá at verða avfólkaðar - so einfalt er tað! Tað snýr seg ikki um einstakar samferðsluverk- ætlanir, sum tildømis tunnil og ferjulegu í Svínoy ella framleiðsluhús í eitt nú Skúvoy. Tað snýr seg um eina heildarætlan, sum virkar á allar samfelags- tættirnar í senn á einstøku oynni. Vit tosa um sam- ferðslu, tilflyting, húsa- bygging, arbeiði, trivnað og onnur viðurskifti í einari og somu ætlan. Lat okkum taka Svínoynna sum dømi. Tilflyting Samfelagið er niðurpínt við skjótt fallandi fólkatalið og sera skeivum aldursbýti. Ein tilflyting av eini 15 til 20 barnafamiljum er neyð- ug fyri at gera tað møguligt hjá bygdini aftur at virka sum vanligt samfelag, og fyri at trivnaðurin kann betrast. Hesum familjum skal ein út at leita eftir, og tí er neyðugt at gera eina kanning av, um fólk hava hug og áræði at flyta út til Svínoyar. Ein eigur ikki at seta nøsina upp eftir svín- oyingum, sum eru føddir og uppvaksnir í Svínoynni og búgva aðarstaðir. Tey hava tikið støðu til, hvar tey ætla sær at búgva, og tað er ikki í Svínoy, so í besta føri er tað bert ein lítil partur av teimum, sum kunnu hugs- ast at flyta útaftur. Tí kann roknast við, at møguligir tilflytarar eru fólk aðra- staðni frá. Men eitt er púra vist, tímir ongin at flyta út á oynna, skal ein gloyma alt um at arbeiða fyri menning av lokalsamfelagnum, men heldur leggja eina skila- góða avtoftingarætlan. Húsabygging Hesar 15 - 20 familjurnar skulu hava hús at búgva í. Eini 30 hús standa tóm á vetri í Svínoy, men flestu av teimum eiga fólk, sum brúka tey eina tvær vikur um summarið sum summ- arhús. Men annars eru húsini í slíkum standi, at tað er ein spurningur, um fleiri av teimum ikki eru óegnaði sum heilárshús. Tað vil siga, at tað skulu byggjast hús. Ongin fer at byggja sær eini hús á útoyggj, tí hesi hús eru jú onki verd, tey kunnu valla seljast. So tað er sum at kasta pengar út gjøgnum vindeygað. Her mugu landsmyndugleikarnir inn í myndina við fígging til at byggja húsini, sum til- flytararnir kunnu leiga. Arbeiði Tær familjurnar, sum flyta út til Svínoyar, skulu hava okkurt lønandi at gera. Tað er ikki arbeiði til hesi fólkini í Svínoy, sum er. Tí mugu tilflytararnir verða slík, sum kunnu hava arbeiði við sær til Svínoyar. Tað eru nógv arbeiði av hesum slagi í Føroyum, serliga í Havn og størru bygdunum. Umframt listar- fólk, granskarar og tílík áttu eisini fleri innan al- menna og privata fyrisiting at kunna havt partvísan arbeiðsstað í Svínoy. Teldu- tíðin ger hetta møguligt. Samferðsla Svínoyarleiðin er nalva- strongurin til meginøkið, og er tað tí sera týdn- ingarmikið, at leiðin hevur ein títtleika, tænastu og komfort, sum er hóskandi til dagin í dag. Eitt skjótt- gangandi skip (sum til dømis Alfa Pilot) skal sigla ferðafólk, post og smá- pakkar minst tvær reisur um dagin hvønn dag í vikuni. Ein túr tíðliga á morgni og ein túr út móti kvøldið, soleiðis at svín- oyingar kunnu fara inn á meginøkið at gera ørindi og sleppa til hús aftur sama dag. Másin kundi so verið brúktur til farmasigling eina ferð um dagin. At bryggjan yviri á Eið verður longd einar 10 metrar er partur av hesi skjótu loysn. Hvat íð skal gerast uppá longri sikt, skal ikki verða komið inn á her. Tyrlutænastan eigur at samskipast við strand- ferðsluna soleiðis, at hon, umframt regluliga dagliga flúgving, í øllum førum virkar sum "back up" hjá skipinum, tá ring líkindir eru at sigla. Trivnaður Verandi svínoyingar og teir nýggju mugu fáa karmar til at menna felags trivnaðin í bygdini. Skúlin verður latin upp aftur, handilin verður somuleiðis latin uppaftur og víðkaður. Posthúsið eig- ur at verða verandi, og kanska skuldi sparikassin fingið avgreiðslu í sam- starvi við posthúsið. Bygdahúsið, sum nógv hevur verið tosað um, eigur at byggjast, tí neyðugt er við húsinum til ymiskt frítíðarvirksemi og sosiala samveru. Eisini her eiga almennu Føroyar at kenna sína ábyrgd. Landsmyndugleikarnir eiga at umhugsa at geva íbúgvunum á útoygg skattalætta, tí hesi fólk hava ikki líka atgongd til lands- tænastunar, sum fólk á meginøkinum og størru oyggjunum hava, men tey gjalda kortini tað sama fyri tænasturnar sum hesi. Somuleiðis eigur at verða umhugsa at geva útoyggja- búgvum kontantstuðul, útoyggjaviðbót, millum annað ístaðin fyri óbein- leiðis stuðulin til Strand- ferðsluna v.m. gjøgnum flutningsstuðul. At út- oyggjafólk soleiðis fáa nakrar krónur meira í hond- ina ger, at hugurin at bú- leikast har gerst størri. Síðsta útkall Bjargingarætlanin er ein roynd at fáa vent negativu gongdini í Svínoy. Og tað hevur skund. Ætlanin eigur at verða sett í gongd longu í summar. Tað er neyðugt, at tað verður arbeitt miðvíst á øllum nevndu økjum í senn og uttan íhald. Um eini tvey ár sæst, um ætlanin ber frukt, ella um onki er at gera kortini. Tað skal und- irstrikast, at henda bjarg- ingarætlan ikki viðger viðurskiftini í Svínoy uppá longri sikt. Landsstýrið kemur at hava avgerandi leiklutin í bjargingarætlanini. Bæði í lógararbeiði, samskipan og fígging. Landstýrið má tí gera sær greitt, at tað skulu fleiri tíggjutals milliónir til at bjarga Svínoynni. Tó er ongin ivi um, at eydnast tað at venda gongdini, so vilja tær skapandi kreftirnar, hugflogið og áræðið aftur blóma, og uttan iva fara aðrar vinnur og arbeiðs- skapandi tiltøk at síggja dagsins ljós. Felagsskap- urin og bygdin fara aftur at mennast. Tað verður komandi landsstýrið, sum kemur at taka avgerandi avgerðirnar um, hvørt Svínoyarbygd doyr út ella ikki. Ásmundur og familjan eru nýliga flutt aftur til Havnar, eftir at hava búð í Svínoy í eitt ár, har hann hevur havt møguleikan at seta seg inn í viðurskiftini á útoyggj. Greinin er hansara niðurstøða um støðuna í Svínoy og hvat gerast skal C M Y K 21 20