mikudagur 4. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • mikudagur • 4. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
John
Heri í
Fremad
Framd Amager
hevur nú fýra før-
oyingar í leikara-
hópinumm, og
Hjalgrím Elttør
hevur skotið sítt
fyrsta mál fyri
felagið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Danska fyrstudeildarfel-
agið, Fremad Amager,
hevur nú fýra føroyskar
leikarar í hópinum.
John Heri Dam, sum
seinast leikti í B68, men
sum eisini hevur verið í
HB og B36, hevur sein-
astu tíðina vant við fel-
agnum, og nú er so
greitt, at hann verður
fjórði føroyingurin í
leikarahópinum.
John Heri hevur eisini
longu leikt fyrsta venj-
ingardystin, og sambært
heimasíðu
felagsins
gekk hetta bara heilt
væl. John Heri legði
nevnliga upp til fyrsta
málið, tá eykaliðið hjá
Fremad Amager vann 2-
1 á Hørsholm.
Besta liðið hjá Fremad
Amager leikti eisini
venjingardyst um viku-
skiftið. Teir taptu 1-2
fyri Glostrup, men við
føroyskum eygum var
kanska serliga áhuga-
vert, at málið hjá Frem-
ad Amager varð skotið
av Hjalgrím Elttør.
John Heri Dam er fjórði
føroyski leikarin í danska
Fremad Amager
Gult gólv og stórskíggi
Mánadagin kom
gólvið, sum Flog-
bóltssambandi hevur
leigað til steypafinal-
urnar leygardagin 14.
februar til landið
FLOGBÓLTUR
tíðindaskriv
Gólvið var eisini her sein-
asta ár, og er eitt serligt
flogbóltsgólv, sum bert
verður nýtt henda eina
dagin í høllini á Nabb. Hesi
gólvini verða eisini nevnd
Taraflex-gólv, og verða nýtt
í øllum stórum altjóða
kappingum.
Í finaludystunum verður
sjálvur vøllurin orangelitt-
ur, og alt umráðið runt vøll-
in verður grønt. Á henda
hátt slepst undan øllum
óneyðugum strikum og
linjum v.m., sum eru til
ampa fyri leikarar, dómarar
og áskoðarar.
Eitt slíkt gólv er dýrt at
keypa, og tá fyrstu finalur-
nar vóru leiktar fyri 4 árum
síðani, var tað eitt av tíð-
indafólkunum sum spurdi,
nær ætlanina var at leika á
tílíkum gólvi. Flogbólts-
sambandi hevur kannað
kostnaðin av tílíkum gólvi,
og liggur hesin kostnaður
um kr. 250.000 fyri eitt nýtt
gólv.
Aftur í ár er tað so við
vælvild frá Dansk Volley-
ball Forbund, at gólvið er í
Føroyum, tí leigusáttmáli er
skrivaður til bert hesar
báðar dystirnar. Í sambandi
við at gólvið verður lagt á í
høllini
fríggjakvøldið,
kemur ein dani at hjálpa til
við hesum, soleiðis at alt
verður gjørt á rættan hátt.
– Gólvið royndist sera
væl seinasta ár, og høllin
tók seg sera væl út henda
dagin - tað var sum ein
nýggj høll. Ljósið í høllini
var nógv betri enn vanligt,
og gólvið tók seg sera væl
út í høllini, sigur Niclas
Joensen, formaður í Flog-
bótlssambandi Føroya.
– Lýsingarnar runt vøllin
koma eisini nógv betri til
sín rætt, og sostatt koma
tær at síggjast betri, sigur
Niclas at enda.
Stórskíggi aftur í ár
Aftur í ár verður uppsettur
ein stjórskermur í høllini,
sum verður umleið 5X6
metur. Á stórskerminum
verður víst alt tað sum sjón-
varpið sendir beinleiðis, og
á henda hátt verður gjørligt
at síggja allar teir avgerandi
bóltarnar í slow-motion ella
replay í høllini - ella um
bólturin var úti ella inni !!.
– Eisini seinasta ár var
tað nakað ljóst í høllini har
stórskermurin var, men
vónandi fáa vit hetta upp á
pláss í ár, soleiðis at hyggj-
araviðurskiftini vera betri,
sigur Magnus Tausen frá
Flogbóltssambandinum.
Aftur í ár verður Ítróttarhøllin á Hálsi broytt til sanna flogbóltshøll, tá steypafinalurnar eru á skránni annað vikuskiftið
Komandi dystir
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
Dagur
Kl.
Dystur
Dómarar
04.02
20.00
KÍF-ÍF
Dráttur
05.02
20.00
Fleyr-Mjølnir
Dráttur
Meistaradeild menn
04.02
20.00
Fram-ÍF
SÍ
05.02
20.00
Fleyr-Mjølnir
SÍ
Tveir dystir verða leiktir
mikukvøldið í bestu flog-
bóltsdeildunum.
Hjá kvinnunum tekur
KÍF ímóti ÍF, og her er
lítið at ivast í, at ÍF hevur
ætlanir um at vinna seg
nakað upp frá KÍF á stiga-
talvuni. Ein uppgáva, sum
ikki skuldi verið heilt
ógjørlig, tó at KÍF helst
eisini ætlar at hava sítt orð
at siga hesum viðvíðkj-
andi.
Hjá monnunum vitjar ÍF
eisini í Hoyvíkarhøllini,
har Fram tekur ímóti. Utt-
an iva er her talan um dyst,
har fuglfirðingar ætla sær
avstað við øllum, og sum
úrslitini hava verið í ár, so
eru so ongar ábendingar
um, at tað ikki skal gerast
støðan.
Yvirlit yvir dystirnar
miku- og hóskvøldið sæst
aðra staðni her á síðuni.
Flogbóltur í miðviku
23
22
Nr. 23 - 4. februar 2004
Maersk Air fer aðrar leiðir
Leiðslan í danska flogfelagnum Maersk Air fer í dag at
almannakunngera, at felagið fer undir eitt stórt átak,
sum skal hjálpa tí illa stadda felagnum.
Sambært donskum bløðum fer Maersk Air undir
fleiri nýggjar rutur til lond í Suðurevropa, samstundis
sum prísurin á í hvussu er summum ferðaseðlum verð-
ur væl lægri enn vanligt. Maersk Air hevur tvær ferðir
fingið 700 milliónir krónur frá móðurfelagnum A.P.
Møller, men við teimum nýggju tiltøkunum roknar
leiðslan við, at felagið sleppur burtur úr teimum fíggj-
arligu trupulleikunum, sum tað hevur drigist við.
Kortini verður roknað við, at felagið fer at hava einar
500 milliónir krónur í halli í ár.
Lítið og einki er likið út um tær nýggju ætlaninar. Eitt
nú hevur Maersk Air boðað Kastrup-floghavnini frá, at
felagið fer at hava fleiri fráferðir um stutta tíð, men flog-
havnin hevur ikki fingið at vita, hvagar flogførini skulu
flúgva. Hildið verður kortini, at talan í høvuðsheitum
verður um ferðir til Fraklands og Spania.
Krevja svar
Norska uttanríkisráðið vil nú hava eina frágreiðing frá
amerikonsku myndugleikunum, eftir at tað er komið
fram, at amerikanski herurin hevur nýtt norskar patrón-
ir av slagnum MK 211 ímóti fólki.
Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Oslo, Karsten
Klepsvik, sigur við NTB, at patrónirnar eru ætlaðar
ímóti hernaðarakførum og ikki ímóti. Men sambært
mannarættindafelagsskapum í Irak hava hermenninir
nýtt tær ímóti fólki har. Sum skilst halda amerikanarar-
nir ikki, at teir hava gjørt nakað skeivt, tí eftir teirra
tykki kunnu patrónirnar eisini nýtast ímóti fólki.
Tveir politiskir flokkar í Noregi krevja nú, at norð-
menn skulu gevast við at útflyta patrónir av hesum
slagnum, til tær eru kannaðar nærri.
Hann stillar uppaftur
Tann umstríddi borgarstjórin í London, Ken Living-
stone, stillar uppaftur til borgarstjóravalið, sum verður
tann 10. juni.
Tann 58 ára gamli borgarstjórin, sum ofta verður
róptur "Reyði Ken", varð valdur til borgarstjóra í enska
høvuðsstaðnum í 2000. Frammanundan hevði hann
verið limur í leiðsluni í flokkinum Labour, men fekk
sekkin, tá hann gjørdi av at stilla upp sum óheft valevni
ímóti valevninum hjá Labour. Í desember í fjør eydnað-
ist tað Ken Livingstone at fáa limaskapin í Labour aft-
ur, og mánakvøldið atkvøddu meiri enn 93 prosent av
teimum 40.000 flokslimunum í London fyri honum
sum valevni í summar.
Ken Livingstone fekk nógvar ákoyringar, tá hann
gjørdi av, at fólk, sum koyra bil í miðbýnum í London
yrkadagar, skulu gjalda 50 krónur í avgjaldi. Men av-
gerðin hevur víst seg at virka sera væl, tí ferðslutrupul-
leikarnir hava verið munandi minni síðani.
Tikin fyri aðru ferð
Mánadagin tók norska sjóverjuskipið "Tromsø" russ-
iska trolaran "Kapitan Gromtsev" uttan fyri Troms, tí
skiparin hevði ikki skrivað rættar upplýsingar í veiði-
dagbókina.
Sjóverjuskipið kom fram á trolaran sunnukvøldið og
setti menn umborð at kanna, um alt var, sum tað átti at
vera. Eftirlitsmenninir komu eftir, at skiparin hevði
skrivað góð 22 tons minni av toski í dagbókina, enn
skipið hevði fiskað. Tí fekk russiski trolarin boð um at
fylgja við sjóverjuskipinum inn til Tromsø.
Hetta er aðru ferð, at "Kapitan Gromtsev" er tikin
fyri brot á norsku veiðireglurnar. Fyrru ferð var í mei í
2002, tá trolarin fiskaði á einari stongdari leið sunnan
fyri Bjarnoynna.
UTTAN ÚR HEIMI
Seinastu tíðina eru
fleiri flogferðir ímill-
um Evropa og USA
avlýstar. Orsøkin er,
at myndugleikarnir
stúra fyri, at al-Qaeda
ætlar at nýta lívfrøði-
lig ella evnafrøðilig
umborð á flogførum
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Washington Post sigur seg
hava fingið at vita frá
fregnartænastukeldum, at
flogrænarar ætla at nýta eitt
evnafrøðiligt evni, sum
kann doyva bæði ferðafólk
og manning, og at teir síð-
ani skulu ræna flogfarið og
nýta tað til álop eins og
tann 11. september í 2001.
Sambært blaðnum hava
amerikonsku fregnartæn-
asturnar eisini upplýsingar
um, at al-Qaeda hevur ætl-
anir um at spræna eitt
koppa- ella miltbrandvirus
inni í einum flogfari, so-
leiðis at ferðafólkini eru
lívshættisligir smittuberar,
tá tey fara úr flogfarinum.
Washington Post skrivar, at
tað ber væl til at sleppa um-
borð á flogfør við slíkum
evnum, uttan at eftirlitið
kann avdúka tað.
Tí hava British Airways,
Air France og tað amerik-
anska Continental Airlines
mavlýst fleiri ferðir teir
seinastu dagarnar, skrivar
blaðið. Í evropeiskum fjøl-
miðlum hava avlýsingarnar
ikki fingið stórvegis um-
røðu, men teir amerikonsku
fjølmiðlarnir hava gjørt
nógv burtur úr teimum.
Washington Post veit
eisini at siga frá fregnar-
tænastukeldum, at yvir-
gangsmenn kunnu fara at
royna at smugla eina kjarn-
orkubumbu yvir um At-
lantshavið til USA, men
hetta verður tó ikki hildið
vera serliga sannlíkt.
Seinasta sunnudag av-
lýsti Continental Airlines
eisini eina innanríkisferð
ímillum Washington og
Houston, og ein talskvinna
hjá innanríkisráðnum vátt-
aði seinni, at ferðin var av-
lýst orsakað av vandanum
fyri
yvirgangi
ímóti
flogfarinum.
Fleiri fólk doyðu, tá
eini íbúðarhús í
turkiska býnum
Konya rapaðu
fyrrakvøldið.
BYGGIFUSK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Á middegi í gjár hvødu
bjargingarliðini
funnið
ellivu deyð aftan á vanlukk-
una í Konya, sum er mið-
skeiðis í Turkalandi. Um-
leið 30 onnur vórðu flutt á
sjúkrahús, og níggju vóru
ikki komin afturíaftur.
Íbúðarhúsini vóru í fleiri
hæddum. Har vóru 36
íbúðir, og hildið verður, at
umleið 120 fólk vóru í
húsunum, tá tey rapaðu.
Hetta er ikki tann fyrsta
vanlukkan av hesum slagn-
um í Turkalandi. So seint
sum leyggardagin doyðu
seks fólk, tá eini hús í Ist-
anbul brádliga rapaðu, og
seinasta summar douðu
níggju studentar, tá ein
skúli rapaði.
Í teimum flestu førunum
hevur tað víst seg, at húsini
hava verið alt ov illa gjørd,
og at byggiharrarnir hava
als ikki hildið tær ásettu
byggireglurnar.
Stúra fyri eiturálopi á
ferðamannaflogfør
Stór íbúðarhús rapaðu
Her verður ein kvinna bjargað úr leivdunum av íbúðarhúsunum í Konya
C
M
Y
K
22